Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pidda-málið Einaferð vóru vinkonan komin inn til hennara saman við ákærda, eina aðru ferð komu tey í føðíngardag hjá einum av børnum hennara, og eina triðju ferð kom ákærdi einsamallur eftir børn­unum hjá fyrrverandi konu Pidda. Ákærdi sjálvur segði, at hann bara hevði verið inni hjá vitninum, tá hann hevði verið eftir børnunum hjá unn­ustuni, so heldur ikki her var samsvar millum tað, sum ákærdi sigur, og hvat vitn­ir siga. leo@sosialurin.fo Ákærdi koyrdi Skodabilin á verkstað hósdagin 3. november, men mátti fáa hann aftur sama dag, tí hann segði seg arbeiða í Klaks­vík. Hósdagin 3. november var ákærdi á verkstaði í Runa­vík, tí okkurt var galið við bremsunum á Skoda­bil­inum.

 Ein mekanikari, ið ar­beiðir á hesum verk­ stað­num var í rættinum og greiddi frá, at ákærdi helst hevur fonglast við brems­urnar og hevði oyði­lagt okkurt gevind, mint­ist hann.

 Hann mintist eisini, at ákærdi mátti fáa bilin aftur sama dag, tí hann arbeiddi í Klaksvík, og hann kundi ikki læna nakr­an annan bil, tí Bakka­frost rindaði fyri at koyra ígjøgnum Norðoya­ tunnilin.

 Hetta er enn eitt dømi um, at ákærdi gekk ógvu­liga lætt um sann­ leik­an.

Bil­mekanikarin segði eisini í Føroya Rætti gjára­morg­un­in, at teir ikki hugs­aðu nakað um, hvørt baksetrið var í ella ikki, men helt, at teir høvdu varn­ast tað, um tað ikki var í bilinum.

 Hann mintist ikki, um ein kubbi var í bilinum, men hevur áður greitt frá, at ákærdi hevði sagt, at Bakka­frost hevði goldið fyri kubban. leo@sosialurin.fo Leo Poulsen Eitt vitni sigur seg hava sæð Skoda Fabia bilin í júst sama víkiplássi, har politiið seinni fann blóðrestir eftir Pidda. Og eitt annað vitni segði seg enntá hava sæð bæði bil og ákærda í sama víkiplássi. Fyrra vitni, ein ungur drongur, arbeiddi í einum bakaríi í Klaksvík, og ar­ beiddi vikuskiftið 4. til 6. november, og koyrdi tíð­liga á morgni gjøgnum Norðoya­ tunnilin úr Klaksvík til Leirvíkar. Hetta vikuskiftið metti hann, at klokkan mundi vera umleið 05.40, tá hann sá ein Skoda Fabia bil standa við næsta víki­plássi Leir­víks­ megin frá. Bilurin stóð upp á longs við koyribreytini, og ungi maðurin slakaði ferð­ ina niður á eina 30 k/m. Hann hugsaði, at bilurin helst var uppsteðgaður, men hann sá einki fólk har. Hitt vitni, ein eldri maður úr Leirvík, stuðlaði enn meira upp undir teoriina hjá ákæru­valdinum. Hann segði, at hann og viðhvørt konan koyrdu ungdómar úr Leirvík til Klaksvíkar um viku­skiftini og heim aftur. Umrødda vikuskifti hevði hann sæð Skoda Fabia bilin staðið bakkaðan inn í víkiplássið, og hann sá ákærda standa uttan fyri før­ara­hurðina. Hann kendi ákærda, tí hann arbeiddi eitt skifti á Bakkafrost, og sjálvt um teir ikki arbeiddu á somum vakt, møtti ákærdi ofta væl áðr­enn hann skuldi, og kom tá inn har, sum hetta vitni ar­beiddi. Spurdur, lat hann verjan vita, at hann var púra vísur og sannførdur um, at talan var um ákærda. Sá ákærda í Norðoya­ tunlinum Rættarmál Á rættarfundinum í gjár greiddi eitt vitni frá, at hann við vissu hevði sæð ákærda í Norðoyatunlinum eina nátt umrødda vikuskifti, tá Piddi hvarv Segði seg arbeiða í Klaksvík Fleiri av vitnunum í rætt­ inum í gjár greiddu frá, at kona Pidda hevði sagt frá, at hon skuldi flyta inn í húsini á Gerðisvegi 34, men Piddi visti eftir øllum at døma einki. Fleiri av grannunum hjá Dánial Petur Hansen vórðu avhoyrdir í Førya Rætti í gjár. Allir greiddu frá, at fyrr­ver­ andi kona Pidda fortaldi fyri fleiri fólkum, at hon og børn­ini saman við ákærda skuldu flyta inn á Gerðisvegi 34, og at Piddi skuldi vera úti 1. november. Samstundis greiddu hesir somu grannar frá, at tað av­ gjørt ikki var nakað, sum merkt­ist á Pidda, at hann skuldi vera úti úr húsinum 1. november. Tvørtur ímóti søgdu grannarnir, at Piddi ongan­tíð nevndi nakað um hetta, og fyri teimum tóktist, sum Piddi als einki visti um hetta. Grannar greiddu frá, at Piddi var í húsunum eftir 1. november, og ein teirra segði, at sjónvarpið koyrdi kon­ stant, tá Piddi var heima. Hesin grannin greiddi eis­ ini frá, at hendan leygar­dag­ in, ið ruddað og vaskað varð, koyrdi Skodabilurin ofta til og frá húsunum, og tað undar­liga var, at hann koyrdii inn í garag­una hvørja ferð, og hurð­in varð latin aftur. Stóðu bilar í innkoyringini, máttu teir flytast, fyri at Skoda­bilurin skuldi sleppa inn í garaguna. Annars boðaði Linda Hessel­berg, ákæri, frá, at hon fráfall fleiri vitnir, ser­ liga politistar, tí onnur vitni høvdu longu fingið tað fram, sum hini vitnini annars vórðu ætlað at greiða frá. Tað merkir so, at dagurin í dag og í morgin verða ikki so drúgvir í rættinum, sum roknað varð við. leo@sosialurin.fo Piddi visti av ongum Hýruvognsførarin er hin seinasti, sum politiið við vissu veit hevur sæð Pidda á lívi – burtursæð frá tí, ið gjørdi av við hann. Hýruvogns­førarin át nátturða saman við Pidda, og fór til hús í seinasta lagi fyri klokkan 22 Tekningar: Janus Guttesen