Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Í okkara flokki hava vit avgjørt áhuga fyri, at tónleikurin og tón­ leikavinnan fáa góðar umstøður. Ikki minni enn tríggir virknir tón­ leikarar standa á okkara lista til valið týsdagin, og tey hava øll greiðar visjónir um tónleikin í framtíðini. Sjálvur havi eg sum formaður í menta­ málanevnd Tórshavnar býráðs havt ábyrgdina av at bera fleiri stórmál ígjøgnum til frama fyri tónlistina og tón­ leikavinnuna. Fari at nevna tvey mál, sum sjøtul rættiliga er settur á. Býráðið hevur sam­ tykt at byggja nýggjan Musikkskúla. Hann verður tríggjar ferðir so stórur sum tann núverandi og gjørdur av einslistum. Projekteringin er júst farin í gongd og byggingin verður boðin út um eitt lítið ár. Kemur Listi E líka sterkur aftur í býráðið og í samgongu, so kann eg vissa tykkum um, at tað verður ikki vikið frá hesi kós. Loksins verður Reinsaríið her í hjart­ anum í mentunar­gøt­ uni innrættað til tað spælistaðið, sum býarins tónleikarar so leingi hava bíðað eftir. Mentamálanevndin hevur útvegað full­ fíggj­aða ætlan um at innrætta Reinsaríið av nýggjum. Býráðið hevur tilsamans játtað heilar fimm milliónir krónur til tað ítøkiliga arbeiðið. Dentur verður lagdur á, at ljóðviðurskiftini verða góð. Í tí samband­ inum verður latið upp millum niðastu og næst­niðastu hædd, so ljóðið og luftin fáa góðar umstøður. Nógv trygdarkrøv eru til slíkt hús. Viðgerðin av teimum hevur fingið arbeiðið eitt sindur í drag. Tey viðurskiftini mugu og skula vera í lagi - annars er alt sum onki. Kemur Tjóðveldi líka sterkt í býráðið og í samgonguna, so kann eg garantera fyri, at Reinsaríið stendur klárt sum spælistað um skamma stund. Til tess at menna tónleikavinnuna sum heild í Føroyum fer Nýskapanarhúsið, sum Tórshavnar kommuna stovnar, óivað at fáa stóran týdning. Har kunna eisini fólk innan tónleika­vinn­una leita sær ráð­geving, stuðul og arbeiðs­um­ støður, tá hugskotini til bæði heimamarknað og útlendskan marknað skula loysast úr lagdi og fremjast. Lat meg enda við at siga, at eg haldi, vit skula nýta Skálatrøð til bæði landsins Tjóðpall og býarins konserthøll – til frama fyri alla list, tónlist og tónleikavinnu. Tónleikur í Havn Jógvan Arge Tórshavn valevni á Lista E Vælferðin, ein spurningur um orku Útboði og kostnaður av orku, er ein av stóru vansunum fyri land og fólk. Ikki bert her hjá okkum, men í øllum heiminum í dag. Okkara vælferð er beinleiðis knýtt at, veitingini av bíligari orku. Tað er soleiðis, at fara vit nóg langt aftur í tíðina, so var lívið hart og vinningurin var tað, ein maður ella kvinna kláraði, at framleiða við egnum kroppi. Vit duga væl at finna upp á, og skjótt fóru vit at nýta orka frá djórum, til at velta markirnar og til flutning. Vatnkraft var nýtt til at mala korni og vindkraft til at flyta skip. Tað gekk betur og menn­ iskjuni høvdu betur yvirskot til at liva og skapa list, tónleik, vísind, filosofi o.s.fr. Men enn var man heftur av, at natúran veitti orku. Lívi lagaði seg eftir natúruni og hennara svikaliga lindi. Eitt tað størsta fram­taki í heimssøguni var ídnaðar­ kollveltingin. Loysnin var kol og maskinur, sum fleir­ faldaði framleiðsluna av vørum. Fabrikkirnar kundi nú goyma orku og nýta hana, ta ið framleiðslan kravdi tað. Nú gekk betur enn nakrantíð og yvirskot var nú til sosialar skipanir, betri arbeiðstíðir, trygd á arbeiðsplássum, van­lukkutryggingar og organisering av arbeiðarum o.s.fr. Síðani tá, eru vit komin langt fram á