mikudagur 14. november 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Úrslitið av býráðsvalinum
í Havn passaði væl til tær
veljarakanningar,
sum
Gallup
Føroyar
gjørdi
framman undan valinum.
Javnaðarflokkurin stóð í øll
um trimum kanningunum til
stóra framgongd, sum bleiv
enn størri, tí eingin av kann
ingunum spáddi flokkinum
at fáa reinan meiriluta.
Broytingarnar er í øllum
flokkum uttan Sambands
flokkinum, sum fekk sama
umboð valt sum seinast,
Annfinn
Brekksten
á
Velbastað, sum hesaferð varð
valdur sum klárt nummar
eitt við 345 persónligum at
kvøðum. Á valinum í 2008,
tá Sambandsflokkurin misti
tvey umboð, fekk hann 262
atkvøður,
meðan
Høgni
Mikkelsen, sum fall, fekk
259 atkøvður og Beate L.
Samuelsen, sum eisini fall,
fekk 181.
Fólkaflokkurin má veittra
farvæl til tveir býráðslimir.
Tann
royndasti
er
Jan
Christiasen, sum hevur sitið
í Tórshavnar Býráð í samfull
28 ár – hann varð fyrstu ferð
valdur í 1984 og hevur sitið
síðani. Vagnur Johannesen,
sum eisini fall hesaferð,
hevur sitið í býráðnum sein
asta valskeiðið. Nýggjur á
Fólkaflokslistanum er Bogi
Andreasen,
sum
seinasta
valskeiðið
hevur
sitið
í
býráðnum sum fyrst valdi á
Tjóðveldislistanum.
Hjá Tjóðveldinum varð
Jógvan
Arge
hesaferð
valdur sum nummar eitt,
eins og hann eisini var í
2004. Jógvan Arge fekk 445
atkvøður.
Næstvald
varð
Marin Katrina Frýdal við 415
og nývaldur fyri Tjóðveldi
var Jákup Dam í Kollafirði
við 307 atkvøðum.
Jákup Símun Simonsen
gjørdist hesaferð ov stuttur.
Hann hevur sitið í býráðnum
seinasta valskeiðið. Hann
fekk 205 atkvøður og er
nummar fimm á listanum.
Hjá Javnaðarflokkinum
er nógv nývald. Tríggjar
kvinnur og ein maður eru
nývald. Tey eru Bjørghild
Djurhuus við 281 atkøvðum,
Helena Dam á Neystabø við
200 atkvøðum, Sigrun Mohr
við 181 atkøðum og Tróndur
Sigurðsson við 177. Afturvald
vórðu
Heðin
Mortensen
við 2.637 atkøvðum, Elin
Lindenskov við 178 atkvøðum
og Halla Samuelsen við 170
aktøvðum.
Tað gekk akkurát ikki hjá
Framsókn at fáa umboð valt
í býráðið hesaferð. Veljara
kanningarnar spáddu flokk
inum at fáa um seks prosent
og knapt seks prosent, og tað
gjørdist júst so, tí flokkurin
fekk 5,83 prosent. Flokkinum
vantaðu níggju atkøvður í
at fáa sjeynda umboðið frá
Javnaðarflokkinum. Hevði
flokkurin fingið hesar níggju
atkvøðurnar, so æt 13. býráðs
limurin í Tórshavnar Býráð
ikki Halla Samuelsen men
Ruth Vang.
Sjálvstýrisflokkurin hevði
hesaferð eitt sera vánaligt
val. Flokkurin fekk bara 208
atkvøður og 1,87 prosent. Tað
er ein afturgongd upp á 3,43
prosent í mun til seinasta
val.
Miðflokkurin fekk eisini
aftur hesaferð lítið burtur úr
at stilla upp til býráðsvalið.
Hann fekk 287 atkvøður og
2,9 prosent, sum er ein lítil
afturgongd í mun til seinast
upp á 0,32 prosent.
Í nýggja býráðnum í Havn
eru fimm nývald fólk og
átta, sum eru afturvald. Har
sita nú sjey menn og seks
kvinnur.
eirikur@sosialurin.fo
Fimm nýggj í Tórshavnar býráð
BÝRÁÐSVAL Stórar broytingar vóru í Tórshavnar býráð á kommunuvalinum í
gjár. Javnaðarflokkurin var stóri vinnarin við 9,2 prosentum í framgongd, meðan
Fólkaflokkurin var størsti taparin við 6,23 prosentum í afturgongd
C Heðin Mortenen . . . . . . . . . . . . . . . 2637
E Jógvan Arge . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 445
C Bjørghild Djurhuus . . . . . . . . . . . . . . 281
A Sjúrður Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . 310
C Helena Dam á Neystabø . . . . . . . . . 200
E Marin Katrina Frýdal . . . . . . . . . . . . 415
C Sigrun Mohr . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 181
B Annfinn Brekkstein . . . . . . . . . . . . . 345
C Elin Lindenskov . . . . . . . . . . . . . . . . 178
A Bogi Andreasen . . . . . . . . . . . . . . . . 259
E Jákup Dam . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 307
C Tróndur Sigurðsson . . . . . . . . . . . . . 177
C Halla Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . . . 170
...og hesi fullu:
A Jan Christiansen . . . . . . . . . . . . . . . . 193
A Vagnur Johannesen . . . . . . . . . . . . . 114
C Levi Mørk . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 164
C Maria Hammer Olsen . . . . . . . . . . . . . 97
E Jákup Símun Simonsen . . . . . . . . . . 205
Hesi vórðu vald
í Tórshavnar býráð
Tórshavnar býráð 13. november 2012
Atkvøður
1756
4
1130 8 4599
1
208
2506 2
287
649
Atkv./2
878 10
565
2300
3
104
1253 6
144
325
Atkv./3
585
377
1533
5
69
835 11
96
216
Atkv./4
439
283
1150
7
52
627
72
162
Atkv./5
351
226
920
9
42
501
57
130
Atkv./6
293
188
767 12
35
418
48
108
Atkv./7
657 13
Listi
A
Nr.
B
Nr.
C
Nr.
D
Nr.
E
Nr.
H
Nr.
F
Nr.
Útrokning av býráðslimum pr. flokk
Tilsamans: 11.135 atkvøður – 856,5 atkvøður í meðal pr. býráðslim
Bjørghild Djurhuus
Helena Dam á Neystabø
Sigrun Mohr
Elin Lindenskov
Tróndur Sigurðsson
Halla Samuelsen
Jógvan Arge
Marin Katrina Frýdal
Jákup Dam
Sjúrður Olsen
Bogi Andreasen
Annfinn Brekkstein
Heðin Mortensen