mánadagur 12. november 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Herfyri vóru vit býráðs
limir og vitjaðu ”Verk
garðarin Spírin” sum
liggur
í
Havnardali.
Vit
vóru
sera
væl
móttikin
av
blíðum
starvsfólkum og einum
sera visionærum leiðara.
Hesu røsku starvsfólk
kunnaðu og vísti okkum
rundt á stovinum.
Eisini fingu vit sæð
tað flottu náttúru sum
er á staðnum. Hettar
er eitt megnar tilboð
til
býarbarnið,
har
býarbarnið fær møgu
leika, at uppliva bóndalív
í nattúruni í Tórshavn.
Verkætlanin byrjaði
fyri
tveimum
árum
síðan. Endamálið er, at
skapa eitt umhvørvi,
har tey hava ymisk
sløg av djórum, nevnast
kann: Hønir, dunnur,
kaninir
seyð,
ross
og geitir. Djórini eru
deild í tveir bólkar:
brúksdjór og kelidjór.
Brúksdjórini
verden
slagta uml. Einaferð um
árið. Børnini taka sær av
sølu av eggum og ansa
djórunum.
Um summarið verður
hoyggja, so slepts undan
at keypa hoygg.
Børnini
og
tey
dugnaligu starvsfólkini
byggja tað mesta sjálvið
og fyri at verna um
umhvørvið
hava
tey
sum eitt námsfrøðisligt
mál,
at
endurnýtslu
verður framd áðrenn
nýtt verður keypt.
Høvðusendamálið
hjá Verkagarðinum Spír
anum er m.a at raðfesta
børnini í samspæli við
náttúru og djór.
Vandin við hesum
framúr góða nattúru/
djóra
verkætlan
i
í
Havnardali
er,
at
hølisumstøðirnar
ikki
eru av teimun bestu.
Her mugu vit sum
politiskur
mynduleiki
arbeiða fram ímóti, at
bøta um umstøðurnar
hjá
Verkagarðinum
Spíranum. Besta loysnin
er at finna fígging til
ein nýggjan stovn á
sama økið, tí annars
er stovnurin ikki lív
lagaður í framtíðini.
Hettar var eisini tað
sum
vit
býráðslimir
fingið innlit um á okkara
vitjan. Um verkætlanin
og stovnurin skal halda
áfram, so skal og má
kommunan taka eina
avgerð um karmar og
fígging.
Somuleiðis
kann
henda
verkætlan,
jú
eisini
samstarva
við
ætlaða djóradepilinum
og djóragarðinum sum
verður á Velbastað.
Her eru nógvir møgu
leikar um politiskur vilji
er tilstaðar. Hetta barna
paradís má halda fram
og tað við betri karmun
og fígging.
Er tú samdur við
hesum, set so krossin
við Levi Mørk á lista C
á býráðsvalinum týs
dagin.
Verka
garðurin
Spírin – er
eitt paradís
fyri børnini!
kommunuval 2012
Skrivað hevur
Levi Mørk
býráðslimur
Nútímans og rúmlig kommuna
Eg vil, at í Tórshavnar
kommunu skal vera rúm fyri
øllum!
Hetta merkir, at øllum –
yngri sum eldri, støkum sum
familjum, skulu verða í boði
bíligar og hóskandi íbúðir,
so at fólkasamansetingin
verður javnari og trivnaðurin
betri til gagns fyri neyðuga
búskaparvøksturin
og
fólkavøksturin!
Hetta merkir, at eldri
skulu kunna útvega sær
hóskandi bústaðir í deplum
við felagshúsi og heimarøkt
til tess at hava bestu for
treytir fyri einum góðum og
virðiligum lívi í egnum heimi
sum longst!
Hetta
merkir,
at
í
eldrarøktini skulu skipast
fleiri umlættingarpláss við
stimbrandi endurvenjingum,
so at hesi fáa eitt longri,
betri og virknari lív í egnum
heimi!
Hetta merkir, at rehabili
teringstilboð skulu tryggja
øllum, ið hava fyri neyðini,
framhaldandi
møguleika
fyri
virknari
luttøku
á
arbeiðsmarknaðinum
til
gagns fyri seg og samfelagið
sum heild!
Hetta
merkir
eisini,
at lista- og mentafólkini
skulu hava munandi betri
umstøður
til
lista-
og
mentanarliga virksemið, ið
er so neyðugt fyri tolsemið
og virðingina fyri list sum
tilfeingi!
Hetta gevur ein nútímans
og rúmligan høvuðsstað!
Vit fremja úrslit!
Halla Samuelsen
býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins
til Tórshavnar býráð
Tjóðveldið roynir sum altíð at
flyta fokus frá veruleikanum
Hettar
valstríðið
hjá
tjóðveldinum hevur gingið út
uppá at traðka Fólkaflokkin
og Sambandsflokkin niður,
sjálvt um hesir hava sitið
í minniluta í 8 ár. Slíkur
ódámligur atburður hoyrir
ongastaðni heima, og vit vilja
ikki niður á slíkt lágt støði.
Aftur og aftur hoyra vit,
at roynt verður at knýta
okkum uppí landspolitikk,
sjálvt um ongin av okkum
er í landspolitikki. Roynt
verður at tekna ein mynd
av
Fólkaflokksfólki
og
Sambandsfólki
sum
reindyrkaðar bandittar.
Sjálvir hava teir bert spælt
aðru violin í 8 ár saman við
Heðini, og latið seg í lántar
fjarðar.
Eg
vóni,
at
veljarin
gjøgnumskoðar hetta sera
ódámliga
rákið,
og
ikki
hoppar uppá hettar.
Her er ein innilig áheitan
til allar borgarar í komununi
at brúka sín sunna fornuft
og velja ein sterkan lista A
inn í Býráðið.
Annars vil eg ynskja øllum
mínum
starvsfelagnum
í
býráðnum eitt gott val.
Sjúrður Olsen
Býráðslimur
Eg havi bjóða meg fram sum
valevni til kommunuvalið á
listanum hjá Framsókn og eg
stilli upp fyri at verða valdur!
Lat ongan iva vera um tað!
Eg meti meg vera sera væl
klæddan til hesa uppgávu.
Hóast mín unga aldur havi
eg drúgvar arbeiðsroyndir
bæði her í Føroyum eins og
uttanlands og eri vanur at
standa fremstur, tað verið
seg innan mentunarøkið,
fyriskipan av tiltøkum og
nevndararbeiði av ymiskum
slagi. Tí eri eg klárur at
taka ábyrgd í býráðnum og
arbeiða fyri, at Kollafjørður
verður mentur við trivnaði
bæði fyri ungum sum eldri.
Kollfirðingar skulu standa
saman um at velja meg tí
mínar ætlanir bera altíð á mál
og mítt mál er, at Kollafjarðar
bygd verður ment á øllum
økjum. Hesar verða mínar
fremstu uppgávur komandi
fýra árini:
•
Grundstykki í Kollafirði
beinanvegin
•
Nýggjur dagstovnur skal
gerast – frá vøggustovu til
frítíðarskúla
•
Dagføring
av
bygdar
vegnum soleiðis at hesin
gerst tryggur hjá øllum at
ferðast á.
•
Tilboð til ung – ungdóms
stað
•
Fríðkan av bygdini
•
Títtleikin á bussleiðini til
Kollafjarðar skal økjast
og umfata leygardag
•
Ellisíbúðir skulu gerast
•
Bátahylurin skal bøtast
um
•
Sparkivøllur skal gerast
•
í samarbeiði við Tórs
havnar
Musikkskúla
arbeiða fyri, at yngstu
børnini kunnu nema sær
frálæru í ljóðføri
Eg
vil
syrgja
fyri,
at
Tórshavnar
Kommuna
raðfestur Kollafjørð á sama
hátt sum restina av havnini
og eg vil, í tøttum samstarvi
við Kollafjarðarnevndina og
tykkum Kollfirðingar arbeiði
fyri trivnaði.
Tí skulu Kollfirðingar fara
á val týsdagin 13. november
og seta x við Ólavur Olsen á
lista F.
Kollafjørður skal hava umboðan
Ólavur Olsen