mánadagur 12. november 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Satsa upp á Havnina
Norðuratlantiska
Tanka
smiðjan hevur gjørt eitt
tilmæli, sum greitt mælir
útjaðaraøkjum til at satsa
upp á býirnar í økunum. Tí
sum tey siga, tað fer eisini at
styrkja smáplássini. Alterna
tivið er, at alt økið doyr út.
Tankasmiðjan
mælir
til: "at satsa upp á nakrar
útvaldar býir. Samstundis
mugu lokalpolitikararnir á
smáplássunum verða nóg
djarvir til at siga, at eitt
sterkt sentrum eisini er gott
fyri tey. NORA-økið verður
bara dragandi, um vit klára
at skapa dragandi býir og tað
er ein fyrimunur fyri økini,
um tey stuðla einari slíkari
tankagongd"
Víðari
sigur
tilmælið:
"Bara sterkir býir kunnu
tryggja eitt norðuratlantiskt
øki. Bara sterkir býir kunnu
tryggja at borgararnir fáa tær
tænastur, sum tey hava brúk
fyri. Bara býir kunnu skapa
eitt øki, sum er dragandi fyri
ung at seta búgv í.
Í NORA-økinum, sum í
restini av heiminum, eru
tað bara býirnir, sum vaksa.
Tey ungu flyta burtur frá
øllum hinum økjunum. Men
tað er ikki so, at tey ungu
ikki vilja búgva í økunum.
Tilmælið sigur frá ungum,
sum fegin vilja flyta heim í
sítt øki. Men trupulleikin er
bara, at ynskini til karrieru,
mentanartilboð og almennar
tænastur ikki finnast, har tey
eru uppvaksin.
Tí sigur tankasmiðjan:
" Vit mugu síggja til at
hava tilboð til teirra við
kompetansu. Bara sterkir
býir kunnu tryggja hetta.
Bara soleiðis verður NORA-
økið dragandi fyri ung"
Júst hesa niðurstøðu kom
frágreiðingin hjá Norður
atlantsbólkinum
til,
sum
var gjørd fyri Tórshavnar
kommunu. 70 prosent av
teimum, sum høvdu hug at
flyta heima aftur, vildu búgva
í Havn. So eisini í Føroyum er
greitt, at tað er býurin, sum
er dragandi fyri ung.
Hetta er júst tað, eg havi
ført fram í valstríðnum. Eg
havi afturat tí eisini gjørt
vart við, hví kvinnur trívast
betri í einum býi, heldur enn
á bygd.
Eg havi eisini ført fram
í valstríðnum , at orsøkin
til at kvinnur trívast betri
í Keypmannahavn er, tí at í
Keypmannahavn eru fleiri
og fjøllbroyttari størv til
kvinnur enn á bygd. Og í
Keypmannahavn eru fleiri
aktivitets- og tænastutilboð,
sum gera býin áhugaverdari.
Orsøkin til at tað eru
fleiri størv og tænastutilboð
til kvinnur er at fleiri fólk
búgva í Keypmannahavn og
tey búgva tættari.
Fleiri fólk sum búgva tætt
skapa fleiri tænastustørv og
aktivitets- og tænastutilboð
til kvinnur.
Vit fáa kafeir, restaura
tiónir, frisørsalongir, handlar,
serhandlar,
vælverustøð,
biografar, sjónleikarhús, list,
designfyritøkur,
reklamu
virki og eina rúgvu av øðrum
tænastu-
og
aktivitets
tilboðum og arbeiðsplássum,
sum ikki eru á bygd. Somu
leiðis hava býir fleiri størv
til vælútbúgvin fólk. Sum
kunnugt fáa fleiri kvinnur
í dag hægri útbúgving enn
menn.
Tí gevur tað meining at
vit byggja tættari og fáa
fleiri fólk at búgva innan fyri
ringvegin og í miðbýnum.
So vit mugu skipa okkara
bý og bústaðarseting øðrvísi,
um vit vilja hava kvinnur og
ung at búseta seg her.
Tað er sera týdningarmikið,
at vit leggja eina ætlan fyri,
hvussu og hví vit skulu
broyta miðbýin, áðrenn vit
í smáum fara at broyta her
og har.
Ein broyting av miðbýnum
má leggjast væl til rættis.
Tórshavnar kommuna má
seta tíð og neyðuga peningin
av til at leggja ætlanina fyri
miðbýin og býin innanfyri
ringvegin.
Eg vil arbeiða fyri at vit øll
kunnu trívast í Tórshavnar
kommunu.
Elin Lindenskov
Býráðslimur, Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi hevur, sum
tann einasti flokkurin
havt eina skipaða val
fundarrøð
kring
alla
kommununa. Vit hava
hildið fundir í Kaldbak,
í Nólsoy, á Velbastað (ið
eisini var fyri Kirkjubø,
Hest, Koltur, Norðradal,
Syðradal) í Kollafirði,
á Argjum, í Hoyvík (ið
eisini var fyri Hvítanes)
og í Havn. Hetta vóru
góðir og gevandi fundir,
bæði
fyri
okkum
sitandi býráðslimir, og
fyri nýggju valevnini.
