mikudagur 14. november 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
- Seinasti tímin var øgiligur.
Ta einu løtuna var eg langt
uttanfyri, og at enda var eg
so inni aftur, sigur Tróndur
Sigurðsson. Tá endaliga úrs
litið lá fyri, hevði ungi havn
armaðurin fingið 177 atkvøð
ur.
Dagliga starvast Tróndur
Sigurðsson sum seljari hjá
eini bilfyritøku í Havn. Har
afturat er hann eitt kent
andlit innan føroyska fót
bóltsheimin, har hann hevur
leikt við HB og AB.
Valkvøldið
sat
hann
heima saman við familju
og einum parti av teimum
fólkunum, sum hava hjálpt
honum í samband við bý
ráðsvalið.
- Tá tað endaliga bleiv
staðfest, at eg var komin inn,
var eg rættiliga ovfarin, og eg
má viðganga, at tað tók eina
løtu at sodna, fortelur Trónd
ur Sigurðsson, sum saman
við øðrum hátíðarhelt góða
valúrslitið hjá sær og Javn
aðarflokkinum.
- Nógv fólk komu at heilsa
uppá, bæði familja, vinir og
kenningar, og tað var ótrúliga
stuttligt og hugnaligt, sigur
Tróndur Sigurðsson. Eisini
nógv fólk valdu at ynskja
nývalda býráðsliminum til
lukku
umvegis
telefonin.
So mikið nógv, at telefonin
gjørdist óvirkin eina løtu.
- Stutt eftir at endaliga
úrslitið lá fyri, og eg við vissu
var komin inn í býráðið, frys
ti fartelefonin í eina góða
løtu, sigur Tróndur Sigurðs
son og flennir.
Yngsti býráðslimur
Tróndur Sigurðsson er við
sínum 23 árum yngsti býráðs
limur nakrantíð í Tórshavnar
Kommunu. Jan Christiansen,
sum nú fall á valinum, kom
in í Tórshavnar Býráð í 1984
sum bert 26 ára gamal, og
eisini Kári Thorsteinsson var
26, tá hann í 1976 bleiv valdur
inn í býráðið.
At vera 23 ár og sita í Tórs
havnar Býráð er tó eingin
forðing fyri nývalda býráðs
limin.
- Eg dugi ikki at síggja
nakrar vansar í, at eg eri
ungur. Eg eri nýggjur, frísk
ur og havi eini rúgvu av orku.
Harafturat eri eg jørðbundin
og væl skipaður í tí, sum eg
geri, sigur Tróndur Sigurðs
son.
Starvsfelagarnir í býráð
num hava tikið væl ímóti
sær.
- Eg havi verið væl mót
tikin og havi tað eisini
sjálvur gott við hinum bý
ráðslimunum. Eg haldi, at
tey halda tað eisini vera
stuttligt at hava ein ungan
mann ímillum sín, sigur
Tróndur
Sigurðsson.
Tað
eru seytjan ár millum hann
og næstyngsta býráðslimin.
Tað er Bogi Andreasen, ið er
40 ára gamal.
Ein strævin tíð
Tróndur Sigurðsson dylir
ikki, at hann hevur havt úr
at gera seinastu tíðina í sam
bandi við býráðsvalið.
- Hesir seinastu 10 dagar
nir hava verið ótrúliga langir
og krevjandi. Eg havi so at
siga als ikki fingist við annað
enn politikk, greiðir Tróndur
Sigurðsson frá.
Hetta er fyrstu ferð, at
hann hevur stillað upp til
býráðsval, og sjálvur heldur
hann, at valstríðið hevur ver
ið drúgt.
- Hetta hevur verið eitt
rættiliga langt valstríð, og
eg byrjaði eisini tíðliga við at
markera meg við eitt nú at
skriva lesarabrøv. Tann sein
asta mánaðin hevur alt meir
ella minni snúð seg um valið,
so hóast seinasta tíðin hevur
verið spennandi og lærurík,
so hevur tað eisini verið hart,
sigur Tróndur Sigurðsson og
leggur afturat:
- Nú verður gott at kunna
brúka tíð aftur saman við
unnustuni og dóttrini aftur,
tað er púra sikkurt, sigur
Tróndur Sigurðsson, sum
eisini gleðir seg at fara í
gongd við býráðsarbeiðið.
- Eg ætli mær at arbeiða
fyri tí, sum eg lovaði veljar
unum, og tað er at menna
ítróttarøkið í Havnini og eisini
virka fyri betri bústaðarviður
skiftum í kommununi, sigur
nývaldi býráðslimurin.
Yngsti býráðslimur nakrantíð
Býráðsval - Hetta hevur verið strævnari enn nakar fótbóltdystur, eg havi leikt. Tað
sigur 23 ára gamli Tróndur Sigurðsson, sum í gjárkvøldið bleiv valdur inn í Tórshavnar
Býráð. Sostatt er hann tann yngsti, sum hevur sitið í býráðnum í Havn
2012
2008
munur %
munur atkv.
LISTI
ATKV.
%
VALD
ATKV.
%
VALD
LISTI A
1.756
15,77%
2
2257
22,00%
3
-6,23%
-501
LISTI B
1.130
10,15%
1
1150
11,20%
1
-1,05%
-20
LISTI C
4.599
41,30%
7
3289
32,10%
5
9,20%
1.310
LISTI D
208
1,87%
0
539
5,27%
0
-3,40%
-331
LISTI E
2.506
22,51%
3
2670
26,10%
4
-3,59%
-164
LISTI F
649
5,83%
0
0
5,83%
LISTI H
287
2,58%
0
234
2,29%
0
0,29%
53
Valið í Tórshavnar kommunu