mikudagur 14. november 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Danskir bankar
leggja saman
Danskir bankar leggja
saman
Alt bendir á, at enn ein
samanlegging er á veg í tí
danska bankaheiminum,
eftir at eykaaðalfundir í
Sparbank og Spar Nord
hava góðtikið, at teir
báðir peningastovnarnir
verða lagdir saman. Tað
einasta, sum er eftir,
er ein góðkenning úr
Fíggjareftirlitinum.
Gongur alt eftir ætlan,
verður hetta tann fyrsta
stóra
og
sjálvbodna
bankasamanleggingin í
Danmark í nýggjari tíð.
Aftan á samanleggingina
fer Spar Nord, sum tann
samanlagdi bankin skal
eita, at hava 90 deildir
og umleið 320.000 við
skiftafólk.
Tað var Sparbank, sum
kom við hugskotinum
um
samanleggingina.
Bankin hevur kannað
ymsar møguleikar í sam
bandi við nýggj kapital
krøv.
ari@sosialurin.fo
Eingin herðing
Roknað varð við, at
Landstingið í Grønlandi
fór at herða reglurnar
fyri, nær ein arbeiðs
gevari kann fáa sær út
lendska
arbeiðsmegi,
men so verður ikki. Tá
málið var til viðgerðar
í tinginum, mæltu bæði
IA og Siumut til harðari
reglur, men tá málið kom
aftur úr vinnunevndini,
hevði pípan fingið eitt
annað ljóð við tí úrs
liti, at tingið feldi upp
skotið.
Vinnunevndin segði
í sínum áliti, at tað er
neyðugt at kanna tann
veruleika, at støðugt
fleiri
útlendingar
koma til Grønlands at
arbeiða,
samstundis
sum arbeiðsloysið er
stórt. Sambært nevnd
ini
kemst
hetta
av
bygnaðartrupulleikum
á arbeiðsmarknaðinum.
– Tað er ynskiligt, at
arbeiðsgevararnir brúka
meiri av lokalari arbeiðs
megi, men hetta verður
ikki loyst í eini handa
vend, stóð í álitinum frá
vinnunevndini.
ari@sosialurin.fo
Gosfjallaorka
til Bretlands
Tað er ikki óhugsandi, at
hiti úr teimum íslendsku
gosfjøllunum skal útvega
húsarhaldum í Bretlandi
elektrisitet. Tøknin er
tøk, hitin kann sendast
ígjøgnum sjóleiðing, og
verður farið til verka nú,
kann veitingin takast í
nýtslu í 2020.
Tað skrivar bretska
blaðið The Times. Blaðið
hevur hitt stjóran í
Landsvirkjun,
Hörð
Arnarson, og hann er
sannførdur um, at tað
ber væl til at fremja
verkætlanina í verki.
Hann vísir samstundis
á, at tað er bíligari fyri
bretar at verlja hesa
loysnina heldur enn at
brúka kjarnorku.
Bretski orkumálaráð
harrin, Charles Hendry,
hevur verið í Íslandi og
tosað myndugleikarnar
har um at keypa ís
lendska orku.
arni@sosialurin.fo
Tey nógvu alibrúkini inni á
teimum norsku firðunum
hava fingið umhvørvisfólk at
krevja, at alingin verður flutt
upp á land, men í alivinnuni
vilja tey heldur sleppa út á
hav at ala laks. Hetta fer at
seta stór krøv til útbúnaðin,
men onkur uppskot eru.
– Tað eru tvinnar loysnir.
Annaðhvørt kann tað gerast
við sterkari útgerð úr stáli
og betong, sum oljuvinnan
brúkar, men ein annar hátt
ur kann vera at hava ringar,
sum kunnu søkkjast niður í
sjógvin, um tað gerst neyð
ugt, sigur Arne Fredheim
hjá granskingarstovninum
SINTEF við Aftenposten.
Hjá SINTEF hava tey gjørt
tekningar, sum vísa stór
alibrúk við tyrlupalli, bústaði
til teirra, sum skulu røkta
laksin, og sjálvvirkandi fóður
skipan, sum fær fóður frá
einum farmaskipi, ið liggur
hjá. Elorkuna hevur SINTEF
eisini hugsað um, og hon skal
koma frá vindmyllum.
Minni lús
Arne Fredheim sigur við
Aftenposten, at tað eru fleiri
fyrimunir við at ala úti á
víðum havi. Har er meiri rák
ígjøgnum nótirnar, sjógvurin
er reinur, og vandin fyri lús
er minni.
Millum alifeløgini, sum
leita eftir tekniskum møgu
leikum at ala laks á víðum
havi, eru feløg sum Marine
Harvest, Salmar og Main
stream.
Myndugleikarnir
hava eisini fingið áhuga fyri
tankanum, og í teirra eygum
kann Noreg gerast undan
gonguland á hesum øki.
arni@sosialurin.fo
Út á hav at ala laks
Norska alivinnan noyðist at taka
við læru av oljuvinnuni og at
leita eftir nýggjum loysnum
Nógvir svartir pengar
í umfari í Íslandi
Í dag eru tríggjar ferðir so nógvir pengar í umfari í Íslandi sum undan
bankaskrædlinum á heysti í 2008, og ein munandi partur er svartir pengar
Tøl hjá Seðlabanka Íslands
vísa, at upprundir banka
skrædlið í september í 2008
vóru 12,5 milliardir íslendskar
krónur í seðlum í umfari. Teir
fyrstu mánaðirnar aftan á
skrædlið broyttist talið lítið
og einki, men eftir at fólk
fóru í bankarnar at taka pen
ingin út haðani, fór umfarið
upp í 24 milliardir krónur.
Síðani er talið bara vaksið,
og tey nýggjastu tølini vísa,
at í september í ár vóru 37
milliardir krónur í umfari
ella tríggjar ferðir meiri enn
undan bankaskrædlinum.
Skúli Eggert Þórðarson,
sum er stjóri í tí almenna
skattavaldinum, sigur við
fjølmiðlarnar, at gongdin er
ørkymlandi.
– Tíverri eru ávísar ábend
ingar um, at tann svarti
marknaðurin er sera virkin.
Vit hava eisini sæð, at hetta
er eitt veksandi vandamál,
og endin verður, at hini,
sum gjalda skatt, noyðast at
gjalda so mikið meiri, sigur
hann.
Skattavaldið hevur tosað
við fíggjarmálaráðið og bú
skapar- og skattanevndina
hjá Altinginum um, hvørji
tiltøk eru neyðug. Skúli
Eggert Þórðarson sigur, at
tað er ikki neyðugt at broyta
revsireglurnar, men at máls
viðgerðin er tung og drúgv,
og tí verður arbeitt við at
seta meiri ferð á viðgerðina.
Skattstjórin leggur afturat,
at
myndugleikarnir
eiga
eisini at leggja størri dent á
ólógligt vinnuvirksemi, og at
tað er neyðugt við greiðari
heimildum
fyri,
hvussu
myndugleikarnir
kunnu
steðga slíkum.
ari@sosialurin.fo
Aling á víðum havi fer at seta krøv, men
hevur eisini fyrimunir við sær