Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Hitamiðstøðin skal STEÐGAST og ikki bluffast ígjøgnum! Leingi hevur verið ætlað at byggja hitamiðstøð í Inni á Gøtu. Eigarafelagið Inni á Gøtu fekk saman við Anniku Olsen, tá landsstýrirkvinna í Innlendismálum, steðgað ætlanini, so at málið varð sent til hoyringar. Eftir eitt greitt hoyr­ ings­svar og mótmæli frá Eigarafelagnum blivu ætl­ an­irnar um hitamið­støðina broyttar frá tungolju til diesel/gassolju. Umhvørvisstovan hevði longu givið loyvi til hitamið­ støðina og at brenna tungolju í grannalagnum. Sitandi býráðssamgonga hevur samtykt byggiloyvi og neyðug frávik frá byggi- samtyktini. Byggiloyvið er ikki út­ skrivað, tí Umhvørvis­stovan skal gera eina kanning aft­ urat við støði í norskum og ikki donskum veðurlagi. Tíbetur hava eldsálir Inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum Suður tikið stig til at kanna væntaðu luftdálkingina og at steðga byggingini. Kanningarnar vísa, at orkuverkið kann bert verða í gongd í 22 minuttir, til luft­ dálkingarmørkini eru nádd. Síðan er heilsuvandi til staðar. Orkuverkið stendur bert: - 2 metrar frá einum sparki­ vølli, har børnini spæla - 10 metrar frá íbúðarøki, har børnini búgva - 100 metrar frá einum barnagarði, har børnini verða ansað - 20 metrar frá luftinn­ takinum hjá Føroya Tele bygninginum, har foreldur arbeiða. Á borgarafundi í Føroya Tele 23. oktober 2012 var kanningin av luftdálkingini sera væl løgd fram. Síðan vórðu bý­ ráðspolitikkarar spurdir, um teir veruliga ætlaðu at byggja hitamiðstøðina. Eg helt ikki svarini vera nóg greið. Støðan er, at sitandi sam­ gonga hevur játtað byggi­ loyvið, so her skal annað skinn takast um bak, um æltanin skal steðgast. Neyðugt verður at taka taka málið upp í býráðnum og áleggja nevndini í Fjarhitafelaginum at steðga æltanunum. Vit kunnu ikki sita hendur í favn og bert vóna, at Umhvørvisstovan kemur til eitt skilabetri úrslit enn seinast. Tað er ein orsøk til, at Sundsverkið liggur langt uttanfyri býin Tað er ein orsøk til, at brennistøðin liggur uttanfyri býin. Tí er tað eisini sera góð orsøk til, at hendan hita­mið­ støðin verður løgd uttan fyri bygt øki. Vandi er fyri heilsuni hjá børnum og teirra menning. Um tað so kostar nakað meir at leggja støðina uttan fyri býin, so kann heilsan hjá børnum og borgarum annars ikki gerast upp í peningini. Eg fari at heita á tykkum um at velja meg inn í býráðið í Havn, so eg kann virka fyri, at ætlanirnar um byggingina verða sleptar, og hitamiðstøðin verður flutt út um býin. Jógvan Poulsen, valevni á lista A Leiðin fram í felag Tórshavnar kommuna skal vera rúmlig, og pláss skal vera fyri øllum. Og eingin skal føla seg útstoyttan ella forfylgdan. Alneyðugt er at leggja soleiðis til rættis, at fjølbroytni er galdandi, at arbeiðsmarknaðurin er rúmligur, og at fleiri vard størv verða útvegað. Bústaðir Øll skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bú­ stað. Nú lógarheimildin loksins er komin, varð beinan­vegin farið til verka, og arbeiðir býráðið nú sam­ an við øðrum at byggja fjøl­ táttaðar bústaðir, s.s. leigu-, luta-, lestrar-, vardar- og eldraíbúðir. Endamálið er at skapa nýggjar, krea­ tivar og hóskandi bústaða­ loysnir, soleiðis at bústaða­ marknaðurin sum heild verður betri og meira fjøl­ táttaður. Bert at kunnu velja ímillum dýrar sethúsaloysnir fyri milliónir, ella dýrar privatar kjallaraíbúðir, verð­ ur vónandi skjótt søga. Ymiskleiki Allir aldursbólkar skulu vera javnt virdir og hava rætt til somu tilboð. Fleiri trivnaðartilboð eru útvegaði bæði til ung og eldri. Bý­ ráðið hevur samtykt og sett pening av til at menna hesi enn meira í 2013. Kvøld­skúlin við omanfyri 100 undir­ vísingartilboðum, ið fevna um alt frá vanligari bókligari og handaligari frálæru til royndarfyrireikandi lesna, ið endar við próvtøku, eigur at mennast enn meira. Tórs­ havnar kommuna kann ivaleyst gerast enn betur at veita møguleikar fyri