Nógv
rósandi
orðini
vóru á leiðini fyri tað
góðu
býráðsleiðsluna
tey síðstu 8 árini, men
tó vóru eisini nógvar
atfinningar, treyðugt so.
Fleiri av atfinningunum
vóru um slíkt, sum ikki
kostar
pening,
men
hinvegin bert hugburð
og vilja. Onnur ynski
kostaðu bæði vilja og
pening.
Atfinningar
og ynskir vóru um t.d.
leysgangandi
hundar,
vetrarfriðing,
ferðslu
trygd, fimleikahøll, dag
stovn, frítíðarvirksemi,
dagtilhald o.s.fr.
Bussleiðin
varð
umrødd á øllum fund
unum.
Samanumtikið
eru fólk sera glað fyri
Bussleiðina,
men
tó
vóru fleiri ynskir um
at broyta ymsar leiðir
í
ferðaætlanini,
fáa
onkran eyka túrin, koyra
fyrr um morgnarnar,
koyra seinni um kvøld
arnar og at koyra um
vikuskiftini.
Bussleiðin
hevur
verið hjartabarnið hjá
mær hesi 8 árini, eg havi
sitið sum forkvinna í
teknisku nevnd. Hesi
árini hevur verið arbeitt
miðvíst og stigvíst við
at menna Bussleiðina,
og eri eg tí sera glað fyri
at hoyra, hvussu væl
umtókt Bussleiðin er
millum borgararnar.
Dagstovnatilboð,
har latið verður upp kl.
06.00
Fleiri
sjúkrarøktar
frøðingar
o.o.
sum
arbeiða á Landssjúkra
húsinum, serliga tey, sum
hava makar, ið arbeiða á
sjónum og uttanlands,
ella tey, ið eru stakir
uppihaldarar, hava víst
á, at dagstovnarnir eiga
at lata upp fyrr um
morgnarnar,
soleiðis
at tey kunnu vera við
í
vaktarskipanini
og
møta til arbeiðis kl. 7 á
morgni. Umráðandi er,
at kommunan leggur
soleiðis til rættis og
skipar karmarnar, at
samsvar er millum tørv
og tænastu. Kvinnurnar
flyta
av
landinum,
og tí er alneyðugt, at
vit
hjúkla
um
hesi
kvinnuarbeiðsplássini.
Tí eigur ein roynd at
verða gjørd við einum
dagstovni, sum letur upp
longu kl. 6 á morgni.
Arbeitt
eigur
at
verða fram ímóti, at
Bussleiðin fer at koyra
um vikuskiftini, og at
Bussleiðin eisini fer at
koyra fyrr um morgn
arnar og seinni út á
kvøldarnar. Eisini eigur
ein dagstovnur at vera
í Havn, ið letur upp
fyrr á morgni, til gagns
fyri fólk, sum byrja at
arbeiða kl. 7 á morgni.
Hesum ábótum fari eg
at arbeiða fram ímóti,
um eg verði afturvald í
býráðið.
Sjúkrarøktar
frøðingar,
dagstovnarnir
og Bussleiðin
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur fyri lista E
www.marinkatrina.fo
Skeiv adressa, Marjun Olsen!
Tað er ikki Tvøroyrar Býráð
sum hevur ábyrgdina fyri
at tey gomlu ikki fá ta røkt
teimum
tørvar,
so
sum
tú og fleiri onnur valevni
framhildu
á
veljarafundi
í skúlanum í Trongisvági
onskvøldi.
Tvøroyrar
kommuna
uppfyllir
øll
krøv
á
eldraøkinum sum verða sett
til eina kommunu.
Ábyrgdin fyri syndarligu
støðuni á eldraøkinum liggur
hjá m.a. sambandsflokkinum
sum tú hevur umboðað á
løgtingsvali.
Hesin flokkur hevur verið
við til at skera játtanina til
heimarøktina inn á bein.
Tá Hamragarður varð tikin
í nýtslu varð tímatalið hjá
heimarøktini í Suðuroynni
skert munandi.
Nógv
meir
enn
tað
tímatalið sum búðfólkið stóð
fyri.
M.a. hetta hevur gjørt
at
í
dag
verður
sjálvt
akuttørvurin ikki nøktaður.
Tvøroyrar
Kommuna
varðar ikki av heimarøktini
so
Marjun
ikki
rættað
skjútsið
mót
Tvøroyrar
Býráð, tí tað er órættvíst.
Gamaní ! eldrasambýlið
varð ikki uppbygt beinan
vegin
á
sama
stað,men
harfyri eru ætlananir um at
byggja sambýli ikki sleptar
Útlitini
fyri
einum
meiriluta fyri bygging eru
góð.
Sjálv eri eg fyri nýbygging
á øðrum stað og var tí við til
at tryggingarpeningurin og
søluprísurin fyri økið varð
oyramerkt til eldraøkið
Malla Dam