mikudagur 14. november 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Í gjár, týsdagin 13. novemb
er, fór Jógvan á Lakjuni, løg
tingsformaður, um tey seksti.
Hann er fuglfirðingur og
burtursæð frá lestrarárunum
í høvuðsstaðnum hevur hann
alla sína tíð búð í Fuglafirði.
Foreldrini vóru Mia og
Jákup Oluf á Lakjuni. Tey
eiga seks dreingir: Victor, Páll,
Harry, Jógvan, Terji og Eyðun.
Victor býr í Klaksvík, og allir
hinir búgva í heimbygdini.
Eftir lokið realprógv var
Jógvan trolaramaður í trý ár.
Hann sigldi við Sundabergi
og Ólavi Halga, sum pápi
hansara førdi.
Í 1972 fór Jógvan á Lærara
skúla í Havn, og tá ið hann
fimm ár seinni hevði lokið
prógv, varð hann lærari í
heimbygdini. Tólv ár seinni
varð hann lærari á Føroya
Handilsskúla á Kambsdali.
Longu eftir ólavsøku í
1989 møtti Jógvan fyrstu
ferð á tingi. Tá avloysti hann
í eitt stórt ár Olaf Olsen,
sum var landsstýrismaður.
Í níti árunum var Jógvan
av og á avloysari í tinginum,
og síðani løgtingsvalið 30.
november 1998 hevur Jógvan
verið
valdur
tingmaður
fyri Fólkaflokkin. Tá ið full
veldislandsstýrið ráddi fyri
borgum, var hann formaður í
mentanarnevndini 1998-2002,
og seinna skeiðið – 2002-2004
– var hann formaður í rættar
nevndini og formaður í
Útnorðurráðnum 2002-2003.
Eftir valið í 2004 skipaðu
Javnaðarflokkurin,
Sam
bandsflokkurin og Fólka
flokkurin samgongu, og tá
varð Jógvan á Lakjuni lands
stýrismaður í mentamálum.
Eftir valið í 2008 varð Jógvan
næstformaður í tinginum,
og eftir valið 29. oktober 2011
varð hann valdur at vera
tingformaður.
Í landsstýrisskeiðnum hjá
Jógvani varð fólkakirkjan
yvirtikin, og útvarpið og
sjónvarpið vórðu samanløgd
í Kringvarp Føroya. Fremsta
uppgávan hjá landsstýris
manninum er at finna semjur
um tað, sum samgongan
hevur sett út í kortið í sam
gonguskjalinum.
Tá
eru
parlamentariskar
royndir
týdningarmiklar, og tað varð
eisini staðfest, tá ið Jógvan
var í mentamálaráðnum.
Tað var lestrarárini í
høvuðsstaðnum, at Jógvan
giftist Odvør Gunnarsson,
sum er ættað úr Havn. Tey
eiga fimm børn – Høgni,
Bárður, Rógvi, Herborg og
Dánjal. Tey bygdu í Fuglafirði,
og fyri stuttum fluttu tey í
barnaheimið hjá Jógvani at
búgva. Odvør var heima hjá
børnunum, og umframt at
vera lærari, so var Jógvan
lestrarárini og eisini nógvu
tey fyrstu árini, hann var
lærari, í summarfrítíðunum
til skips.
Gávurnar at fáast við
sang og tónleik eru góðar,
og Jógvan hevur ikki sett
ljósið undir skeppuna. Í sam
komuni í Siloa spælir hann
undir til felagssangin, og
hann er stuðul í kórinum,
sum yngsti beiggin stjórnar.
Gentukórinum í Fuglafirði
undir leiðslu av Frits Jo
hannesen hevur hann verið
hollur, og á so mongum
øðrum økjum stuðlar hann
sangin og tónleikin í heim
bygdini.
Jógvan
hevur
framúr
gávur sum lagsmiður. Tað
ber ikki til at tosa um skald
skapin í bundnum máli hjá
Hans Andreasi Djurhuus utt
an at nevna Jógvan á Lakj
uni. Við sera beinraknum
løgum hevur hann drigið
nógvar av yrkingunum hjá
Hans Andreasi, Símuni av
Skarði, Ismari Joensen og
so mongum øðrum fram úr
bókum og ritum og verið við
til at syrgt fyri, at tey eru
vorðin fólkaogn.
Lestrarárini
í
høvuðs
staðnum var Jógvan í Niko
demusarsangbólkinum,
og
miðskeiðis í áttatiárunum
var hann høvuðsmaður fyri
sangbólkinum Bros í Fugla
firði, sum ríkaði okkum við
meistarligu útgávuni, ið tey
nevndu Heima.
Í sambandi við 60 ára
føðingardagin er fløga komin
út, sum Jógvan hevur lagt til
rættis saman við soninum
Bárði. Bárður eigur fimm av
løgunum, og Jógvan eigur
hini sjey. Fleiri av teimum
hevur løgtingsmaðurin kom
ponerað fyri stuttum.
Útgávukonsert
verður
leygardagin 17. november í
Mentanarhúsinum í Fugla
firði.
J
Jógvan á Lakjuni 60 ár
Á valfundinum, sum var um
vikuskiftið í Fuglafirðið varð
m.a. kjakast um gongubreyt
av Kambsdali til Fuglafjarðar.
Eisini um busskipanina mill
um Kambsdal og Fuglafjørð.
Hesin
fundurin
var
fríggjakvøldið í Mentanar
húsinum og hevði Jógvan á
Lakjuni, sum eisini var við
fyri at lurta, fingið at vita,
at ein føðingardagsgrein til
hansara stóð í nýútkomna
Sosialinum, ið kórfelagi og
vinmaður hansara, Frits Jó
hannesen hevði skrivað.
Jógvan
gjørdi
ikki
mætari enn at renna niðan
til Haraldsen at keypa sær
Sosialin og stillaði seg í
gongina í Mentanarhúsinum
at lesa greinina hjá Frits,
meðan kjakfundurin gekk
so lystiliga.
So
Jógvan
fekk
eina
hjartaliga heilsan frá Frits,
har hann varð minntur á
góðr gamlardagar og gott
samstarv teirra millum til
sín 60-ára føðingardag 13.
nov, meðan hann lurtaði eftir
kommunuvalskjakinum við
øðrum oyranum.
Jú, hesir báðir menninir
hava verið Fuglafirði væl
at frama innan tónleika- og
mentanarlív – og so mikið
annað.
Tillukku
við
degnum,
Jógvan!
Dávur Winther
Løgtingsformaðurin seksti