mikudagur 14. november 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tjóðveldi fekk trý umboð
vald í býráðið í Havn við
valið í gjárkvøldið, og tað er
toppskjúttin hjá flokkinum
ikki so illa nøgdur við.
- Vit gjørdu eitt gott hál
í Kollafirði, har Jákup Dam
varð valdur, og vit vóru bara
25 atkvøður frá at fáa fjórða
umboðið valt, sigur Jógvan
Arge.
Hann vísir eisini á, at
bæði Marin Katrina Frýdal
og hann sjálvur høvdu betri
persónlig val enn seinast.
- Vit hava sitið í samgongu
við Javnaðarflokkin seinastu
átta árini, og vit mugu siga, at
samgongan fekk ein dyggan
stuðul frá veljarunum, sjálvt
um borgarstjórin fór við
størstu framgongdini, sigur
Jógvan Arge.
Hann sigur seg hava boð
að Javnaðarflokkinum frá,
at hann er sinnaður at halda
fram
við
samstarvinum,
og hevur ikki hoyrt grett,
at Heðin Mortensen kundi
hugsað sær at skapt eitt
breitt samstarv í býráðnum.
- Tað er nýtt fyri mær,
men tað ber væl altíð til at
tosa um eitt breitt samstarv,
sigur Jógvan Arge.
Tað kemur ikki so óvart á
hann, at borgarstjórin fekk
so dygga undirtøku til valið
í gjár.
- Hann hevur jú verið
sjónligur, og í veljarakann
ingunum hevur hann fingið
seks umboð, so tað kemur
ikki so ógvuliga óvart á, sigur
Jógvan Arge, sum nýtir høvið
at ynskja borgarstjóranum
tillukku við valinum.
Leo Poulsen
Tað kann ikki sigast ann
að enn, at valið fyri Fólka
flokkin langt frá var nøkt
andi.
Vit hava havt tað stríg
gi í valstríðnum, tí hinir
flokkarnir hava gjørt sær
dælt av stríðnum um for
mansvalið í flokkinum,
og tað hevur kostað, sigur
Sjúrður Olsen.
Men hann vísir sam
stundis á, at allarflestu
av atkvøðunum hjá Fram
sókn, eru komnar frá
Fólkaflokkinum.
Eg havi longu avtala
eitt prát við Heðin Mort
ensen, men hann má
fyrst tosa við sín egna
flokk, eisini tí har eru
fleiri nýggj umboð vald í
býráðið í Javnaðarflokki
num, sigur Sjúrður Olsen.
Hann tekur væl ímóti
fráboðanini hjá Heðini
Mortensen um at skipa
eitt breitt samstarv í bý
ráðnum.
Eg og Fólkaflokkurin
hava altíð arbeitt væl sam
an við Heðini Mortensen,
so mælir hann til breitt
samstarv, so ljóðar tað
gott, sigur Sjúrður Olsen,
sum kortini er vónbrotin
av ringa valúrslitinum hjá
flokkinum.
Leo Poulsen
Heðin Mortensen hevði ikki
torað at vóna reinan meiri
luta tilo býráðsvalið í gjár.
- Veljarakanningar vístu,
at vit kanska fóru at fáa
sætta umboðið inn í býráðið,
og tað var hetta vit vónaðu
fór at lata seg gera. Hendi
tað, hevði eg verið ógvuliga
fegin, tí tað hevði verið eitt
stórt álit til Javnaðarflokkin,
sigur Heðin Mortensen.
Flokkurin fór við seinasta
val frá trimum upp í fimm
býráðslimir, og hesaferð fór
Javnaðarflokkurin úr fimm
upp í sjey umboð.
- Tað má væl vera tí, at
vit gera eitt gott arbeiði, ikki
bara upp undir val, men til
gerandis alt árið og øll fýra
árini sum valskeiðið er. Og so
síggja vit jú eisini, at borgar
stjórin hálar nógv inn við
2.637 atkvøðum, sigur Heðin
Mortensen.
Hann vísir á, at hann er
sjónligur í gerandisdegnum
og gongur millum fólk.
- Eg lurti eftir, hvat fólk
hava at siga, og ikki minst at
vit royna at fullføra tað, sum
vit lova, sigur Heðin Morten
sen.
Hetta er sum nevnt fyrstu
ferð í søguni, at ein flokkur
fær meirilutan einsamallur.
- Tað kundi verið freist
andi at sagt, at nú gjørdu
vit bara, sum vit vildu, men
eg haldi sjálvur, at vit eiga
at blanda kortini eitt sindur
og bjóða hinum flokkunum
við so ella so vit hava eina
breiðari viftu av býráðslim
um, sum kunnu verða við í
arbeiðinum hjá Tórshavnar
kommunu,
sigur
Heðin
Mortensen.
Tað er í hvussu er ætlanin
hjá borgarstjóranum, eftir at
valúrslitið fyrilá.
- Tað er ikki gott bara at
vera einsamallur, tí tá kann
tað gerast ov einsporað.
Og øll tey lyftini, sum hinir
flokkarnir hava givið er nógv
gott í, sum vit eisini kunnu
brúka, so eg ivist onga løtu
í, at vit kunnu finna fram til
góð mál, sigur Heðin Morten
sen.
So tað er einki til hindurs
fyri, at komandi samgonga í
Tórshavnar býráð fer at telja
13 limir.
- Hví ikki tað? Lat okkum
royna tað, tað ger einki. So
fingu vit ikki bara eitt søgu
ligt val, men eisini eitt søgu
ligt býráð, har alliur limir eru
saman um at loysa felags
mál. Tað má vera endamálið
við tí, sigur Heðin Morten
sen.
Dagurin hevur verið lang
ur, og eingin vandi var á ferð í
gjárkvøldið, so borgarstjórin
vildi fyrst sova upp á tað.
- Vit gera slett einki í
kvøld, men hittast fyrst
innanflokka í morgin at
tosa um støðuna, og so taka
vit tað harfrá, sigur Heðin
Mortensen.
Eitt hampiligt val
Jógvan Arge er í veruleikanum ikki so illa nøgdur við
úrslitið hjá flokkinum á kommunuvalinum í gjár
Formansstríð
og Framsókn
fótonglar
Sjúrður Olsen, sum var fyrst
valdur á Fólkaflokslistanum,
heldur, at stríðið um
formanssessin í flokkinum
hevur kostað í Havn
Heðin mælir til breitt samstarv
Hóast ein listi fyri fyrstu ferð nakrantíð situr í
Tórshavnar býráð við reinum meiriluta, ætlar
borgarstjórin at samstarva breitt í býráðnum
Jógvan Arge fekk dygga persónliga undirtøku til valið í gjár
Heðin fekk aftur hesaferð metundirtøku frá veljarunum.
2637 høvdu sett krossin við borgarstjóran
Mynd: Álvur Haraldsen