t.d. vardum størvum til borg­ arar ið fella uttanfyri van­ ligu treytirnar á arbeiðs­ marknaðinum. Lestrarbýurin Tórshavnar kommuna og vinnan eiga at stuðla Fróðskaparsetrinum, soleiðis at vit fáa eitt veruligt føroyskt universitet og eitt altjóða lestrarumhvørvi. Hóast hetta er ein landsuppgáva, so tolir málið ikki at bíða, meðan Fólkaflokkurin, Sam­bandsflokkurin, Sjálv­ stýrisflokkurin og Miðflokk­ urin keglast um tunlar og annars fonglast við at býta vinum og kenningum makrel­ loyvir, alt meðan landið alsamt spakuliga bløðir út. Gjøgnumskygni Vit hava ment umsitingina hjá Tórshavnar kommunu til at vera tað mest pro­ fessionellu í landinum, og Tórshavnar kommuna er eitt arbeiðspláss við stórar atdráttarmegi og gevur starvsfólki fakligar avbjóðingar. Gjøgnumskygni í allar politiskar avgerðir, og alt umsitingarligt arbeiði, er fyritreytin fyri áliti. Samhaldsfesti Tað er so ymiskt, hvat vit vera borin til her í lívinum og eisini hvussu vit verða móttikin og hvussu alt laðar seg í lívi okkara. Vit eiga at leggja soleiðis til rættis, at tey sterkastu hjálpa teimum veikastu, og ein góð samhaldsføst Tórshavnar kommuna skal tryggja hesum. Hetta gera vit í dag t.d. við Bussleiðini, sum er ein góð samhaldsføst skipan. Barnaverndartænastan, skúla­tannlækni, Býar­bóka­ savnið, systkina­avsláttur, frípláss, Tilhaldið, Sølutrogið í Vágsbotn o.fl. eru dømi um góðar samhaldsfastar tænastur í kommununi, og slíkar skulu mennast og fjølgast. Marin Katrina Frýdal býráðslimur á lista E www.marinkatrina.fo Havnin er ein ótrúliga deiligur býur. Havnin er ein tryggur býur næstan uttan kriminalitet. Havnin hevur barna­ ansing til øll og dygdin á barnaansingini er á rættiliga høgum støði. Fleiri skúlar eru bygdir seinastu árini og fleiri eru á veg, so umstøðurnar hjá skúla­ børnum eru við at gerast so góðar, sum tær næstan bara kunnu vera. Ítróttarliga og venj­ ingarliga eru um­støð­ urnar eisini um at gerast í topp við fleiri fótbóltsvallum, ítróttar­ hallum, fimleikarhallum í kommununi. Eisini á hesum øki eru fleiri annlegg á veg. Og vit hava heili trý fitness sentur. Tórshavnar komm­ una liggur væl fyri móti sjónum, so væl ber til at íðka kappróður, kajakróður, sjósvimjing og um man hevur hug at fara í fjørðin at fáa eitt kók, ja so liggur væl fyri. Havnin liggur vakurt í landslagnum. Vit hava Tinganes, Voks­botn, Konga­brúnna, kafeir, barrir, handlar, vakrar kirkjur og Norður­landa­ húsið. Sjálv haldi eg, at Havnin hevur nógvar dygdir, sum vit kunnu gleðast um. Og Havnin eigur kvalitetirnar, sum skulu til fyri at draga fleiri ung og fólk sum heild til sín. Tí mugu vit fara at endurskoða miðbýin og Havnina innanfyri ringvegin, so enn fleiri fólk koma oman í býin at búgva. Norðuratlantiska Tankasmiðjan hjá NORA hevur gjørt til­mæli um londini í norður­ atlantshavi, sum greitt sigur at útjaðaraøki sum Føroyar eiga at satsa upp á býirnar. Bara sterkir býir kunnu tryggja almennu tænastuveitingarnar, sum eru neyðugar fyri vøkstri og vælferð í økinum. Hetta kann neyvan sigast greiðari. Og brúka vit hesa niðurstøðu fyri Føroyar, so eru vit so fáment, at her kann talan bara verða um at menna ein bý. Tað er bara Havnin, sum hevur støddina og dygdina. Tilmæli sigur eisini, at fólk av smáplássunum mugu vera nóg djørv til at viðurkenna henda veruleika. Tí sterkir býir í útjaðaranum eru eisini goðir fyri smáplássini. Alternativið er, at alt doyr út. Júst hetta havi eg ført fram fyrr í valstríðnum, at jú størri býir eru og jú tættari fólk búgva, jú størri grundarlag er fyri tænastuveitingum, sum bæði geva fleiri kvinnum arbeiði og gera tað meira liviligt hjá fólki sum heild. Nú er valið komið so nær, at eg fari at heita á teg um at velja eina, sum vil gera okkara deiligu Havn enn betri. Atkvøð fyri tí røttu til býráðsvalið. Eg við stríðast fyri at vit øll skulu trívast í Tórs­ havnar kommunu :) Havnin er deilig Elin Lindenskov Býráðslimur Javnaðarflokkurin