Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 en stóran áhuga Lesandi greiddu frá Umframt hetta vóru eisini fleiri áhugaverd upplegg um kommunuvalið og komm­ unurnar. Sendimaður Før­ oya í Danmark, Sigmundur Ísfeld, sum tók við starvinum í Keypmannahavn fyri um­ leið tveimum mánaðum síðani, greiddi frá komm­ unu­bygnaðinum og hvussu kommunurnar eru skipaðar, hvat tær umsita og hvat tær koma at umsita framyvir. Harumframt nært hann eisini við fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging. Honum á baki komu fleiri lesandi og greiddu frá. Eiðismaðurin Eirik­ur í Jákupsstovu, hósvík­ing­ urin Rógvi Nybo, hús­vík­ing­ urin Jákup Søren­sen, tvøra­ maðurin Helgi Eidesgaard og havnarmaðurin Kári Holm Johannesen fortaldu, hvussu kommunuvalstríðið hevði verið kring landið, og hvørjir tættir høvdu gjørt seg galdandi í ymsu kommununum. Eitt vælskipað og væl­ eydnað kvøld, sum gevur eina greiða ábending um, at tað avgjørt er áhugi fyri kommunuvalinum millum útisetar í Keypmannahavn. Hetta hóast tey ikki sjálvi sleppa at greiða atkvøðu eins og á løgtingsvalinum. rolant@sosialurin.fo 100 útisetar vóru savnaðir í Føroyahúsinum í danska høvuðsstaðnum, har teir fylgdu gongdini heima Tvøramaðurin og søgufrøðingurin Helgi Eidesgaard vísti á, hvussu valstríðið í Suðuroynni hevði verið í ár Birita í Dali, forkvinna í MFS, skifti orð við Barbaru Holm á Rás2. Henda samrøðan og fleiri aðrar, verða at hoyra í Ghetto Føroyar á Rás2 hósdagin Eirikur í Jákupsstovu, løgfrøðilesandi, greiddi frá høvuðstættunum í valstríðnum í Norðoyggjum