Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sum er brúkar Tórs­ havnar kommuna fleiri milliónir av pappíri um árið og um kommunan gerst meira talgild slepst undan hesum – og harvið eru vit eisini meira umhvørvisvinarlig sum kommuna. Somuleiðis skulu vit tryggja ein skipan fyri teimun, sum ikki nýta teldu td eldri eina pappírsloysn. TK er so smátt byrja hesa tilgongd, men enn er langur vegur á mál. T er tann digitali ella talgilti tíðaraldurin. Og vit mugu spyrja: eru Føroyar eitt T-land, sum er fyrireikað til KT- tíðaraldurin! Svarid er nei! Hetta mugu vit fáa skil uppá og ikki altíð vera eftirbátar á KT – økinum og í nútíðini. Londini rundan um okkum eru tey farin víðari til tað, sum tey kalla tann ”talgilta tíðaraldurin”, og kunnu hesi lond longu nú kalla seg D ella T-lond innan kunningartøkni. Tey hava longu orðað ein politikk, har hugtøk um uppihavsrætt, API og onnur KT-hug­tøk eru partur av lógar­ verkinum. Somuleiðis eru lógar­ teksturin innan fleiri øki broyttur samsvarandi KT tíðini og tørvinum hjá tí einstaka og sam­ felagnum. Eitt nú hevur Dan­ mark sett sær fyri at skapa stóra menning í T-tíðini innan KT. Vinnulív, kommunur, brúkarar, politikarar, universitetini og embætis­fólk eru í felag um hetta átak fyri at menna Danmark og fyri at útvega nýggjar v i n n u m ø g u l e i k a r. Hugsað verður um at bøta um kappingarførið og at hækka tænastu­ støðið. Serliga fyri eitt land sum Føroyar, ið bert hevur eina høvðusvinnu, hevur tað stóran týdning, at ein meira víðsýndur KT-politikkur verður settur út í kortið. Her meti eg, at vit Tórshavnar kommuna, fær eina skjótari tæn­ astu, skipan og eina umhvørvisliga tænastu og um vit fara yvir til eina talgilda (digitala kommunu). Tórshavnar komm­ una, hevur ymiskar talgildar skipanir, t.d. inni á heimasíðuni. Men vit hava ongan orðan politikk á økinum. Eg havi tí sett meg í samband við um­ sitingina hjá Tórshavnar kommunu, fyri at fáa tey at orða ein politikk, sum skal lýsa hvat vit vilja og kunnu gera fyri at fáa eina pappírsleysa kommunu og ein talgilda skipan, sum røkkur til øll hjá Tórshavnar kommunu. Ert tú samdur í hesum set so krossin við Levi Mørk á lista C á býráðsvalinum týs­ dagin. Tórshavnar kommuna skal vera pappírsleys kommunuval 2012 Levi Mørk Kjak Heðin Mortensen og KAF hava eingin úrslit at vísa á í sam­band við fyrireikingartíð í dagstovnunum Maud Wang Hansen Forkvinna í Føroya Pedagogfelag Eingin í Føroya Landi man hava gloymt, at Peda­gog­ felagið í samfull 22 døgn var í verkfalli í ár. Tað, sum stríðið snúði seg um, var betri arbeiðs­ viðurskifti fyri limir okkara – harundir rætturin til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið. Í semjuni varð staðfest, at: “Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyri­ reika og eftirmeta peda­ gogiska arbeiðið.“ Á Hotel Føroyum var fundur fyri øllum borgar­ stjórum í landinum og umboð fyri Føroya Pedagog­ felag løgdu fram fyri øll­ um borgarstjórum og kommu­nalu umsitingunum ein leist fyri, hvussu fyri­ reikingartíðin kemur starvs­ fólkum og børnum til góðar og hvussu ársverk kann brúkast til at skipa fyri­ reikingartiðina við. Einki uppskot frá KAF Ein niðurstøða á fundinum varð, at KAF skuldi gera eitt uppskot til, hvussu tey halda at fyrireikingartíðin kann skiljast. Og í Tórs­ havnar Kommunu varð ein arbeiðs­bólkur settur at gera eitt uppskot til, hvussu fyri­ reikingartíðin kann skipast í Tórshavnar Kommunu. Enn hava vit einki uppskot sæð frá KAF. Arbeiðsbólkur gera uppskot Føroya Pedagogfelag hevur skilt á fleiri leiðarum kring landið, at tey bíða spent eftir útspælinum frá arbeiðs­bólkinum í Tórs­ havnar Kommunu. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og formaður í KAF, hevur sagt við Pedagogfelagið, at tann arbeiðsbólkurin sum settur varð at gera eitt uppskot til Tórshavnar Kommunu, einans er ætlaður at arbeiða við einum uppskoti fyri Tórs­havnar Kommunu. Tí er als eingin orsøk hjá borgarstjórum kring landið at bíða eftir hesum arbeiðs­ bólki. Pedagogfelagið metir eisini, at hetta er eitt óneyð­ ugt trýst at leggja á nakrar fáar leiðarar, at alt landið skal bíða eftir teirra niður­ støðum. Tað lá ikki í arbeiðs­ setninginum. Fleiri hava longu latið fyrireikingartíð Fleiri kommunur hava tikið stig til at avgreiða spurningin um fyrireikingartíð. Og tað fegnast vit um í Føroya Pedagogfelag. Tað eigur at vera so, at leiðslan á staðnum sigur, hvønn tørv einstaki dagstovnurin hevur á fyrireikingartíð og at játtanin so verður tillagað hendan tørv. Eingin kommunalur politikkari eigur at óttast fyri, at námsfrøðingar og hjálparfólk framyvir bert fara at arbeiða helvtina av tíðini, og fyrireika seg hina helvtina av tíðini. Til tað er arbeiðið við børnunum og teim ungu alt ov spennandi og mennandi. Og eingin skal ivast í, at limirnir í Pedagogfelagnum vilja børnunum, familjunum og arbeiðsgevarum sínum alt tað besta. Afturfyri hava tey rætt til skipað og góð arbeiðsviðurskifti. Støðan í Tórshavnar kommunu Undanfarnu trý árini er ikki lagt upp fyri lønar­ hækkingum í Tórshavnar Kommunu, eins og sparingar eru gjørdar á el og hita. Hóast lønirnar ikki eru hækkaðar nógv, so ber ikki til at finna pengarnar í verandi játtanum og fíggjarstøðan á nógvum dagstovnum er tí sera álvarsom. Tá hugt verður eftir fíggjarætlanini fyri Tórshavnar Kommunu, so eru heldur eingir pengar settir av til fyrireikingartíð fyri komandi ár. Hetta tulkar Pedagogfelagið sum eitt brot á lyftið frá borgarstjóranum, Heðin Mortensen um, at hann vildi ganga á odda fyri at greiða krúlluna og loysa stríðsmálið, sum legði landið lamið í 22 døgn. Heðin og verkfallið Heðin dansaði við limunum á Vaglinum, Heðin varð heintaður á flogvøllinum av limunum í Pedagogfelagnum, Heðin varð avmyndaður saman við hjørtunum á Tinghúsvøllinum og Heðin býtti út regnskjól til limir í verkfallinum sum gingu runt í býnum og róptu herróp. Harra Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn og formaður í Kommunala Arbeiðs­gevarafelagnum: um tú meinti tað, tú segði, tá tú royndi at loysa stríðið á føroyska arbeiðs­ marknaðinum, so vís nú í verki, at tú meinti tað! Limirnir í Pedagog­felag­ num bíða spentir eftir, hvørji stig verða tikin í ymsu kommununum til tess at betra um arbeiðsviðurskiftini og til tess at fylgja sátt­ málanum og semjuni sum partarnir hava skrivað undir. Fyrireikingartíð er neyðug, og hon er við til at geva borgarunum eina enn betri tænastu. Tað er óvirðiligt at renna undan ábyrgdini. Bjarni Djurholm, løgtings­ maður, hevur sambært Sosialinum ( 29.0 8.-12), sett lansstýrismanninum í mentamálum skrivligan fyri­ spurning um stavsetingina í nýggja atlassinum, sum Nám fer at geva út í næstum. Hetta er ein sera við­ komandi spurningur fyri alt Føroya fólk, og tað er okkara fatan, at landsstýrismaðurin eigur at lata spurningin víð­ ari til tað komandi málráðið at taka støðu til. Málráðið kemur eftir ætlan at virka frá 1. januar komandi ár. Má­ lráðið verður mannað við ellivu málkønum (m/k), har Staðarnavnanevndin eisini er umboðað. Fyrsta atlassið kom í 1993, men mong eru tey, sum – bæði fakliga og málsliga– hava sett spurnartekin við leistin ella mangul upp á sama, sum hetta atlassið bleiv gjørt eftir. Har var vantandi fakligur stringensur og ov nógv av tilvildarligum málsligum ad hoc loysnum, knýtt at eini persónligar mál­ fatan heldur enn at einum yvirskipaðunum mál­frøði­ ligum leisti, í tráð við altjóða konventiónir á økinum. Vit eiga at læra av mis­ tøkunum, ið gjørd vóru í fyrsta atlassinum, og ikki at endurtaka tey í tí nýggja atlassinum. Fyrst í komandi ári fáa vit eitt Málráð, sum bæði hevur førleika og skyldu at tryggja, at Føroya fólk hesaferð fær eitt atlass ið bæði lýkur tær yvirskipaðu fakligu og málfrøðiligu kon­ ventiónirnar, sum eru gald­ andi á økinum. Vegna Málfelagið André Niclasen, Dan Reinert Petersen og Regin Eikhólm P.S. Avrit sent Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í menta­ málum. Tórshavn 6/11-12 Á propos nýggja atlassið Áheitan á mentamálaráðharran, Bjørn Kalsø