Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Yviri við Strond 6 Postmoga 215 110 Tórshavn Tel. +298 314583 bustadir@bustadir.fo www.bustadir.fo Opin hugskotskapping: SKAPA EIN BÝLING Oman Mattalág Bústaðir hava eitt øki á stødd við ein fótbóltsvøll í Vesturbýnum. Har fara vit, í samstarvi við Tórshavnar kommunu, at skapa eitt serstakt umhvørvi. Vit ynskja ein vælvirkandi og framtíðarvendan býarpart. Ver við í hugskotskapping og kom við boðum uppá, hvørjar karmar tey, sum koma at búgva har, og grannalagi fara at fáa. Vit hugsa okkum ein býling við 25 ella fleiri bústøðum, sum í ymisleika eru so fjølbroyttir, at tað er rúm fyri øllum. Vit hugsa okkum ein býling, sum bæði er ein ágóði og eitt prýði fyri økið og grannalagið, og sum samstundis er ein arkitektonisk heild. Oman Mattalág skal eisini vera sýnisgluggi fyri komandi bygging í Føroyum. Tí er tað ein treyt, at innsendu hug­ skotini vísa á, hvussu umhvørvið og orkunýtsla kunnu spæla saman í arkitektonisku heildini. Ver við í kappingini og ger eina neyva ætlan um, hvussu vit byggja ein nýskapandi og spennandi býling mitt í Havnini. Hugskotskappingin er í tveimum pørtum: Fyrri partur er ein høvuðs ætlan fyri alt økið, meðan seinni partur fevnir um 3 til 5 ymisk íbúðarsnið. Luttakararnir í hugskotskappingini kunnu gera uppskot til allan býarpartin ella til einstøk íbúðarsnið. TíðAræTLAN OG TrEyTIr fyrI KAPPINGINA Tíðarfreist fyri innlating av uppskotum er fríggjadagin 1. februar 2013 kl. 16:00. Les meira á www.bustadir.fo. Her finnur tú korttilfar og byggiskrá, ið m.a. inniheldur treytir og virðislønir BúSTAðIr hAvA TIL ENdAMáLS AT ­ virka fyri at øll í Føroyum kunnu útvega sær ein góðan bústað ­ tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum ­ byggja orkuvinaligar íbúðir