Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Elin á Torkilsheyggi er nú á triðja sinni afturvald í bygdaráðið í Nes kommu, og hesaferð fekk hon størri undirtøku enn nakrantíð áður. Hon hevur verið forkvinna í mentanarnevndini hesi bæði seinastu skeiðini, og hon hevur eisini verið limur í teknisku nevnd. Spurd, um hon nú verður borgarstjóri í Nes kommunu, sigur Elin, at tað er hetta, sum nú fer at verða telvað um, sum hon tekur til. - Eg fari at stíla eftir at fáa borgarstjórasessin, og eg eri til reiðar at átaka mær henda postin, um tað stendur mær í boði. Eg eri ógvuliga fegin fyri undirtøkuna, eg havi fingið á valinum hesaferð. Tvær kvinnur Elin á Torkilsheyggi sigur, at hon er nøgd við, at kvinnulistin í kommununi fekk tvey fólk vald á sínum lista hesaferð. - Vit fingu eisini tvær kvinnur valdar á valinum seinast, og vit eru báðar afturvaldar. Hin er Súnfríð Jacobsen. Nes kommuna hevur áður havt kvinnu í borgar­ stjórasessinum. Tað var, tá Marjun Gaardbo var borgarstjóri í kommununi. Vilmund Jacobsen 33 ára gamli, Jákup A. Olsen, er ein av teimum trimum ný­ valdu í Nes kommunu. - Míni hjartamál eru kommu­nan og tey fólk, sum búgva her. Eg vil gjarna, at fleiri fólk kunnu gerast errin av at vera borgarar í kom­mu­nuni. Tað eru vit her í kommununi, sum skulu spenna vøddar móti øðrum, um tað er neyðugt – og ikki bara spæla eftir reglunum hjá øðrum, sigur hann. Bíligari grundstykki Jákup A. Olsen heldur, at skal Nes kommuna fáa fleiri inn­ tøk­ur, verður neyðugt at fáa selt eitt sindur av ríki­dømi­ num, og tá hugsar hann um grund­stykkini, sum kom­mu­ n­an eigur. - Selja vit hesi grund­ stykki, fáa vit fleiri familjur at seta búgv í kommununi, og tá hevur tað ikki minst týdn­ing, at talan serliga verð­ur um barnafamiljur. Vit skulu geva hesum familjum eitt gott heim á Toftum, og tað hava vit umstøður til. Jákup A. Olsen sigur, at tað skal ikki gerast dýrari at búgva á Toftum. - Vit kappast eitt nú móti Havn­ini og Klaksvíkini, og eg haldi tað vera týdn­in­g­ar­mikið, at vit gera tað attrak­tivt at búgva í Nes kom­mu­nu. Nývaldi bygdaráðslimurin held­ur, at kommunan eig­ur at skipa so fyri, at grund­stykkini, sum kom­mu­nan eig­ur og sum eru gjørd byggi­búgv­in, verða seld bíligari enn tað, tey kunnu keypast fyri í dag. - Hesi grundstykki verða í dag seld fyri umleið 300.000 krón­ur, og eg haldi, at vit eiga at selja tey fyri umleið helm­ ingin av hesi upphædd. Hann vísir á, at tá hesi grund­stykki kanska hava ligið útgrivin og planerað í eini trý ár og soleiðis ikki hava givið kommununi peng­ ar, er skilagott at royna at fáa hesi grundstykki seld fyri ein mun­andi lægri prís. - Fáa vit bara selt eitt av hes­um grundstykkjum fyri hálvan prís, fær kommunan peng­ar í kassan, og er tað tá fólk, sum koma aðrastaðni, fær kommunan eisini nýggj­ ar skattainntøkur. Jákup A. Olsen tekur sam­an­um og sigur, at grund­ stykk­ini, sum Nes kommuna eig­ur og hevur til sølu, eru alt ov dýr. - Tað líkist ongum, at hesi grundstykki á Toftum skulu kosta seks ferðir so nógv, sum eitt planerað grund­ stykki kostar eitt nú í Hvalba. Vinnuligir karmar Nývaldi bygdaráðslimurin í Nes kommunu vísir á, at havna­lagið á Toftum er gott, men hann heldur, at um­ráð­ andi er, at vinnan í økinum fær enn betri karmar at virka undir. - Tað er her, at vit kunnu spenna okkara vøddar í mun til øll onnur, sigur Jákup A. Ol­s­en. Vilmund Jacobsen At Nes kommuna fær nýggj­an borgarstjóra er einki nýtt. Símun Jo­han­ ne­sen, sum hevur verið borg­ar­stjóri seinastu átta ár­ini, stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð. Tveir listar vóru í Nes kommu­nu, ein listi sum varð gjørdur á almennum fundi - og so ein kvinnulisti. Al­menni listin fekk fimm fólk vald í bygda­ráðið, og kvin­nu­list­ in fekk tvey umboð, sum bæði vórðu afturvald. Hvør nýggjur borgar­ stjóri verður í Nes kom­mu­ nu tey næstu fýra árini, er ilt at spáa um. Hyggja vit eftir at­kvøðu­ talinum hjá teimum fyrst­ valdu í nýggja bygda­ráð­ num, liggja tey sera jøvn. Jóhannus Danielsen fekk 96 atkvøður, Súni í Hjøllum 95, og Elin á Torkils­ heyggi fekk 85 at­kvøð­ u­r. Eftir tey komu Niclas Davidsen við 80, Mortan Højgaard við 73 og Jákup A. Olsen við 53 at­kvøð­um. Á øðrum plássi á kvinnu­lista­num kom Sún­ fríð Jacobsen við 28 at­ kvøð­um. Tey, sum eru nývald í bygdaráðnum, eru Niclas Davidsen, Mortan Høj­ gaard og Jákup A. Olsen. Petur Jacob Petersen og Jákup Martin Kjeld fullu á vali­num í dag. Valluttøkan í Nes komm­unu í dag var 84,31 pro­sent. Á valinum fyri fýra árum síðan var hon 84,80 - og á valinum í 2004 var valluttøkan 86,10 pro­ sent. Grundstykkini á Toftum skulu niður í hálvan prís - Skal Nes kommuna fáa fleiri inntøkur, verður neyðugt at fáa selt eitt sindur av ríkidøminum, sum kommunan eigur, og tá hugsi eg serliga um grundstykkini. Vit skulu geva familjum eitt gott heim á Toftum, og tað hava vit umstøður til, sigur Jákup A. Olsen, nývaldur bygdaráðslimur Jákup A. Olsen er ein av trimum, sum er nývaldur í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Fegin fyri afturval og nýval Nes kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra, og ivaleyst eru fleiri um boðið Jóhannus Jóhannus Danielsen, Elin á Torkilsheyggi og Súni í Hjøllum lógu tætt í atkvøðutali - og Jákup A. Olsen er nývaldur við 53 atkvøðum Mynd: Vilmund Jacobsen Elin bjóðar seg fram - Eg fari at stíla eftir at fáa borgarstjórasessin, og eg eri til reiðar at átaka mær henda postin, um tað stendur mær í boði, sigur Elin á Torkilsheyggi, sum fekk dyggan stuðul á kommunuvalinum Elin á Torkilsheyggi fekk stórt álit frá veljarunum í Nes kommunu á kommunuvalinum, og nú bjóðar hon seg fram sum borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen