mánadagur 12. november 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fíggjarviðurskifti og
framtíðar fíggjarútlit
hjá kommununi
Tey, ið koma at manna
eitt komandi býráð, eiga
at leggja sær í geyma, at
tað eru skattaborgarans
peningur, sum tey umsita.
Tað er altíð neyðugt at
umsita pening skilagott,
men tá tú umsitur pen
ing fyri onnur enn teg
sjálvan, so er tað ser
liga týdningarmikið at
umsita hann skilagott.
Kommunan fær í høv
uðsheitum inntøkurnar
frá
skatti,
sum
kann
býtast í tríggjar partar:
• A-skattur
• Partafelagsskattur
• Eftirlønarskattur
Samlaði
skatturin
hjá
kommununi hevur tey
seinastu
árini
verið
spakuliga vaksandi og er
nú komin á leið til tær 115
mió.
Hesar
inntøkurnar
eru so til at húsast við, og
verða tær brúktar til:
• rakstur
• íløgur
• fíggjarkostnað
Tey seinastu 4 árini hev
ur tað prosentvísa býtið
millum omanfyri nevndu
øki verið á leið 70% til
rakstur, 15% til íløgur og
15% til fíggjarkostnað.
Raksturin
hjá
eini
kommunu
fyllir
sera
nógv, og nógv av rakstr
inum er meira ella minni
bundin.
Tá
raksturin
fyllir so nógv, so er sera
umráðandi at hava ein so
góðan og sunnan rakstur
sum gjørligt, og neyðugt
er støðugt at ansa eftir, at
raksturin liggur á tí røttu
leguni.
Fígg jarkostnaðurin
hjá kommununi er rætti
liga støðugur, tí nógv tann
størsti parturin av lán
inum eru til fasta rentu.
Samanumtikið kunnu vit
siga, at vit hava eina góða
fígging av teimum lánum,
ið kommunan hevur. Eftir
verandi avtalum niður
gjalda vit skuldina við
uml. 8 mió. um árið, og
verður skuldin við árslok
2012 uml. 105 mió.
Íløgurnar. Tað, sum
ikki verður brúkt til rakst
ur og fíggjarkostnað, er
eftir til íløgur. Ein so stór
kommuna sum okkara
hevur
allatíðina
brúk
fyri at gera íløgur – eisini
stórar íløgur – og tí er sera
umráðandi, at peningur
er tøkur til hetta. Vit hava
fyri neyðini at gera íløgur
á øllum økjum.
Samanumtikið kunnu
vit tí siga, at komandi
býráð kemur at hava
fíggjarligt
rásarúm
og møguleika at gera
íløgur fyri 90 - 100 mió.,
treytað av - sjálvandi, at
tann fíggjarliga gongdin
verður nøkunlunda tann
sama, og teir komandi
politikararnir
megna
at halda rakstrinum og
fíggjarkostnaðinum
í
tryggari og skilagóðari
legu.
Vísandi til undanfarnu
greinar, so er niðurstøðan
heilt greið:
Neyðugt verður at
• hava skynsama og
neyva fíggjarstýring
• gera langtíðar
fíggjarætlan
• gera langtíðar
rakstrar- og
íløguætlanir við
raðfestingum
Megna vit hetta, so verða
gróðrarlíkindini
góð
í
kommununi og slagorðini:
Runavíkar kommuna –
ein kommuna í menning
– tey koma framhaldandi
at vera veruleiki.
Endamál og ynski mítt
er, at Runavíkar kommuna
framhaldandi skal vaksa
og mennast, og at vit
bjóða okkum fram bæði
í heimligum og altjóða
umhvørvi.
Veruleikar í
og hugsjónir
fyri Runavíkar
kommunu
(5. partur av 5)
kommunuval 2012
Gjógvin millum kommunumyndug
leika og borgaran skal burtur
Tað er mín greiða fatan, at ein
gjógv er grógvin ímillum, tann
vanliga borgaran og komm
unumynduleikan Serliga er
tað í “útkantinum” í komununi
hetta merkist. Málið um at
hava eina vælvirkandi og
sameinda kommunu, er onki
meira enn ein fiktivur veru
leiki. Hetta tekur teppið undan
øllum grundarlagi fyri einari
væleydnaðari og vælrøktari
kommunu. Tí meti eg hetta
verða høvðusevni, ið komandi
býráð má taka í størsta
álvara.
Sum kollfirðingur og hand
ilsmaður í bygdini, komi eg í
samband við nógv av fólkinum
her á plássinum hvønn dag.
Somuleiðis liggur væl fyri,
at hoyra hvat kollfirðingar
siga um støðuna vit eru í. Tað
ljóðari ikki, at vit eru ónøgd
við aktivitetin hjá býráðnum.
Hetta klagar so at siga ongin
um. Men sagt verður ofta
um: “teir elle tey í Havn”. Man
kennir seg ikki sum ein part
av komununi. Vit eru jú ein
lítil partur av eini størri eind.
Men sum ein kommuna, sum
setningurin “saman standa
vit sterkari” sipar til, skuldi
ikki verði munur á at búð í
útkantinum ella miðskeiðis í
Tórshavn.
