Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Tað hevur alla tíðina verið greitt at tað varð neyðugt at byggja út. Men vit kunnu bara fegnast um, at tað verð­ ur neyðugt longu nú. Pauli Einarsson, sum er formaður í vinnu- og Havna­ nevnd­ini í Tvøroyrar Bý­ráð, metir tað sum ein marg­lætis­ trupul­leika, at Varðin ætlar at byggja uppsjóvarvirkið á Tvør­oyri út. Virkið byrjaði í summar, men hava eigararnir longu søkt Tvøroyrar Býráð um loy­vi at byggja út. Málið var til viðgerðar í Tvøroyrar Býráði mána­ kvøld­ið og har varð upplýst, at tal­an er um eina útbygging í trim­um stigum. Í fyrstu atløgu skal frysti­ goymslan byggjast út, so at meiri fiskur kann goymast har. Samstundis hevur Tvør­ oy­rar Býráð samtykt at fara und­ir umfatandi út­bygg­ing­ ar á havnarlagnum fyri at gera tað arbeiðsligt hjá virki­ num. Í hesum sambandi skal báta­hylurin partvís fyllast út, so at arbeiðspláss verður framman­fyri goymsluna. Samstundis skal kommun­an gera ein bryggju­ kant upp á minst 100 metrar. Talan skal vera um eina djúp­havn, har dýpið verður minst verður 10 metrar. Hetta er fyri, at stór farma­skip skulu kunna leggja at. Men ætlanin er eisini, at gera nýggju havnina so mik­ ið sterka, at hon kann taka allan vøruflutning til og av Tvør­oyri, eisini stórar bingj­ ur á tungum trukkum. - Tað kann elva til stórar inn­tøku til Tvøroyrar Kom­ mu­nu í vørugjaldi, sigur Pauli Einarsson. Hevði ivast Malla Dam, býráðslimur, við­gong­ur, at hon hevur verið ógvuliga ivingarsom, men hon er komin til ta niðurstøðu, at hetta er eitt út­bygging, býráðið ikki kann siga nei til. Hon hevur fingið vissu fyri, at hóast bátahylurin verð­ur fyltur upp, verður fram­veg­is pláss fyri skipum at liggja í hylinum. Hon staðfesti somuleiðis, at byggingin er ikki ógvus­ ligari enn so, enn at tað fram­vegis ber til at skapa eitt hugnaligt umhvørvið framm­an­fyri friðaðu húsini bryggju­ni, har Seglloftið og Pubb­in, Ungdómshúsið og ann­að virksemi, er. Hon vísti á, at tað hevði helst borið til at funnið eina aðra loysn, men hetta er einasta útbygging, sum Tvør­oyr­ar Kommuna hevur ráð til. - Aðrir møguleikar eru, men tað kostar nógvar ferðir meiri enn kommunan hevur ráð til og útbyggingin kann ikki bíða, legði hon afturat. Kristin Michelsen, borgar­ stjóri, vísir á, at virkið hevur longu tikið ímóti 35.000 tons­ um av fiski, hóast tað bara hev­ur arbeitt í nakrar fáar mán­aðir. Tá ið gamla flakavirkið á Tvør­oyri var upp á tað besta, ar­beiddi tað 12.000 tons eitt heilt ár. - Hetta er ein útbygging, sum øll fara at vinna við og sum ongin fer at missa við, stað­festur borgarstjórin. - Hetta er ikki ein út­ bygg­ing, nakar eigur at seta spurn­ar­tekin við, tí hetta er framtíðin hjá Tvøroyri og alla Suðuroy, legði hann aftur­at. Stórur áhugi At málið hevur áhugað á Tvør­oyri, sæst av at eini 30 áhoyr­ar­ar vóru og sostatt var býráðssalurin stúgvandi full­ ur av fólki, út í gangin. Annars er tað sum at síggj­a lunda jólanátt at nakar áhoyr­ari er á býráðsfundi á Tvør­oyri. Onkur helt fyri, at hetta var næstan sum í gomlum døg­um í áttatiárunum, tá ið Javnaðarflokkurin á Tvør­ oyri fór í tvíningar og viður­ skift­ini ímillum báðar veng­ ur­nar vóru rættiliga spent. Tá møtti javnan 80-100 fólk á býráðsfundi á Tvør­ oyri, sum tá máttu flyt­ast inn í skúlahøllina í Trongis­vági fyri at rúma øllum áhoyr­ar­ unum. Gleðiligt at tað longu er neyðugt at byggja út MARGLÆTIS-TRUPULLEIKI Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri skal nú byggjast út og tað fegnast tey um í Tvøroyrar Býráði Hendan tekningin vísir áleiði, hvussu økið fer at síggja út eftir útbyggingina Tað er sjáldan, at nakar er á býráðsfundi á Tvøroyri og lurtar, men hetta kvøldið vóru áhoyrararnir einir 30 í tali Tað kostar nógvar ferðir meiri enn kommu­nan hevur ráð til Seks av teimum sjey býráðslimunum á Tvøroyri, vóru á fundi mánakvøldið. Frá vinstru eru teir Hallur í Heiðunum, Bergur Bærendsen, Jens Johannesen, Pauli Einarsson, Malla Dam og Kristin Michelsen, borgarstjóri. Sjeyndi býráðslimurin, Jaspur Vang, var burturstaddur