Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 96 ára gamli Alfred Haraldsen hevur roynt nógv. Var við til at arbeiða veg fyri akkord og gjørdist linjumaður hjá telefonverkinum 3. partur Eg var bara 17 ár, tá ið mamma doyði. Tá var eg einsamallur í húsi eina tíð. Mostir mín Ella, sum var ógift, var tá hjá systir síni í Vík. Hon kom so í húsið við mær í nøkur ár. Mamma fekk krabbamein í lunguni, sum spreiddi seg skjótt til bróstini. Hon doyði í 1934. Eg var við til at arbeiða veg Mill­ um Fjarðarnar úr Funnings­fjørð til Skálafjørð. Vit vóru býttir í hold og gjørdu stykkir uppá 50 metur hvørt. Goldið var eitt vist fyri hvønn teinin. Vegarbeiði tá var nógv øðrvísari enn í dag. Amboðini vóru spaki og eyrhakkari. Hvør teinur tók nakrar vikur. Arbeiðið var millum annað at steinseta vegin og koyra eyrin omaná. Alt tilfarið mátti berast í leypi. Vit búðu í Funningsfirði, men vit fóru tó til hús sunnudagar. Eldu­víkingar og oyndfirðingar búðu á loftinum hjá Elias Joensen. Elduvíkingar búðu eisini hjá Marius Joensen. Onkur búði hjá Høgna og Johonnu Sofíu. Hon var ættað úr Norðragøtu. Tummas doyði av meslingum í 1916. Hann kom av skipi á Norðskála. Meslingar gingu, og hetta var ein vandamikil sjúka fyri tilkomin fólk. Tí hevði manningin hjá Tummasi verið í karantenu til mett var, at smittu­vandin var av. Men so var ikki í hesum førin­ um. Á vegnum til hús bróta mes­ ling­arnir út. Tummas legði seg í hvørja á at drekka á leiðini, so tyst­ ur var hann. Hann mátti beint í song­ina og doyði fáar dagar seinni. Systir Tummas, Anna Sofía, sum var komin úr Norðragøtu at heilsa beiggj­anum væl afturkomnan, var smitt­aður av honum. Hon doyði nakrar dagar seinni. Tað var ikki bara at arbeiða í Funn­ingsfirði. Í húsum, kallað Merlen­borg, var dansað hvørt kvøld. Har í Funningsfirði fekk eg kon­ una, Thomasiu, dóttir Onnu Mariu og Marius Joensen. Hann var beiggi umrødda Tummas. Anna Maria var dóttir Frederik á Fløtti í Norðra­ gøtu. Vit giftust í 1939 og vóru gift í nærum 70 ár. Hon bleiv 90 ár. Bjargaði Kyrjasteini frá at fara á land Eg fór so við Kyrjasteini. Tað vanliga var at keypa gomul skip. Men Jákup Haraldsen vildi byggja nýtt. Hann lat Kyrjastein byggja í Korsør. Kyrja­steinur var 148 brt. og hann kom til Føroya í 1937. Hann var eitt stásiligt, stolt far og væl størri enn tær størstu sluppirnar. Tað var munur á at koma um­ borð á Kyrjastein og eina slupp. Eg sá bara eina ferð sjógv kom upp um svínaryggin á Kyrjasteini. So turr var hon. Vit fóru til Íslands við snøri og komu yvir á Meðallandsbuktina, har tað er sandur innanfyri. Hetta gjørdi, at sjógvurin gjørdist so hvít­ur inn móti landi. Hetta hevði pápabeiggi mín Johan fortalt mær. Tað var eisini ringt at síggja land har á leiðini. Eg fekk meg rættiliga royndan eina ferð eg hevði róðurtørn fyrsta túrin eg var við. Eg sá, at sjógvurin verður so hvítur frammanfyri skip­ ið. Tá kom mær í hugað tað, sum pápabeiggi mín hevði fortalt mær. Grækaris Hansen úr Norðragøtu hevði vakt sum bestimaður. Men beint tá spældi hann kort frammi í lugar­inum. Her mátti okkurt ger­ ast í skjótheit. Eg tók so og koyrdi róðrið í borðið. Skipið gekk einar 7-8 míl, og tað var eitt grúi­ligt larmiterilsi av sjógvi, sum kom inn á svínaryggin, tá ið skipið vendi. Tá eg hevði fingið Kyrjastein uppí vindin breyt einar 100 metrar aftaná reyvina á skipinum. Um eg bíðaði, so stóð hon uppi á landi. Tað hevði ikki verið gott úrslit. Men hetta mátti dyljast. Hendrik, skiparin, kom upp og spurdi, hvat tað var. Eg segði, at vit vóru við at fara uppá land. Eg segði, at hetta gjørdi eg uppá egnu ábyrgd. Ja, tað var deiligt, segði Hendrik. Men hetta mátti ikki sig­ast fyri reið­aran Jákupi Harald­sen! Fyrstu tvey árini vóru vit við gørnum á suðurlandinum. Hetta var gott lív í mun til snørisveiðuna. Vit høvdu so góðan fisk við Kyrja­steini. Vit gjørdu okkum ómak at trýsta blóðið úr rygginum, tá ið fiskurin varð flaktur, og hetta sást eisini aftur í góðskuni. Niður á bóndagarð Í 1938 fór eg niður á ein bóndagarð. Jógvan, fosturbeiggin, og eg ornaðu fyri, at vit skulu fara niður ein bónda­garð á Lollandi at læra okkurt innan landbúnað. Har var eg einar átta mánaðir. Tað var ikki so galið. Man lærdi at pløga og tílíkt. Eg kom heim aftur og fór um­ borð aftur á Kyrjastein. Kyrjasteinur var eisini árini fram til 1940 á sildaveiðu undir Íslandi við nót. Hetta gekk eisini væl. Tað eina summarið forvann eg kr. 4.000, sum var nógv tá. Tað kravdist minni av fólki til hesa veiðu enn til aðra veiðu. Men Jákup Haraldsen syrgdi kortini fyri, at teir menn, sum ikki sluppu við á sildaveiðu, kortini ikki vóru við sviðið. Teir skuldu fáa somu inntøku sum við Kyrjasteini. Nógv sild og nógvur matur Tá eg var so frægur fór eg at røkta sildagørn. Tá var ofta so nógv sild at fáa á Funningsfirði. Í 1941 fór eg at arbeiða sild sam­ an við Jákup Kjeld, sum átti snerpi­ nót og hevði sild standandi í lási. Klaksvíkingar plagdu at koma at keypa sildina til agn. Tá varð nokk so nógv gjørt av at salta sild. Vit fingu 60 tunnur eitt summar. Vit saltaðu sildina í gjónni í Elduvík. Sild var eisini góður matur. Vit høvdu sildatunnu í kjallaranum. Vit speigaðu sildina, og hon var eis­ ini góð til døgurðamat saman við eplum. Onkuntíð var eisini grind í Fun­n­ ingsfirði, og vit høvdu eisini grinda­ tunnu í kjallaranum og kanska nøkur krov í hjallinum. Alfred Haraldsen: Ein troyggja um vikuna var fyri matin Elduvík Foreldrini hjá Thomasiu, Anna Maria og Marius Joensen Foreldrini hjá Alfred, Sofus og Andrea. Bæði doyðu ung