Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Onga ávirkan me Rólant Waag Dam Lukturin av røstum fiski fylti næsagluggarnar, tá tú trein inn í Føroyahúsið á Vesterbrogade í Keyp­ manna­havn í gjárkvøldið. Fyri viku síðani, tá for­seta­ val var á skránni í USA, hevði Meginfelag Før­oyska Studenta, eins og í gjár­ kvøldið, skipað fyri val­ kvøldi. Tá luktaði tað av royktum pylsum og krydd­ urt­um úr amerikonsku suðu­rstatunum í føroyska for­samlingshúsinum. Í gjár­ kvøldið var so eingin ivi um, at valið var føroyskt – so lokalt sum tað yvirhøvur kann blíva. At tað so bleiv borðreitt við poppkorni og peanuts aftur við køldu bjórunum, hoyrir eisini við til søguna. Høvdu samband Eins og heima í Føroyum fylgdu teir mongu útiset­ ar­nir, lesandi eins væl og vanlig verkafólk, valinum í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Lukkutíð høvdu fyri­skipararnir tryggjað sær, at teirra samband við heimasíðu Kringvapsins var so mikið støðugt, at tað ikki órógvaði kvøldið nevnivert. Sostatt sótu hundrað úti­ setar og lýddu á, meðan altíð væl fyrireikaðu Jóannes Hansen og Bogi Godtfred greiddu frá úrslitunum kring landið. KOMMUNUVAL Føroysk lesandi í Keypmannahavn hava stóran áhuga fyri kommunuvalinum. Hetta hóast tey ikki sleppa at gera sína ávirkan galdandi. Umleið Forkvinnan í MFS greiðir frá, hvat kemur at henda á tiltakinum í Føroyahúsinum Kári Holm Johannesen, ið lesur stjórnmálafrøði, greiddi frá hvat var upp og niður í hansara kommunu Stjórnmálafrøðilesandi hósvíkingurin, Rógvi Nybo, greiddi frá høvuðsevnunum undan valinum í Eysturoynni og Norðstreymoy Jákup Sørensen, verkfrøðingur úr Húsavík, hevði Sandoynna um hendi og greiddi frá, hvussu og hvat tey høvdu gjørt undan valinum hesaferð har á oynni