mikudagur 14. november 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pidda-málið
Át seinastu
máltíðina
við Pidda
Rættarmál Tann seinasti, sum politiið við vissu veit hevur sæð
Pidda, er ein taksaførari, sum ikki bert koyrdi Pidda hósdagin
3. november, men eisini átnátturða saman við honum
Leo Poulsen
Ein taksaførari er tann sein
asti, sum hevur sæð Pidda á
lívi, og hetta hendi hósdagin
3. november í fjør.
Um 15-15.30 ringir Piddi til
hendan taksaføraran, sum
koyrir hann í Rúsuna. Seinni
koyra teir báðir so ein biltúr,
og eru heima aftur beint
áðrenn klokkan 17.
Seinni aftur gera teir
báðir so av, at gera ein góðan
bita saman.
Teir steikja so búffar, gera
sós og kóka epli, og eta síðani
í køkinnum.
Seinni fara teir so inn í
stovuna, har teir práta um
leyst og fast.
Taksaførarin mintist ikki
nágreiniliga, hvat teir tosa
um, men børnini hjá teimum
báðum var í hvussu er eitt
tema.
Vitnið greiddi frá, at hann
var komin at kenna Pidda, tá
teir hittust í einum føðingar
degi, og teir høvdu verið væl
síðani.
Tað hendi ikki ofta, at teir
báðir ótu saman, men tað
kom kortini fyri, og hetta var
ikki fyrstu ferð.
Taksaførarin segði, at Piddi
hevði verið deprimeraður
leingi, men hetta kvøldið var
hann í góðum lag. Hetta er
so eisini ein ábending um, at
Piddi ikki hevur gjørt enda á
sær sjálvum.
Vitnið mintist ikki, júst
nær hann var farin til hús,
men hann var í hvussu er
heima áðrenn klokkan 22, tí
tá plagdi pápin at tørna inn,
og hann var framvegis uppi.
Piddi var sovnaður á sofuni,
og taksaførarin kann vera
farin heim so tíðliga sum 19-
20 tíðina.
Annars
vórðu
fólk
í
gjáramorgunin
avhoyrd,
sum kunnu greiða frá um
tíðarskeiðið rundan um 1.
til 3. november, tí sambært
ákæruvaldinum skal kroatin
hava beint fyri Pidda fríggja
náttina, 4. november.
Dámdi ikki ákærda
Ein av vinkonunum hjá fyrr
verandi konu Pidda hevur
givið frágreiðing í Føroya
Rætti í gjáramorgunin. Hon
býr á Gerðisvegi 28, bert fá
hús frá Gerðisvegi 34, har
Piddi búði.
Hon fær at vita frá vin
konuni, at hon og ákærdi hava
fingið húsini á Gerðisvegi 34,
og at Piddi skal vera úti 1.
november. Fyrrverandi kona
Pidda sigur somuleiðis, at tað
er ákærdi, sum hevur fingið
hetta í lag.
Er
Piddi
ikki
úti
1.
november, fer politiið at
tveita hann út.
Men 1. november kemur
og fer, uttan at nakað broytist
á Gerðisvegi 34.
Hetta vitnið sær Pidda
spáka aftur og fram, sum var
einki hent. Hon sær, at ljós
er framvegis í húsunum, og
at Piddi ikki er farin út.
Seinnapartin 1. november
kemur
fyrrverandi
kona
Pidda á vitjan og er rættiliga
ørkymlað, tí Piddi ikki er far
in úr húsunum, og tær báðar
bíða spentar eftir, at politiið
skal koma á staðið.
Men har kemur einki
politi.
Vinkonan segði í rætt
inum, at ákærdi hevði verið
inni hjá henni tríggjar ferðir,
og at hon beinanvegin fekk
andstygd mótvegis honum.
Leo Poulsen
Tað kom undan kavi, at Piddi
seinastu tíðina hevði verið í
betri lag, tí hann hevði hitt
eina íslendska kvinnu, sum
hann ætlaði at vitja.
Eitt av vitnunum í gjára
morgunin var eitt systkina
barn Pidda. Hann hevði
seinast verið saman við
horvna
manninum
val
kvøldið 29. oktober.
Tá hevði Piddi verið
í
góðum
lag.
Týsdagin
1. november hevði hetta
systkinabarnið
ringt
til
Pidda, men tá var lagið ikki
gott, greiddi vitnið frá.
Hann segði tó, at Piddi
seinastu tíðina hevði verið
í rættiliga góðum lag, tí
hann hevði hitt eina ís
lendska kvinnu, sum hann
hevði ætlanir um at fara at
vitja.
Tað var umleið 22. sep
tember, at Piddi var á einari
fiskarímessu í Íslandi, og
har hitti hann eina kvinnu,
sum sambært frágreiðing
til Rejseholdet, Piddi hevði
kalla fyri eina »pæn pige«.
Hetta hevði eisini ført til,
at allir møguleikar vórðu
kannaðir við sambandi til
Íslands, eisini um Piddi
skuldi verið farin við einum
íslendskum farmaskipi til
Íslands.
Hinvegin staðfesti hetta
systkinabarnið, at tað ikki
var Pidda líkt at fara av
landinum uttan at siga
nøkrum frá.
leo@sosialurin.fo
Piddi hitt íslendska kvinnu
Piddi hevði verið
deprimeraður leingi,
men hetta kvøldið
var hann í góðum lag