Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Arnbjørg Jacobsen fekk í gjár­kvøldið tveir synir vald­ ar á komm­un­u­valinum. Hon er mamma Torbjørn og Brand Jac­ob­sen, sum vórðu vald­ir í komm­nu­ stýr­ini í á­vík­a­vist Run­ avíkar og Eyst­urkommunu. Tor­bjørn Jacobsen, sum er lands­kend­ur frá lands­poli­ tikki, still­aði fyri fyrstu ferð upp á komm­uval­i­num í Run­ a­vík­ar kommunu, og hann fekk eitt sera gott val við 181 per­són­lig­um atkvøðum. Brand­ur Jac­ob­sen stillaði upp á vali­num í Eystur komm­unu, og honum gekst eis­ini sera væl, tí hann varð vald­ur við 93 atkvøðum. Tað var tí ein errin mamma, sum Sosialurin hitti á Glyvr­ um í gjárkvøldið. – Torbjørn kann verða eitt sindur buldraligur við hvørt, men eg stuðli honum í øll­um tí, hann fæst við, og tað er spenn­andi at fáa hann í bý­ ráðið í Runavík, tí tað hend­ ir altíð nakað, har hann er, segði Arnbjørg. – Brandur er eitt sindur frið­ar­ligari enn Torbjørn, men hann er eisini ar­beiðs­ sam­ur og dugn­a­lig­ur, og hann fer utt­an iva at klára seg væl í Eysturkommunu. Torbjørn og Brandur ar­ beiða báðir í Runavík, og teir eru javn­an til døgurða hjá mamm­uni. Teimum dámar væl at fáa før­oysk­an mat – ikki minst blóðpylsu og mjólk. – Eg ivist ikki í, at vit fara at fáa onkur góð prát um pol­i­tikk, og hvør veit, um vit ikki eisini fara at kjakast um eina komm­unu­s­amanlegging mill­um Eysturkommunu og Runa­vík­ar kommunu, nú eg havi ein son í hvørjari legu, segði Arn­bjørg. Stórsigurin hjá Javnaðarflokkinum og Heð­ini Mortensen á býráðs­val­i­ num í Havn í gjár varð størri, enn tey flestu høvdu væntað. Gall­up­kann­ ing­ar­nar, sum hava verið gjørd­ar fram undir valið, hava pass­að sera væl. Tær hava allar víst, at Javn­að­ ar­flokk­urin fór at ganga nógv fram, at Fólk­a­flokk­urin fór at ganga aft­ ur, at Sam­bandsflokkurin og Tjóð­ veldi fóru at standa nøkulunda í stað – og at tað fór at ríða um snar­ið hjá Framsókn at fáa fólk valt í Tórs­ havn­ar býráð. Sum vit so mangan hava sæð áð­ur, so førir høg valluttøka til, at tann flokk­urin, sum hevur besta stim­an, fær enn meira. Hetta vísti seg eis­ini við, at Javnaðarflokkurin fekk tað sjeynda umboðið og harvið meiri­lut­an. So kundu vit kanska hildið, at nú var alt leyst og liðugt hjá Javnað­ ar­flokk­i­num at skipa samgongu eins­a­mallur. Men tað er valla tað skila­besta at gera. Sjálvandi skal flokk­urin liva upp til tað álit, sum velj­ar­in hevur givið honum, men pol­it­iskt taktiskt er tað ikki skila­ gott at lata allar hinar flokkarnar sita uttan ávirkan. Tjóðveldisflokkurin hevði eitt nøk­u­lunda gott val, hóast hann misti eitt umboð. Jógvan Arge se­ men­t­er­aði støðu sína sum leiðarin hjá Tjóð­veld­i­num í Tórshavnar bý­ráð – og hann hevði verið borg­ ar­stjór­a­evni, um tað var ein møgu­ leiki. Fyri at fáa arbeiðið at ganga best í Tórs­havn­ar býráð, so hevði tað verið skila­best, at Javn­að­a­r­flokk­ur­in skip­aði eitt breitt sam­starv í bý­ráð­num. Honum nýtist als ikki at skipa nakra samgongu, tí flokkurin í sær sjálvum er ein samgonga. Men um flokkurin lat Jógvan Arge vara­borg­ar­stjórasessin og lat hinar flokk­ar­nar fáa rímuliga umboðan í nevnd­um. Ger Javnaðarflokkurin ikki tað, so fær hann alla andstøðuna í­móti sær. Og tað verður ein massiv and­ støða – eitt trýst, sum als ikki hevur ver­ið at sæð í Tórshavnar býráð sein­astu átta árini – ella serliga fýra tey sein­astu, tí and­støð­an frá ser­liga Fólk­a­flokk­i­num hev­ur ver­ið held­ur mátt­leys hesi árini. Men tað verð­ur hon ikki, um allir hinir trígg­ ir flokk­ar­nir skulu verða mót­støð­ u­flokk­ar hjá meiri­lut­a­num – og Javn­að­ar­flokk­i­num. Okkara boð er, at Javnað­ar­ flokk­ur­in skipar eitt breitt sam­ starv, har hinir flokk­ar­nir kenna seg hava ávirkan og á­byrgd. Fyri Javn­að­ar­flokk­in kann tað fyri so vítt gera tað sama, tí flokk­urin hevur buktina og báðar end­ar­ nar kortini. Men tað verður ein dagur aftan á Heð­in Mortensen, og tá tørvar Javn­að­ar­flokkinum aðrar flokkar at sam­starva við. Javnaðarflokkurin má geva hinum ávirkan í býrðanum Ein breið samgonga í Havn Vóru Janus Rein og Poul Mich­elsen ikki farnir at klandr­ast, ella høvdu tey í Fram­sókn lagt størri dent á upp­still­ing­ina í Havn, so hevði Fram­sókn verið tann fyrsti av teimum smærru flokk­u­num í sekstan ár sum hevði megn­að at koma inn um gátt­ina í Tórshavnar bý­ráð. Men tað eydnaðist alt­so ikki, tí flokk­urin er átta at­ kvøð­ur aft­an fyri sjeynda pláss­ið hjá Javna­ða­r­flokk­ inum. Tað vil siga, at hevði Fram­sókn havt níggju at­ kvøð­ur fleiri, so hevði Halla Sam­u­el­sen á sjeynda plássi hjá Javn­að­ar­flokk­i­num fall­ ið, og so hevði Ruth Vang ver­ið vald fyri Fram­sókn. Tað má vera hugstkoytt hjá ein­um nýggjum flokki at kunna staðfesta, at inn­ an­hýs­is stríð og ósemja í ein­um spildurnýggjum flokki er orøskin til, at tað mis­eydn­aðist hjá flokkinum rætt­i­liga at gróðurseta seg í høv­uðs­stað­num. Sum eygleiðarar kunnu vit bara staðfesta, at hevði Poul Micehlsen fingið sín vilja við at stilla Janus Rein upp, so hevði flokkurin kom­ið í Tórshavnar býráð. Ella um Poul Michelsen tók sama stig sum Jenis av Rana og sum floksformaður still­ aði upp, so hevði Framsókn eis­ini fingið umboð. Við øðrum orðum kunnu vit staðfesta, at tapið hjá Fram­sókn er sjálvgjørt – eitt sjálv­mál... Sjálvmál hjá Framsókn í Havn Arnbjørg fekk tveir synir valdar Magnus er sterkur í Runavík kjak á síðu 36 Pauli helst borg­ arstjóri í Vestmanna Tíðindi á síðu 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arnbjørg Jacobsen og sonur Tórbjørn ... og hin sonurin Brandur og konan Súsanna