Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-12, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Latið okkum lýða á tey eldru og raðfesta skynsamari Allar kanningar gjørdar millum eldri seinastu árini koma til eina og somu niðurstøðu. Tey eldru ynskja at verða búgvandi heima sum longst. Hóast hetta, hava vit seinastu árini sæð áhaldandi sparingar í tænastuni til heimabúgvandi eldri, við tí úrslitið, at fyritreytirnar hjá teimum at verða ver­ andi í egnum heimi sum longst,støðugt versna. Í meðan grannalond okk­ ara í størri og størri mun satsa uppá fyribyrgjandi tænastur og at geva eldru borgarunum hóskandi bústaðartilboð, so sum eldraíbúðir ella vardar bústaðir av ymiskum slagi, so hava vit í Føroyum einsíðugt satsa uppá, at byggja nýggj røktarheim og sambýli til okkara eldru. Gaman í, kunnu nýggju búplássini fyri tey flestu tykjast kærkomin, men tey hava eisini ein trupulleika við sær, sum vit kanska ikki hoyra eins nógv um. Rakstrarútreiðslurnar av hesum búplássum eru stórar, og tá ið man samstundis ikki vil økja játtanina til eldraøkið stórvegis, so er bert eitt stað, har man kann fara eftir fleiri pengum, nevniliga við at skerja í heimarøktini. Úrslitið verður, at alsamt fleiri pengar verða brúktir inni á stovnum, ímeðan heimarøktin samsvarandi verður skerd. Og tá ið heima­ røktin verður skerd gerast umstøðurnar at verða í egnum heimi truplari, og tørvurin at sleppa á røktar­ heim gerst størri. Vit fáa fyrsta og ann­ an floks brúkarar á eldra­ økinum. Tey sum er inni á røktarheimum og sambýlum við góðari tænastu, og tey sum eru í egnum heimi við nærum ongari tænastu. Hendan skipan stuðlar á ongan hátt ynskjunum hjá teimum eldru um at verða heima sum longst. Okkum tørvar eina heildarloysn fyri eldraøkið. Eina loysn, sum er í tráð við tað, ið okkara eldru borgarar ynskja. Ein slík loysn er bert møgulig um Tórshavnar kommuna fær ræðisrættin av øllum eldraøkinum. Ein vifta av tilboðum til okkara eldru. Allar tænastur á eldraøkinum eiga sjálvandi at byggja á ynskið hjá teimum eldru um - so leingi sum møguligt - at megna eina sjálvstøðuga tilveru í egnum heimi ella í einum egnaðum heimi. Bert á tann hátt kunnu vit virka fyri góðum trivnaði hjá eldra ættarliðinum. Vit eiga at hava góð tilboð til virknar pensjónistar, so sum tilhald við koyri­ tænastum, har skipað verður fyri ymiskum, so sum undirvísing, fyrilestrum, pensjónistafimleiki og annars hugnaligari samveru. Til tey, sum hava truplari við at koma heimanífrá eiga vit at hava vitjunar- og mattænastu, umframt góða heimahjálp. Gerst trupult at verða verandi í egnum heimi eiga tey eldru at kunna flyta í ein egnaðan bústað fyri eldri, har tey við góðari heimahjálp eiga at kunna halda áfram at hava eina sjálvstøðuga tilveru. Ikki fyrr enn tann eldri hevur veruligan røktar­ tørv, eigur tilboð um røktar­heimspláss at verða neyðugt. Størri játtan til fyribyrgj­ andi tænastur kann í flestu førum vinnast inn aftur, við at tørvurin á búplássum verður tálmaður, og at eldri við góðum tænastuveitingum kunnu verða búgvandi sum longst í egnum heimi. Á henda hátt verður samsvar millum tilboð og ynski teirra eldru. Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi. fo/hallbjorg Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga! Hallbjørg Lamhauge Valevni til býráðsvalið í Tórshavn á lista E Hví vil eg sleppa í býráðið? Jú, tí eg havi sæð, hvussu tey stýra frá fjalli í fjøru. Býráðsvalið nærkast, og hvør avís er full av lesara­ brøvum bæði frá nýggjum valevnum og sitandi býráðslimum. Tað er næstan ikki tað ting í verðini, tú ikki kann ynskja tær, djóragarð, baðiland, konserthøll og mangt annað. Myndir av valevnum prýða húsaveggir, ljósmastrar og hvørja rundkoyring. Skálatrøð verður nógv umtalað, og har skal byggjast bæði eitt og annað. Men Havnin hevur ikki nógv opin pláss at reypa sær av og als ikki niðri við bryggjukantin. Perlan Skálatrøð má ikki oyðileggjast av stuttskygdum ynskjum um at seta sær sjálvum ein minnisvarða. Har mugu vit hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit ger nakað. Tað, sum kann liggja aðrastaðni, skal als ikki nærkast bryggjukantinum. “Vit byggja land og bý”, ja eg meini tað. Nú eru tvey tey størstu fjósini í landinum í Havn. Bøndurnir gera tað, sum dugnaligir menn gera, teir byggja út og velta í stórum. Byggiloyvi hava teir fingið, men teir, sum ráddu í Tórshavnar Býráð, hvar var teirra vit og skil? Hava teir als ikki hugsað um, at hetta er lendi, sum havnarborgarar skulu nýta til húsabygging í framtíðini. Hvør skal gjalda tá? Jú, okkara eftirkomarar, sum eisini skulu gjalda fyri luftkastellur og ørvitis­ ætlanir, sum valevni kappast um at bjóða. Havnar Kommuna skal stýrast við skili og virka fyri at tænastur og tilboð til borgaran eru nøktandi fyri stór og smá, gangandi, súkklandi, barnavognar og rullistólar. Tað er ikki júst vit og skil, sum ræður, um vit skulu trúgva øllum vallyftunum. Eg bjóði hvørki gull ella undanbrekku, men eg ætli ikki at havnarfólk og kom­andi ættarlið skulu knokkroytast fyri at fíggja óseriøs vallyftir. Farið á val 13. November og brúkið vit og skil. X við Júst Rubeksen Júst Rubeksen Síggi at formaðurin í Pedagogfelagnum í lesara­ brævið eftirlýsir lyftið frá sitandi borgarstjóra um fyrireikingartíð, sum var lovað aftaná drúgva arbeiðssteðgin. Hetta fær meg enn einaferð at hugsa um, hví tað er so týdningarmikið við kvaliteti á dag­ stovna­økinum? Legg til merkis, at eg tosi ikki serstakt um kravið um fyrireikingartíð, men um kvalitet í heila tikið. Heilamenningin hjá barninum er størst, tá barnið er heilt lítið. T.v.s., at grundarlagið fyri kogni­tivari menning verð­ur lagt, longu tá barnið er í fosturlívið og sum nýføðingur. Alt eftir umstøðunum meðan stóra menningin fer fram, verður kognitiva menningin ávirka. Kognitiva menningin er tann, sum m.a. gevur grundarlagið fyri inn­ læring, talførleika og lesiførleika. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um sokallaðu PISA kanningarnar og hví føroyskir skúlanæmingar ikki klára seg líka væl, sum skúlanæmingar í øðrum londum. Ein stór bretsk gransk­ ingarverkætlan, sum m.a. professor Edward Melhuish hevur staði fyri vísir, at tað eru nøkur grundleggjandi viður­ skifti, sum hava størstan týdning, tá talan er um kognitiva menning hjá børnum. Tey tvey grund­leggj­ andi viðurskiftini, sum hava tann størsta týdn­ ingin eru: • Eitt jaligt og stimbrandi h e i m a u m hv ø r v i ð øll barna- og ung­ dómsárini • Eitt kvalitetstryggja dag­stovnatilboð M.a. vísir stóra gransk­ ingin, sum hevur fylgt børnunum frá fostur­ tilveru til 11 ára aldur, at 16 mðr. í einum kvalitetstrygg jaðum d ags tov n at i l bo ð i ð , hevur meira at siga fyri lesiførleika og talførleika hjá 11 ára gamla barninum, enn 6 ár í skúlanum! Tí er tað, at vit skula tryggja kvalitet á dagstovnaøkinum. Ikki tí at aðrir fakbólkar hava onnur rættindi enn pedagogar o.s.fr., men tí tað er alt avgerandi, saman við einum dagførdum og stimbrandi fólkaskúla, fyri framtíðina hjá okkara børnum. Tað er ikki uttan grund, at tey í EU høpið arbeiða við hesum, men júst tí, at um grundarlagið fyri talførleika og lesiførleika hjá barninum er so gott sum møguligt, so vil barnið hava størri møguleika fyri einum góðum út­ búgv­ingarstøði sum vaksin og harvið størri møguleika fyri, at klára seg fíggjarliga. Tí verður júst eitt kvalitetstryggja dagstovnatilboð til so nógv børn sum møguligt, raðfest í EU høpið, sum fyribyrging móti m.a. fátækradømi. So latið okkum standa saman um, at geva okkara børnum bestu møguleikar og fortreytir fyri einari jaligari og gevandi framtíð. Hetta kunna vit gera við: • at geva foreldrunum bestu møguleikar og fortreytir fyri, at átaka sær og megna foreldrauppgávuna, eins og at skapa eitt jaligt og mennandi heimaumhvørvið • at tryggja eitt kvalitets dagstovnatilboð • at hava eitt fram­ haldandi kvalitets skúlatilboð Tí er umráðandi, at tú velur ta rætta umboðið til Býráðsvalið komandi týsdag. Vel tí Fólkaflokkin. Kvalitet á dag­stovna­ økinum Ingvør Justinussen valevni til Býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu