mánadagur 12. november 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í Fuglafirði hava tey ungu følt
seg svíktan, forfylgdan og/ella
forsømdan, og tí stilla tey upp
ímóti Metusalem, Nóa, Lemek
o.ø., sum hava stýrt kommununi
tey seinastu árini. Ella soleiðis
føldist tað. Tey gomlu hava altíð
forsømt tey ungu, mugu tey
nokk halda. Stuttligt er tað tó, at
Mentunarhúsið er keypt, og mær
vitandi hava brúkarnir av Lonini
ikki yvirtikið Mentunarhúsið.
Never change a winning
team. Er Fuglafjørður a winning
team? Ja, fyri tað mesta, men
har kann nokk onkur “leikari”
skiftast út. Ella skulu vit gera
sum Arsene Wenger/Arsenal og
bert brúka ungar leikarar? Vit
hava sæð, hvussu nógv teir hava
vunnið seinastu árnini, sarkasma
kann fyrikoma J. Og áðrenn tit
byrja, so er hettar ikki eitt kjak
um Liverpool og Arsenal, ella
um fótbólt yvirhøvur. Brúki
fótbóltstermologi í politikki. Um
tú ikki skilti tað J
Eitt býráð skal vera samansett
av ungum og royndum kreftum.
Eg hoyrdi eisini tey ungu leggja
uppskot framm um, at tað bert
skal vera 1 listi til býráðsvalið
2016, um tey koma í býráði.
Hmmmmmmm, mær vitandi
hevur eitt býráð EINKI við listar
til kommunuval at gera. Tey
ungu høvdu nokk ikki lært av
skattalyftum og 0 6 lyftum úr
Havn, sum býráðspolitikarar
EINKI hava við at gera. Sjálvur
eri eg fyri 1 lista, men eg havi tann
rætt at gera mín Liverpool lista til
kommunuvalið 2016. Veit ikki um
viðkomandi ungi politikari ikki
hevði “joina” mín lista tá J
Eisini var tað stuttligt at hoyra
ein ungan politikara fyrst siga, at
viðkomandi lítið og einki kendi til
hattar málið, men alíkavæl tosaði
um tað í 5 min. Og tað hoyrdist,
hvussu lítið viðkomandi kendi til
málið.
Er hettar kritikkur av teimum
ungu? Nei, als ikki. Men tey skulu
ikki gloyma, at rutineraðar kreftir
ikki gera sama feil, og rutineraðar
kreftir ikki lova nakað, sum einans
Løgtingið kann lova. Fyri tað
mesta J
Jamen, hvussu kann mann
blíva rutineraður, um man ikki
stillar upp ella kemur inn í eitt
Býráð? Nei, tað er ikki nemt,
men man kann fyri tað minnsta
seta seg inn í, hvørji mál eitt
býráð tekur sær av, og hvørji mál
Løgtingið tekur sær av. Tað er
minnsta treyt. Eisini skal man
duga, serligani tá man sigur seg
hava politiskar royndir, at lata
onnur tosa um mál, sum man
sjálvur viðgongur ikki hevur
skil fyri. Tað er í ordan at siga til
setaran av spurninginum: Eg vil
gjarna svara tær, men eg eri ikki
tann rætti, og tí vil eg lata onkran
annan svara tær. Hettar er at
virða spyrjaran. Og at virða var
eisini eitt lyfti hjá onkrum ungum
politikara. Sami ungi politikari
tosaði um differentering.
Ja flott, men hvussu nógv vistu
hvat hann tosaði um? Eg veit, hvat
orðið merkir, tí tað verður nógv
brúkt í mínum borgarliga starvi,
men hvat tosaði hann um? Eg veit,
at hann veit, hvat orðið merkir.
Haldi bara ikki, at hann ikki visti,
hvat hann tosaði um, ella vistu tit?
Skilja tit, hvat eg sigi nú? Nei, men
heldur ikki eg so væl. Somu kenslu
hevði eg, eftir at hann hevði verið
og hildið sína røðu. Tosaði nógv,
men VIT skiltu lítið!!!
Eisini var tað stuttligt, at
Føroya mest maktfulla andstøða,
tók so synd í sær sjálvum. Hvussu
nógv mál hevur andstøðan ikki
verið við í og komin sjálv við? Ring
á 444657. Har sita fitt og dugnalig
fólk, sum vilja svara tykkara
spurningum. Hevði kanska eisini
verið eitt hugskot at spurt meir
til ávís mál, áðrenn man leggur
politikarar fyri, at bert hugsa um
teirra egnu “reyv”, og hví fundurin
er fyri afturlatnum hurðum.
Alt hattar stendur í lógini fyri
kommunurnar.
Haldi eisini at sitandi
“andstøða” segði ov lítið. Ein av
teimum royndi, og viðkomandi var
eykafólk!!! – Ein var so negativur,
at hann bað um fyrigeving fyri
tað seinni. Hmmmmm makes you
wonder?
Annars komu nógv lyftir.
Sambært fríggjakvøldinum,
so fara fuglfirðingar at fáa ein
nýggjan skúla, gongubreyt
og betri busssamband til
Kambsdal tey komandi 4 árini.
Og alt hettar eru nýggj mál og
nýggjur problematikkur fyri
fuglfirðingar!?! Nei, als ikki. Men
tey ungu, sum halda teir gomlu
vera so gamlar og útslitnar, komu
ikki við nøkrum slóðbrótandi.
Eg veit ikki hvør hugsar nýtt.
Tey ungu ella teir gomlu. Tey
hugsaðu so tað sama. Undantikið
Leif André, sum kom við einum
frálíkum hugskotið. Bara keðiligt
at hann ikki hevði tíð at fyrireika
seg til fundin.
Um teir gomlu eru so gamlir
og lítið kreativir, sum tit halda,
hví sótu tit so á reyvuni alt
kvøldið? Hví vóru tit ikki nógv
meir við mikrofonina? Einasta
vit áhoyrarar hoyrdu frá teimum
ungu var um differentering,
sum eingin skilti, og um eitt
ítróttarhús, sum tann ungi ikki
skilti nakað av.
Vit hava fótbólt, flogbólt,
svimjing, fimleik, billiard,
kappróður, badminton,
ítrottarhøll, fimleikahøll,
Mentunarhús við einum
dugnaligum og kreativum leiðara,
sum nokk skal taka sær av teimum
ungu. Vit hava meir aktivitetir enn
NÆST stórsti býur hevur at bjóða
sínum ungu (Klaksvík) Men tað er
ikki nokk, tí annars fara tey ungu
at blíva kriminell, sambært einum
ungum politikara!??!
Okey? Vit høvdu einki
Mentunarhús, tað var væl minnið
av ítrótti at fara til, “hingu út”
uttan fyri Mikro (í dag “hanga tey
út” uttan fyri Mentunarhúsið), og
annars brúktu vit Føroya stórsta,
og besta spælipláss, fótbóltsvøllin.
Haldi ikki at vit blivu meira
kriminell enn onnur. Viðkomandi
kann bara hyggja eftir sínum
egnu beiggjum. Teir høvdu somu
umstøður sum eg, og teir eru allir
produktivir samfelagsborgarar.
Eg veit bara eitt, at hattar
fekk nógv at hugsa, sum vóru um
mín aldur, hvat vit, ella okkara
foreldur, høvdu gjørt skeivt, tí vit
høvdu td einki Mentunarhús ella
flat-rate internet, men vit blivu
ikki kriminellir.
Gongur alt væl í Fuglafirði?
Nei, men nógv gongur væl.
Aðrar stórkommunur skulu
brúka yvir 50 milliónir fyri at
fáa kloakviðurskiftini uppá
pláss, aðrar vilja ikki siga, hvussu
nógv tey skulu brúka (á Gud,
tað talið má vera høgt). Aðrar
stórkommunur kunnu næstan
ikki bjóða sínum borgarum reint
vatn, og yvir longri tíðarskeið
als EINKI vatn. Hattar gloyma
vit, tí vit síggja hettar sum ein
menniskjarættur!!!
Fuglafjørður hevur
ein trupulleika við
barnagarðsplássum. Vit hava ov
nógv!!! Er ikki skemt, tí tað vil siga,
at ov fáar ungar barnafamiljur
búgva her, og tað skal tað gerast
okkurt við!!!
Tað skal vera pláss fyri
nýggjum kreftum, og tað vóni
eg at fleiri verða av í nýggja
býráðnum í Fuglafirði
Eg veit, hvar eg fari at seta mín
X. Viðkomandi hevur elsta p-tal á
uppstillaðu listunum, men hann
hevur visiónir, sinnalag, árræði,
evnir, førleika og minnst líka
arbeiðssamur sum tey ungu.
Gott val týsdagin
fuglfirðingar!!!
X við Dánjal Vang á lista A –
Hann dugur at samstarva við tey
eldru, tey mitt ímillum og tey ungu
NB!!! Bið FUGLFIRÐINGAR
Í ÚTLEGD KOMA EFTIR
KYRJASTEINI!!!! Hví “biiiiiip” skal
tað vera núverandi, fyrrverandi
býráð, sum hava skylduna fyri
hasa tápuligu hobbyina, sum
fuglfirðingar í ÚTLEGD vilja spæla
við, men leggja einki í? Eingin
visti hvørjir eru aftanfyri felagið
Karvatoftir, ið eigur Kyrjastein.
Sigur tað ikki nokk?
Stillaði eg upp og kom inn,
so hevði eg lova tykkum eitt
stórt nýttársbál 31.12.2012 og at
Kyrjasteinur var “fjernaður”
01.01.2013. Men eg stilli ikki upp,
so tit mugu loysa tað sjálvi. Eri tó
áhugaður í øllum góð hugskotum J
Hugleiðingar um kommunuvalið týsdagin
og borgarafundin í Mentunarhúsinum
fríggjakvøldið 09.11.2012
Kjak
Árni Vang