Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Høvuðsstaðurin er und­ir stórum trýsti í lands­politikkinum. Við be­ráddum huga forða lands­stýrisflokkarnir fyri, at Marknagilsdepilin verður bygdur, teir skerja játtanir til mentan og list, teir geva burtur fólk­sins ogn, teir senda almennar milliónir eftir útbyggingum, sum eru ófyrireikaðar, og teir niðurleggja týðandi vit­ anarstovnar, sum byggja land. Alneyðugt er á bý­ ráðs­valinum týsdagin, at høvuðsstaðar­komm­ unan svarar aftur upp á hesa einvísu og miðvísu herferðina mótvegis høvuðsstaðnum, og al­neyðugt er, at ein politikkur verður førdur í Tórs­havnar kommunu eftir valið, sum virkar ímóti hesum ráki. Tann politikkin kunnu listi E og listi C best føra saman. Skal politikkurin næstu árini eydnast væl, er sera umráðandi, at listi E kemur so sterkur í Tórshavnar býráð sum gjørligt. Vit siga, at best er, at javnsterkir flokkar stýra kommununi, tí ein­flokkastýri er vanda­ stýri. Vilt tú tryggja høv­ uðs­taðnum fleirflokka­ stýri og besta politikkin næstu fýra árini, set so X við lista E týsdagin. Gott val! Fleirflokka­ stýri best fyri høvuðs­ staðin kommunuval 2012 Arbeiðspláss úr Havnini? Nei! Sum kommunalpolitikkari eigur ein at vara seg fyri at blanda seg upp í lands­ politikk. Men tá ið ávísir landsstýrismenn uttan fyri­lit og fyrireiking flyta arbeiðspláss burtur úr Havnini og soleiðis blanda seg í kommunal­politikk, eiga vit at tala at. Seinastu árini eru ávísir almennir stovnar uttan fyri­reiking ella varskó flaggaðir út, og tað ljóðar, at landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar, at partur av Vinnuháskúlanum skal flytast úr Havnini. Kanning um tørv á flytingini, kostnað ella sparing og vinnuframa hava vit einki hoyrt um. Hetta óskilið, at flyta stovnar runt í landinum uttan nakra fyrireiking, má halda uppat. Vanligt vit og skil er loyvt at brúka, eisini í politikki. Verði eg vald í Tórshavnar Býráð, er hetta eitt av málunum eg fari at loysa. Sigrún Mohr valevni á lista C Jógvan Arge Tórshavn valevni á Lista E Skeiv adressa Sjúrður Olsen! Í eini heldur jánkasligum lesarabrævi leggur háttvirdi býráðslimurin Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum Tjóveldi undir at leggja eftir Fólkaflokkinum í valstríðnum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Hetta er skeiv adressa Sjúrður, tí tað kann ikki lastast Tjóðveldinum fyri at Tjóðveldi IKKi tekur undir við førda landspolitikkinum hjá Fólkaflokkinum - topp­ stýrdum av Jørgeni í Sørvági, sum hevur rakt fjøldina av borgarunum í Tórshavnar kommunu meint, við at rinda til ein útvaldan skara, ið hevur nógmikið frammanundan. Harumframt hevur førdi skattapolitikkurin hjá Fólka­ flokkinum kostað Tórshavnar kommunu fleiri milliónir krónur við tað, at skattingin av pensjónsinngjaldinum og lækkingin av rentustuðlinum bert kemur landskassanum til góðar, meðan kommunurnar onki fáa av hesum. Her átti Sjúrður Olsen í víðopnum lesarabrævi at harta sínar egnu úr Fólkaflokkinum fyri førdan landspolitikk. Vit í Tjóðveldi taka IKKI undir við: • Skattabluffinum hjá Fólka­flokkinum við barna­kekki, ið als ikki ber til uttan viðgerð á Før­oya løgtingi. Eisini meira almenn umsiting av hesum. • At gjáin millum tey, ið hava minni, og tey, sum hava meira, gerst enn djypri • At førdur verður ein lumma­liberalisma við­ víkj­andi tillutan av makrel­loyvum til ein útvaldan skara, ið hevur kostað samfelagnum hundraðtals milliónir krónur. Ístaðin átti