Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagur & Viku bar í kvøld tíðindini at Tvør­oyrar kommuna hevði givið frávik til byggi­sam­tykt­ ina og givið Varin Pelagic loyi at fylla kajhylin upp og byggja frystigoymslu á øki­num. Sagt varð eis­ini at grannar vóru hoyrdir og at eingin mót­mælti. Fyrst er at siga at ein granni í hvussu so er ikki er hoyrdur, og heldur ikki hevur móttikið avrit av byggisamtyktini, sum annars biðið er um, og annars heldur ikki mót­ tikið nøkur skjøl frá komm­ununi í samband við grannahoyring. Frávik kann ikki gev­ast til so ovurstóra broyting í ein­ari býar­ skipan og byggi­sam­tykt. Eingin byggi­sam­tykt hevur slíkar áset­ingar um frávik frá gald­andi reglum. Um undan­ taksloyvi í byggisamtykt verður vanligt sagt at byggimyndugleikin kann, har tað snýr seg um mál av lítlum tídn­ingi, geva lættar í ásetingum t. d. nýtslu av byggitilfari, meðan frávik ikki kunnu gevast til formligar ásetingar til málsviðgerð, kærur o.t. Við grannahoyring, ið skal nýtast, tá frávik eru í umbúnað, skulu grannar hoyrast og hava høvi at kanna umsóknina til byggiloyvi í minsta lagi tvær vikur, frá tí teir hava móttikið tilfarið. Føroya Forn­minnis­ savn hevur fráboðað komm­ununi, at einki má gerast fyrr enn teir eru gjølliga kunnaðir og hava umrøtt ætlanina á havnarøkinum. Næst er eingin býarskipan, eingin byggisamtykt, og eingin serstøk byggisamtykt fyri havnarøkið ella mið­býin, ið vísir ætlaðu verk­ætlan á nakran hátt. Hvat gongur fyri seg á Tvøroyri mugu gudarnir vita – í hvussu so er ikki veljarar og grannar. Grannar ikki hoyrdir til havna­ upp­fylling og ólógligt byggi­loyvi Kári Thomsen Nú er stundin at sleppa okkum av við fiskidagaskipanina Thormund Johannesen Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc. Skjøtul er settur á at end­ur­ skoða lógina um vinnu­lig­an fiskiskap, og tí býðst høvi at gera av við fiski­daga­skip­ anina, áðrenn hon ger av við okkum. Alsamt vaksandi veiðu­ trýst um allan heim ger av­markingar í fiskiskapi neyð­ugar til tess at verja náttúru­tilfeingið, men tað er ikki líka mikið, hvussu hesar avmarkingar verða framdar. Flest øll lond, Føroyar tó undantiknar, hava valt at leggja avmarkingarnar á rávøruna, og tað vil siga at ein mest loyvda veiða verður ásett fyri hvønn fiskastovn sær. Í Føroyum hava vit valt ikki beinleiðis at avmarka rávøruna, men í staðin at leggja avmarkingarnar á vinnutólini. Vinnutólini (skip og reiðskapur) eru rættuliga fjølbroytt og broytast alsamt, og tí er hópin av ymiskum avmarkingum, sum áhaldandi skulu tillagast, neyðugar. Hesar mongu avmark­ing­ar í dagatali, skipastødd, motor­ stødd, reiðskapi, hagreiðing, stongdum leiðum, uppbýti í bólkar, umrokningsfaktorum millum bólkar, brúksskyldu og tvørligum og avmark­andi reglum fyri loyvis­saman­ legg­ingum, sum flest allar eru ásettar til tess at verja fiskastovnarnar, leggja ovur­honds stórar bindingar á frælsið hjá fiskivinnuni, so hon fær ikki rikið sín fiskiskap á skynsaman hátt. At vit hava tillagað hesar mongu avmarkingar, so hvørt óhepnar avleiðingar hava víst seg, hevur bara gjørt skipanina enn fløktari og truplari bæði at umsita og at virka undir. Úrslitið er hareftir, ein stagneraður heimafloti við negativum búskaparligum úrsliti. Mongu darvandi bind­ ingarnar í fiskidagaskipanini eru serliga óhepnar fyri reiða­rí við fleiri skipum, sum høvdu kunnað skipað sín fiskiskap á meira skynsaman hátt, um talan var um kvotur heldur enn fiskirættindi knýtt av ym­iskum skipum við hvør sínum nógvu ym­ isku bind­ingum. Umframt tær mongu darv­andi bindingarnar hev­ ur fiskidagaskipanin eisini tað stóra brek, at hon heilt manglar insitamentið til selektivt fiskarí, sum er alt­ umráðandi, um vit skulu megna bæði at verja og sam­ tíðis gagnnýta fjøl­broytta náttúrutilfeingið í havinum. ES, sum er nógv tann størsta fiskivinnutjóðin í Evropa, arbeiðir í løtuni við nýggjum fiskivinnupolitikki, sum skal setast í gildi frá 2014 til 2016. Hóast stórar trupulleikar við útblaking, hava ES-londini valt fram­ haldandi at nýta kvotur, og harvið ikki á nakran hátt, at avmarka frælsi hjá fiskivinnuni til sjálv at ráða sínum fiskiskapi og vinnutólum. Útblaking verður bannað, og til tess at sleppa undan trupulleikum við ótilætlaðari hjáveiðu verða hesi tiltøk sett í verk: • fígging verður latin, at menna selektivar veiði­ hættir • økt umsetiligheit skal gera tað lættari at keypa og býta seg til kvotur, sum tørvur kann vera á í samband við ótilætlaða hjáveiðu • avmarkað søla av ótil­ætl­ aðari hjáveiðu skal vera loyvd, so skipini kunnu verða hildin skaðaleys fyri eyka kostnað av at føra hesa veiðu til lands Í Íslandi, sum eisini avmarkar fiskiskapin við kvotum, skal øll ótilætlað hjáveiða førast til lands og avroknast, so hon verður fiskivinnuni, men ikki tí einstaka skipinum, at frama. Hetta eru skilagóðar skip­ anir, sum geva fiskivinnuni størst møguligt frælsi at skipa sín fiskiskap. Harvið fæst frægast búskaparligt úrslit burturúr, samtíðis sum stovnarnir, hvør sær, verða vardir á bestan hátt. Fiskidagaskipanin, sum, vegna sínar nógvu tekn­ isku avmarkingar longu hevur beint fyri nøktandi búskaparligum úrslitum á heimaleiðunum, fer fram­ eftir eisini at beina fyri okk­ara møguleikum at verja og samtíðis gagnnýta fjøl­broytta fiskatilfeingi í havinum, tí hon manglar, sum sagt, heilt insitamentið til selektiva veiðu. Vælsignaði tingfólk vakn­ ið, og sleppið okkum av við hesa Verðsins Vánaligastu Veiðuskipan. Føroyar ein býur! Zakarias Wang Mesta av tí, ið sagt verður í einum valstríði, hevur lítið upp á seg og er gloymt tá upptalt er. Men undantøk eru. Einki er at ivast í, at eitt av hesum undantøkum fer at vísa seg at vera tað sum býráðsformaðurin í Klaks– vík segði í Degi og viku hós­ kvøldið tann áttanda no­ vember. Hon gjørdi vart við, at vit í Føroyum í veru­leik­ anum høvdu eitt sam­felag, har øll búðu í sama býi. Í hesum er ein djúpur sannleiki, og ein viðurkenning av tí broytta veruleika, sum vit nú liva í. Um allan heim síggja vit, at gongdin innan samskifti ber við sær, at gomlu býirnir gerast partar av einum býarsamfelag, har fólk kunnu búgva í ein­ um staði og arbeiða heilt aðra­staðni. Okkum nýtist ikki at fara longur enn til Íslands fyri at síggja, at vit har hava eitt býarsamfelag sum Reykjavík er ein partur av. Tey sum búgva so nær miðbýnum, at tað tekur ein tíma at koyra hagar, eru við í hesum býarsamfelag. Í Danmørk er sama skilið. Mestsum alt Sæland er partur av keypmanna­havn­ ar­býarsamfelagnum, og so­ leiðis er um allan heim. Vit eru í tí hepnu støðu, at okkara land er so lítið, at vit kunnu búgva hvar tað skal vera og bert hava umleið ein tíma at koyra til miðdepilin. Sjálvandi vantar okkum nakað enn, tí hóast vit vita, at strekkið til Tvøroyri úr Havnini ikki er stórt longri enn teinurin til Vestmanna, so hava vit ikki enn tikið okkum saman at fáa Suðurtunnilin gjørdan. Men longu sum er búgva fýra av fimm føroyingum í sama býarsamfelag. Næstu grannar okkara í Hetlandi hava tikið av­leið­ ingina av hesum og hava gjørt alt Hetland til eina komm­unu. Hetta ger, at teir kunnu arbeiða betri saman fyri at menna landið og gera tað meira attraktivt fyri tað uppvaksandi ættarliðið. Tað sum vantar hjá okk­ um, er at vit koma til somu niðurstøðu, og at vit tí siga, at best er at eitt býarsamfelag hevur eina felags leiðslu, tí so fer at bera til at avgera hvat ið gerast skal fyri at vit fáa sum mest burtur úr okkara skattakrónum til frama fyri alla tjóð okkara, bæði tey sum nú liva, og tey sum skulu liva her í ókomnum tíðum. Kjak