leið, við at stýra orkunýtsluni. Hetta gevur eitt stórt yvirskot, til at liva trygt og væl, men......hóttafall kann koma á okkum. Oljan stendur fyri nógv størsta partinum, av okkara orkunýtslu. Oljan er umbiðin av 7 milliardum privatum brúkarum, afturat kemur lætt- og tungídnaður, flutningsvinna o.m.a. Um veitingin av orku svíkur, so ferð kostnaðurin upp beinanvegin. Hetta gevur vinnuni og almenna geiranum stórar trupul­ leikar. Stórsti partur av okkara orku kemur frá olju. SEV og aðrir arbeiði miðvíst við at gera FO óheft av olju. Vatn- og vindorka er innsatsøki í løtuni, men her kann eisini nevnast sjó- og jarðarhiti, streym-, aldu- og sólorka. Tað er ikki nokk at nýta alternativa orku. Orkan má eisini viðfarast skynsamt við at bjálva væl, endurnýtslu og stýring av orkubrúki. Vit hava sæð avleiðing­ arnar av oljuskamtan við oljukreppuni í `73 og `79. Vit hava sæð órógv á oljumarknaðinum vegna kríggj og terrorismu. Í 2007 og 08 fór oljan knappliga næstan 50 % upp til stóran ampa fyri vinnuna og privata húsarhaldi. Grundin var tá liberala hugskotið við at keypa rættin til at keypa olju. Tí er tað av alstórum týdningi, at kommunan setur á stovn eina deild, sum burturav arbeiðir við, at gera okkum óheft av olju. At hendan deildin fær umstøður og fígging, til at gera eitt munagott arbeiði. Týdningurin av eini slíkari deild má og skal ikki undirmetast. Sámal Ímundarsson valevni Tjóðveldi Pedagogar og fyrireikingartíð Børnini eru tað dýrabærasta, vit eiga. Tey skulu yvirtaka okkara samfelag, tá ið okkara tíð einaferð er runnin. Børn­ini eru stóran part av degnum í dagstovni - tí er tað umráðandi, at pedagogarnir, sum hava ábyrgdina av teimum, fáa virðiligar sømdir, so børnini kunnu fáa ein kvalitativan gerandisdag. Pedagogarnir vóru fyrr í árinum í drúgvum verkfalli, men fingu kortini ikki fyrireikingartíðina, tey søgdu seg hava fyri neyðini. Síðani skilst, at aðrar kommunur enn Tórshavnar Kommuna hava fingið hesi viðurskifti í rættlag. Er tað rætt, at Tórshavnar Kommuna skal vera eftirbátur á barn­ aansingarøkinum? Eg havi áður verið inni á hesum við raðfesting av kommunalum skatta­ pengum - tað velst jú um hvørji virði, man vil hava. Fyrireikingartíðin hjá peda­ gogunum er í mini verð ein íløga í børnini, sum skulu mynda framtíðina. Tí eigur hetta at verða sjálvsagdur partur av fíggjarætlanini hjá kommununi. Hetta við fyrireiking er avgerandi fyri, at eitt arbeiði kann verða gjørt á fullgóðan hátt. Hetta ásanni eg sjálvur, eftirsum eg havi arbeitt í musikkskúla, har fyrireiking er sjálvsagdur partur av arbeiðnum. Fyri hvønn hálvan undirvísingartíma i tonleiki er ein hálvur tími til fyrireiking. Somuleiðis hava lærarar eisini fyrireikingartíð í sínum arbeiði. Fyri hvønn undirvísingartíma á 45 minuttir hava tey 30 minuttir til fyrireiking (egintíð). Pedagogarnir hava, sum er, bert 1 tíma um vikuna til fyrireiking og vilja hava 2 tímar afturat. 3 tímar um vikuna - hetta er ikki tað stóra! Tað kostar komm­un­ uni eitt stað millum 2 og 3 milliónir um árið. Landsstýrið sigur við flat­skattinum, at "tað skal loysa seg at arbeiða". Hetta man so ivaleyst merkja, at enn størri krøv verða sett til barnaansing - og tískil sjálvandi eisini fyrireiking. Come on, latið tí pedagogarnar - og børnini - fáa frægari sømdir, enn tey hava í løtuni! X-børnini, X-framtíðin, X-Leivur Thomsen, ein fittur politikkari :-) Les meira: http:// www.politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Leivur Thomsen