veru­ liga at verðið førdur ein liberalur politikkur við tilfeingisbúð. • At vælvirkandi stovn­ ar verða fluttir úr Tórs­ havnar kommunu Las herfyri eina blað­sam­ røðu við høgravenda og liberala svenska fíggj­ ar­málaráðharran úr Moderatarna. Hann verður í dag nevndur fíggjar­mála­ ráðharri nr. 1 í Evropu, og heldur nógvar fyrilestrar um, hví Svøríki er komið so væl burturúr fíggjarkreppuni. Jú, segði hann, at hann fór til verka at leggja ein nýggjan skattapolitikk til rættis. Tað einasta, sum hann ikki vildi gera var at geva ein skattalætta til tey, sum høvdu ráð til at rinda skatt. Hesi skuldu halda fram við at rinda tað sama. Ístaðin umlegði hann skattaskipanina fyri lág- og miðalinntøkur – tey, sum mangla kr. 800 til kr. 1.000 um mánaðin. Hesi skuldu veruliga fáa lættan, tí hesi vóru veruliga drívmegin í einum og hvørjum sam­ felag, og sum skapa fram­ burð. Hetta hevur givið úrslit í Svøríki. Í Føroyum arbeiðir Fólkaflokkurin mót­ satt hesum frálíka skatta­ politikki. Í Tórshavnar býráði hava vit havt eina góða samgongu, har vit hava avrikað nógv, sum er felagsgagnligt fyri allar borgarar í kommununi, og er hesin politikkur júst í andsøgn við førda poltikkin hjá landsstýrissamgonguni, sum situr í dag.Umráðandi er tí, at fáa eitt sterkt Tjóðveldi inn í Tórshavnar býráð, sum áhaldandi kann føra fólksins politikk, har tað ikki bert er styrkin hjá tí sterkasta, sum er avgerandi fyri at bera byrðar og byggja land, men at tað eru tær tyngstu byrðarnar, sum fara at kennast lættar, tá vit hava eina felagskenslu av, at vit virka her á landi og lyfta í felag. Jákup Símun Simonsen býráðslimur Og valevni á lista E - Tjóðveldi Lat um­boð­ anina av­spegla sam­felagið Í einum vælvirkandi demo­ kratiið skulu allir sam­ felagsbólkar vera umboðaðir. Í Tórshavnar býráð eru fleiri bólkar undirumboðaðir, og tí kann tað eisini verða torført at røkja teirra áhugamál. Hesir bólkar eru eitt nú: • ungar kvinnur • kvinnur við smáum børnum • familjur, ið fáa børn við serligum tørvi • fólk, ið ikki eiga egnan bústað, t.v.s. búgva til leigu • fólk, ið búgva í Vesturbýnum Eg eri kvinna, mamma at smáum børnum og búgvandi til leigu í vesturbýnum. Í mínum arbeiði sum sjúkra­ røktarfrøðingur, havi eg møtt avbjóðingunum, sum familjur ið fáa børn við ser­ ligum tørvi møta. Eg kenni til avbjóðingarnar hjá hesum bólkum og vil røkja teirri áhugamál í bý­ ráðnum. Tað skal vera lætt at hava børn, tí børnini eru okkara framtíð. Barnafamiljur við trongum korum skulu stuðl­ ast fíggjarliga og hava góðar bústaðarmøguleikar. Tað er staðfest at kostnaðarstøðið er hækkað í mun til lønarlagið, og fleiri ferð er staðfest at Føroyar er eitt dýrt land at búgva í. Í hesum valstríðnum hevur nógv verið skrivað og tosað um folkafráflyting, og tað er í stóran mun fólk úr áður nevndu bólkum, ið flytur úr kommununi og av landinum. Tí er upplagt at umboð fyri hesar bólkar kemur framat í býráðnum, og kann virka við til at betra um korini og tí steðga fráflyting. Kanst tú identifisera teg við hesar bólkar, ella vil stuðla teimum, lat okkum so taka fat fýra tey næstu árini, at betra um og gera tað meiri liviligt hjá teimum. Hvussu vit skipa sam­ felagið politiskt, er avgerandi fyri hvørji rættindi og skyldir vit hava og hvørjum politiskum miðum vit stýra eftir. Nú er løtan at velja hvønn veg Havnin skal fara næstu fýra árini og hvørji umboðini skulu vera. Sterkan lista E inní býráðið, X við Marju Lund Gjógvará. Marja Lund Gjógvará