Trupuleikin er tí tann, at
vit kundu ynskt okkum at
verði ein meira luttakandi
partur í teimum avgerðum ið
viðkoma okkara økið. Avgerðir
ið umfata Kollafjørð, Signabø
og Oyrareingir. Ongin ivið er
um, at býráðslimir gera sítt til,
fyri at taka tær rættar avgerðir,
men tað er so, at fólkini ið
arbeiða við ella í hesum øki,
ofta helst hevði kunna greitt
býráðslimum frá hvussu tey
síggja loysnirnar best. Tað
er ikki ivi í mín sál um, at
umsitingarliga og borgarliga
hevði man bæði spart nógva
tíð og óneyðugt kjak, fekk
man eina loysn á hesum. Vit
sóknast eftir einum betri
samstarvið millum kommunu
og borgara stutt sagt.
Tòrshavnar kommuna er
ikki bert størsta kommuna í
Føroyum, men eisini nógv tann
størsta geografiskt. Hetta setur
bæði umsiting og myndug
leikum í kommununi stór,
ómetaliga stór krøv. Undar
ligt er tí ikki at armarnir ikki
røkka til útkantin. Tað er útfrá
hesum eg meti mína uppgávu
verða, komi eg inn í býráðið.
Hetta vil eg arbeiða fyri, gerst
eg partur av býráðnum.
Eg ætli at arbeiða fyri, at
vit fáa fastar borgararfundir í
kommununi.Tankin við tílíkum
fundi er, at upplýsa býráð
hvat borgarin ynskir, metir
og
viðmælur
kommununi
at arbeiða útfrá. Somuleiðis
sum borgarin kennir seg sum
ein týðandi part av tí sum
hendir og rørir seg í nærum
hvørvinum, soleiðis at her
kann bygjast brúgv. Har skal
verða ein fundaskrivari, ið
ikki er tilknýttur at býráðnum
beinleiðis. Hesin skal hava
til uppgávu at niðurskriva
fundarfrásøgn útfrá tí sum
borgarin og býráðslimir tosa
um. Sìðan tá býráðsfundur
er, har avgerðirnar verða
tiknar,
fáa
býráðslimirnir
hesa ítøkjuligu fundarfrásøgn
at meta útfrá, soleiðis at ongin
ivi skal vera um, at innlitið er
har, tá ið avgerðin skal taksat.
Ongin ivi er um, at tað er
sera torført at sita á Vaglinum í
Tórshavn og taka støðu til mál
sum viðvíkja Hesti, Nólsoy,
Kollafirði, Hoyvík, Argir og
Kaldbak,
innlitið
væntar.
Hvussu kunna vit vissa okkum
og okkara kommunuleiðarum
bestu karmarnar, fyri at fáa
bestu avgerðina fram. Ì mín
ari verð er ongin ivi um, at
hesir fundir skula haldast
javnan á lokalu økjunum, og
tá ið býráðið metir hetta vera
neyðugt.
Hetta er uttan iva besta
loysnin fyri báðar partar,
kommunustýrislimurin
sær
seg meira kláran til, at taka
røttu avgerðina og borgarin
kennir seg hoyrdan.
Fyri at Tórshavnar komm
una framvegis skal koyra á
framburðakós, so er hetta ein
loysn uppá, hvussu vit fáa
kommuna til at standa sterkari
sum EIN KOMMUNA. Tí tað
er tann verðuleikan vit hava,
okkara uppgáva er tí at skapa
hendan verðuleika, AT VIRK
AÐ SUM EIN KOMMUNA.
Eg hugsi ikki bert um
miðbýin í Tòrshavn, har sær
ikki út til at væntað eldsálir
á økjinum. Eg hugsi eisini um
hvussu vit fáa kommununa á
sameindað kós aftur. Hetta er
spurningur um at vilja, eg vil,
vil tú ? Avgerðin er tín, set tí
tín X við Bergur Robert Dam
Jensen á lista C týsdagin 13.
November.
Gott Javnaðarval.
Bergur Robert Dam Jensen
Valevni á lista C
Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Listi A
Eingin vælferð uttan
fíggjarligt skil
At
lesa
ørgrynnuna
av
vallyftum í bløðum og á
portalum er mangan skemti
ligur lesnaður, og minnir ikki
sørt um 80’ini. Hugsi at tað
verður neyðugt at sløkkja ein
part av hesum fýrverki.
Tórshavnar
Kommuna
skal reka ein varligan og
forsvarligan fíggjarpolitikk,
bert soleiðis framtíðartryggja
vit vælferðina í kommununi.
Neyðugt er at fáa fólka
talið at vaksa og at fáa
vinnuligu inntøkurnar at
vaksa.
Málið skal vera, at borg
arar við vanligum ella lág
um intøkum, t.d. verka
fólk,
lesandi
og
stakir
uppihaldarar, skulu kunna
búseta seg í Tórshavnar
Kommunu – uttan at seta seg
í botnleysa skuld.
Veruleikin er, at ein stak
ur
uppihaldari,
sum
vil
útbúgiva seg og brúka sína
útbúgving og sín førleika í
Havn, fær ikki endarnar at
røkka saman, tá ið húsaleika,
el, olja, stovnspláss og skattur
er goldin.
Henda gongd skal boytast,
og Tórshavnar Kommuna
eigur at gera sítt.
Tí fari eg at virka fyri:
-
Luta- leigu og
lestraríbúðum
-
Hægri barnafrádrátti og
-
Skynsomum
fíggjarpolitikki
Helena Dam á Neystabø
valevni javnaðarfloksins