mánadagur 12. november 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mánadagur 12. november 2012 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Joensen
búskaparfrøðingur
Føroyar er eitt ríkt land. Vit
hava stórt ríkidømi svimjandi í
havinum. Vit hava (kanska) stórt
ríkidømi undir havsins botni og
okkara vakru oyggjar kunnu eisini
ríka okkum sum landbúnaðar
og ferðavinnu tjóð. Men størsta
ríkidømi vit eiga er tó okkara
ungdómur. Tað er ungdómur
okkara, ið skal tryggja vøkstur og
vælferð í hesum landi. Gaman í
liva vit í løtuni av fiskinum fyri tað
mesta, men tilfeingi sum fiskur, olja
og jørð kunnu einans í avmarkaðan
mun tryggja okkum vøkstur og
vælferð í framtíðini.
Spurningurin er so, hvussu
tryggja vit at ungdómur okkara
ikki rímur av landinum og at hesi
ungu fólkini tryggja okkum gomlu
ein góðan aldurdóm og vøkstur og
vælferð til framtíðar ættarlið?
Í mínum hugaheimi er bara eitt
svar – vit skulu hava ein skúla í
heimsflokki!
Tá eg sigi skúla hugsi eg breitt.
Vit skulu “skúla” børnini meðan
tey ganga í barnagarð. Fólkaskúlin
skal rúma øll børn. Øll skulu hava
møguleikan – og eggjast til – at
taka eina miðnámsútbúgving.
Breitt úrval av Phd og kandidat-
útbúgvingum skulu standa
ungdómunum í boði.
Sostatt hava nógvir stovnar
stóran týdning í hesum arbeiði. Um
ein mentanarstovnur úr rúgvuni
skal nevnast, meti eg fólkaskúlan
hava størsta týdningin.
Spurningurin er sostatt – hvussu
fáa vit ein fólkaskúla í heimsflokki?
Hetta hava nógvir serfrøðingar og
yrkislærd fólk kanna gjøgnum árini.
Eg vil her royna at geva mítt íkast
til kjakið.
Skúlaleiðsla og lærarar
skulu mennast
Nógvar kanningar hava víst, at eitt
av teimum viðurskiftunum, ið hava
størst týdning fyri at fáa ein góðan
skúla er førleikin hjá lærarunum.
Mentamálaráðið og Fróðskaparsetri
hava ásannað hetta, og eru í gongd
við at uppstiga allar lærarar til
bachelorar. Hetta átti at betra um
førleikan at reflektera yvir teirra
egna læraraleiklut, soleiðis at
undirvísingin støðugt verður betri.
Til samanberingar hava finskir
lærarar kandidatútbúgving, ið
er 2 ár longri enn ein bachelor-
útbúgving. Semja er um, at finski
skúlin er millum heimsins bestu.
Somuleiðis hevur tað týdning at
skúlaleiðslurnar menna sín førleika
at leiða ein skúla. Stór krøv eru dag
til skúla leiðslurnar. Tað er leiðslan
á skúlanum, ið hevur ábyrgdina fyri
at skúlin mennist, millum annað við
at seta tiltøk í verk, sum tey umrødd
eru niðanfyri.
Gransking
Um undirvísingin og skúlin skal
mennast, er neyðugt at lærarar
og leiðsla hava eina kannandi
og eftirmetandi tilgongd til
undirvísingina. Tað vil siga at
lærarar mugu verða tilvitaðir um
hvat riggar og hvussu undirvísingin
leypandi kann tillagast tørvinum
hjá flokkinum og einstaka
næminginum.
Læraraútbúgvingin er í dag
vorðin meira granskingargrundað,
við tað at útbúgvingin í dag er
ein bachelor-útbúgving – og tað
er gott. Ivasamt er tó, um lærarar
hava fullan førleika at skipa fyri
granskingargrundaðari undirvísing
hvønn tíma í skúlaárinum.
Skúlaleiðslan má tí stuðla
uppundir, at vitan verður framleidd
á skúlanum, t.d. við at lærarar
samstarva um at framleiða
hóskandi undirvísingartilfar.
Greið mál
Mentamálaráðið hevur lagt stóra
orku í at orða mál fyri dagstovnar,
fólkaskúlan og miðnámsskúlarnar.
Somuleiðis eru leistir gjørdir fyri
hvussu skúlar kunnu arbeiða víðari
við hesum. Millum annað skulu mál
setast fyri einstøku lærugreinarnar,
fyri einstøku flokkarnar og fyri
einstøku undirvísingargongdirnar.
Tað hevur stóran týdning at lærarar,
leiðsla og skúlastýrið tekur hesa
uppgávu í álvara og orðar greið
mál fyri virksemið á skúlunum.
Um Skúlin ikki setur greið mál fyri
undirvísingina og menningina hjá
hvørjum einstøkum næmingi er
trupult at meta um málini eru nádd.
Í hesum sambandi kann skúlin
seta sín dám á hvørji mál dentur
skal leggjast á. Tað áliggur sostatt
skúlanum at taka á seg hesa ábyrgd
og so at siga bjóða settu kørmunum
av. Fólkaskúlalógin gevur í hesum
sambandi lutfalsliga víðar heimildir
fyri hvørji mál einstaki skúlin kann
seta fyri sínar flokkar, lærugreinar
og næmingar.
Sum dømi kann nevnast at
skúlin eigur at gera strategiska
ætlan fyri, hvussu dugnaligir
næmingar og næmingar við
serligum tørvi skulu fáa best
møguligu undirvísing. Skal hetta
t.d. gerast við at summir næmingar
sleppa skjótari gjøgnum tilfari enn
aðrir, og síðani fara í dýpdina sjálvur
aftaná? Skulu næmingar, ið longu
duga tilfarið/førleikan arbeiða við
øðrum evnum? Eitt annað dømi er
hvussu arbeitt verður í bólkum. Skal
t.d. Cooperative Learning brúkast?
Ber til at arbeiða saman uppá tvørs
av aldursbólkum? Ber til at gera
bólkar eftir áhuga? Hvussu arbeiðir
skúlin við verkætlanum? Og so
framvegis.
Undir øllum umstøðum má
skúlin hava strategiskar ætlanir fyri
allar partar av virksemi skúlans.
Leggja áherðslu á úrslit
Sambært kunngerð um
roknskaparverk landsins
skulu allir stovnar seta í verk
stýringarmeginreglur um mál og
nádd úrslit. Hetta ljóðar ikki so
seksut tá tað um fólkaskúlan ræður,
men hóast hetta, hevur tað stóran
týdning at áherðsla verður løgd á
hvørju úrslit skúlin røkkur.
Sum eg nevndi omanfyri hevur
tað týdning at seta greið mál fyri
virksemi skúlans, og tískil hevur tað
eisini týdning at gera sær far um,
hvussu hetta skal mátast. Próvtøl
og PISA tøl siga bert ein lítlan part
av sannleikanum um hvat fyriferst
á skúlanum.
Dømi um mátingar av úrslitum
kunnu vera:
• Hvussu nøgd eru foreldur við
samstarvi millum heim og skúla?
• Hvussu eru børnini fyri í lesing,
rokning osv.?
• Hvussu nógv børn keða seg,
eru glað ella uppliva happing í
skúlanum?
• Hvussu nógv børn hava góðar
vinir?
• Hvussu nógvir næmingar hava
ársætlan?
• Frávera
• Hvussu væl duga børn at
samstarva?
• Hvussu eru børnini fyri tá
tað um kritiska hugsan, fimi,
virkisfýsni, forvitni og hugflog
ræður?
• Osv.
Um skúlin ikki av sínum
eintingum byrjar at vísa á, hvørji
úrslit skúlin hevur nátt,er vandi
fyri at onnur áleggja skúlanum,
hvussu mátast skal. Dømi um
hetta er ársroyndirnar og PISA
kanningarnar. Tískil er tað sera
týdningarmikið og alneyðugt at
skúlin sjálvur tekur stig til at máta
tey úrslitini, sum hava týdning fyri
júst skúlan sjálvan.
Árliga frágreiðingin frá
skúlastýrinum skal verða nógv
meira útgreinandi og vísa fleiri greið
úrslit og avrik enn vanligt er í dag.
Skúlin skal vera fyri øll
Føroyski skúlin er ein eindarskúli.
Hetta merkir at øll børn verða
undirvíst saman, sama hvussu
børnini eru fyri og sama hvussu
foreldur teirra eru fyri.
Eindarskúlin setur stór krøv
til undirvísingina, millum annað
tí dugnaligu næmingarnir skulu
undirvísast saman við børnum við
serligum tørvi. Hetta setir stór krøv
til lærararnar, og misjavnt er, hvussu
undirvísingardifferentieringin á
einstøku skúlunum hevur hilnast.
Eitt úrslit av hesum er, at eitt
ávíst trýst er á skúlarnar – m.a.
frá foreldrum – at býta næmingar
sundur eftir førleika.
So kann man spyrja: hví býta vit
ikki bara næmingarnir upp eftir
førleika?
Her er neyðugt at hyggja eftir
hvussu skúlar í øðrum londum
klára seg. Tann finski fólkaskúlin er
ein endar skúli og verður roknaður
fyri at vera ein góður skúli. Tann
týski skúlin er ein uppbýttur skúli,
og verður ikki roknaður sum ein
góður skúli. Kanningar vísa sostatt,
at næmingar sum heild vera betri
fyri í ein eindarskúla enn í einum
førleikabýttum skúla. Bæði fakliga
og sosialt.
Sum sagt setir hetta stór krøv
til undirvísingardifferentiering,
men her eigur skúla leiðslan og
skúlastýrið at skipa soleiðis fyri, at
lærararnir fáa neyðugu førleikarnar
at differentiera sína frálæru.
Geva einstøku skúlunum
størri frælsi
Allir skúlar eru ymiskir og
fortreytirnar og avbjóðingarnar
eru tískil ymiskar hjá einstøku
skúlunum at veita eina góða
frálæru. Tað ber tískil illa til at skipa
undirvísingina á øllum skúlum
í landinum eftir einum felags
leisti. Tað skal verða møguligt hjá
einstøku skúlunum at skipa sína
frálæru soleiðis, at næmingarnir fáa
best møguligu undirvísingina.
Her kundi man hugt eftir hvussu
t.d. Frískúlin í Havn er skipaður.
Hóast frískúlin er undirlagdur
(næstan) somu reglum sum
fólkaskúlin, er hann ikki skipaður
sum ein vanligur fólkaskúli. Til
dømis verður undirvíst frá kl.
8-15, lærarar arbeiða frá kl. 8-16 og
dagurin er ikki býttur sundur í bitar
á 45 minuttir osv.
Um hinvegin verður hugt eftir
størru skúlunum í landinum (og
flestu av smærri skúlunum) eru
teir rættiliga líkir í sína skipan av
undirvísingini.
Mín pástandur er, at við at
lærarar, leiðsla og skúlastýri arbeiða
saman um at hugsa øðrvísi, eigur
at bera til at skipa eisini størri
skúlarnir á ein øðrvísi hátt soleiðis
at lærarar, næmingar og foreldur
føla at teirra skúli er heimsins besti.
Niðurstøða
Hvat er so niðurstøðan av
omanfyristandandi? Hvussu setir
skúlin hetta í verk?
Eg meti at tað fyrsta skúlin
eigur at gera er at seta í verk eina
góskumenningarskipan. Áðrenn
tit fara at hugsa “flakavirki” skal
eg royna at greiða frá hvat hetta
merkir.
Ein góðskummenningarskipan
er eitt amboð, ið kann brúkast
til at eftirmeta eina fyritøku,
ein almennan stovn ella eitt ikki
vinnuligt felag. Skipanin ger tað
møguligt at meta um úrslitini og
um royndirnar at náa úrslitunum.
Tað finnast nógvar tílíkar skipanir,
men eg vil mæla til at brúka eina
skipan, sum metir um allar partar
av virksemi skúlans.
Ein góð góðsku- og
eftirmetingarskipan kallað KVIK
(stendur fyri Kvalitets Verktøj
til udvikling af Innovation og
Kompetence) verður nógv brúkt í
Danmark.
Hvat er tað so sum skal
eftirmetast?
1. Leiðslan á skúlanum
2. Strategi og planlegging
3. Starvsfólk
4. Samstarv og tilfeingi
5. Mannagongdir
6. Úrslit fyri brúkarar og borgarar
7. Úrslit fyri starvsfólk
8. Úrslit fyri samfelagið
9. Lyklatøl
Sum dømi kann nevnast, at
førleikin hjá leiðsluni verður
eftirmettur undir pkt. 1, førleikin hjá
lærarum verður eftirmettur undir
pkt. 3, samstarv millum heim og
skúla verður eftirmett undir pkt. 4,
tilrættislegging av undirvísingini
verður eftirmett undir pkt. 2 og 5 og
so framvegis.
Sostatt sæst, at við at brúka eina
slíka skipan, so verður tikið hond
um øll viðurskiftini eg havi viðgjørt
omanfyri. Sostatt meti eg, at ein
fortreyt fyri at broyta skúlan er at
seta í verk eina eftirmetingarskipan.
Tá eftirmetingin er framd verða
ætlanir lagdar fyri hvussu skúlin
kann betrast. Eitt ár seinni verður
so aftur eftirmeting gjørd.
Áheitan
At enda vil eg heita á øll foreldur at
fara á skúlastýrisval 13. november
og velja góð fólk í skúlastýrini.
Týdningarmesta tilfeingið