Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Tað var so nógv hýsa at fáa á Funn­ingsfirði. So vit settu ofta línu, og hetta var eisini eitt gott ískoyti. Hýsan varð hongd upp at ræsa og turka. Hetta var serliga um adventini. Vit kundu fáa upp til 1.000 fiskar á línuni. Tað kundi vera nokk so fitt av hvítingi uppi í. Bátin, vit brúktu, hevði Sjúrður vunnið á lutaseðli fyri sjúkrakassan í Oyndarfirði. Hann keypti páhang­ ara, og var hetta ein góður lætti. Eg plagdi eisini at ísa hýsu við kava í tunnu. Tá kundi hon halda sær leingi feska, og vit kundu hava hana til døgurða. Eisini fingu vit toskarhøvd frá Kjølbro. Tá ið uppløga var hjá okk­ um vóru boð send til Klaksvíkar eftir toskarhøvdum, og tað lá væl fyri at fáa tey flutt til Elduvíkar við Pride. Fór at arbeiða telefon Fyrsta telefonstøðin í Elduvík var hjá abba mínum Antines á Dung­ an­um. Eg kom at arbeiða telefon við linjuarbeiði fyrst í 40-unum. Fyrstu tíðina var tað saman við pápa­beiggj­anum, Johan. Treyt­ir­ n­ar vóru góðar. Um farið var út um bø­garð­arnar, so fekst løn fyri dagin. Tað munaði so væl i húsar­ hald­in­um. Tað vóru nógvar minniligar ferðir. Eg minnist eina ferð eg fór til Gjáar, har Sofus Debes hevði telefonina. Har var okkurt ólag kom­i­ð á. Tað var so langt at ganga. Eg bleiv førdur frá Nesinum yvir í Forna, so var gingið restina av veg­num. Hesin feilurin hevði ver­ ið á støðini í Elduvík stutt framm­ an­undan, so eg visti hvussu hetta skuldi greiðast. Tað var ein kontra­ fjøður inni í einum kasti. Eg kom so til Gjáar og fór inn. Eg fekk mær reiðskap úr taskuni, skrúvaði skjótt saman aftur, og tá ringdi aftur. Tá segði Sofus, hann plagdi at vera so stuttligur. “Tú er tann besti in­ stallatørur, sum hevur verið inni hjá mær.” Og so kom tjógvið á borðið! Annars hevði mamma tænt har, so vit kendust væl. Tað var ofta, at eg mátti ganga frá Elduvík til Funningsfjørð og so til Funnings. Tað sama var tá ið farast skuldi til Fuglafjarðar. Tá skuldi farast um upp Skarðið og hyggjast skuldi at linjunum all­ an vegin til Fuglafjarðar. Hetta var serliga stríggið, tá ið kavi var. Serliga líðin var trupul at koma ígjøgnum. Tá kundi loypa viðhvørt. Men eina ferð varð eg kløkkur av gróti, ið leyp í líðini. Eg kom úr Oyndarfirði og kom framvið skarið við Kelduna Vígda. Tá leyp grót bæði frammanfyri og aftanfyri, so eg stóð mitt í lopinum. Dóttir mín Sigrid var við mær. Tað var ein av fáu ferðunum eg havi verið kløkkur í líðini, og ofta havi eg gingið tann vegin. Eina aðru ferð kundi verið galin endi. Tað var hált í líðini, og eg fór á glið. Tað eydnaðist mær at fáa stýrt ímóti einum steini, har eg steðgaði. Hevði tað ikki eydnast hevði eg farið beint útav. Ein troyggja um vikuna var fyri matin Tað vóru fýra bøndur í Elduvík. 32 merkur hoyrdu til bygdina. Vit áttu sjálvi eina hálva mørk. So vit høvdu nóg mikið av kjøti. Ullin varð gjørd til skipstroyggjur. Eg fór klokkan seks um morgnarnar upp at spinna. Konan mín bant. Fekk mann eina troyggju um vikuna, so var tað fyri matin. Hetta var ein góð hjálp til húsarhaldið. Vit áttu einar 20 seyðir, so kjøt var eisini nóg mikið av. Kúgv var eisini í kjallaranum. Vit høvdu hálva kúgv at byrja við saman við Dánjal Jákup Garðshorn. Men so fekk eg mær gerði. Tá kundi eg fáa eina heila kúgv og ungneyt eisini. Men so fór hetta alt, og nú er eingin kúgv í Elduvík. Vit høvdu eitt stórt loft, sum ikki var innrættað. Her lá væl fyri at goyma epli. Fólk komu at biðja um at leggja seteplini á loftið. Fjalir vóru nýttar sum skilarúm fyri at halda skil á, hvør ið átti hvørji epli. Minur í Elduvík Sum í nógvum bygdum merktist seinni heimsbardagi í Elduvík við minum. Tað komu tvær minur uppá land í Elduvík. Onnur kom beint niðanfyri húsini hjá okkum, umleið 50 metur frá húsinum. Minan brast, og syllin fór útav grundini og fór í helvt. Tað vóru fáir rútar eftir í øllum húsinum. Kaminan brotn­aði og takið oyðilegðist. Ikki fekk eg nógv endurgjald, tað blivu 60 krón­ ur. Eg haldi ikki tað var fyri glasið. Tíbetur var eingin inni. Vit vóru í Funningsfirði tá. Bresturin var so hvøllur, at hann hoyrdist væl inn hagar. Tað hevði ikki verið gott at verið inni. Eina náttina, tá vit vóru í einum húsum hagar vit vóru rýmd fyri min­um, tá var ein heilt stórur stein­ur komin oman av fjallinum, og hann var steðgaður uppi á bakk­anum omanfyri hetta húsið. Tá rest­aði ikki nógv í. Hevði hann komið eitt vet longur kom hann beint gjøg­num húsið. Fiskaturking og útróður Sum fyrr nevnt var fitt av fiska­ arbeiði í Elduvík. Tað kom fiskur higar at verða turkaður. Tað var Jákup Garðshorn sum tók ímóti fiski frá Kjølbro. Tá var í hvussu er meira sól um summarið enn tað er nú. Kvikk, ein motorbátur, plagdi at koma við fiskinum. Fiskurin var fyrst vaskaður og so turkaður. Kom brim máttu vit koyra stakkarnar inn í kjallaran hjá okkum. Tá ið tað kyrraði máttu fiskurin berast oman aftur í fjøruna. Jákup Haraldsen plagdi eisini at senda fisk til Elduvíkar at turka. Ein motorbátur hevur hoyrt til í Elduvík, og var hetta Árnasker. Tá var ætlanin at fara at salta fisk í íshúsinum í bygdini. Men nú vóru aðrar tíðir. Teir komu úr Havn at sýna húsið, men teir góðkendu tað ikki. So fall hetta fyri bakka. Tað hava her verið upp til 3 bátar, sum egndu í Funningsfirði. Men alt var so tvørligt, so bátarnir vórðu seldir. Mangt løgið hevur verið. Ein ferð, tað var áðrenn mína tíð, funnu teir ein bát úti á havinum. Abbi brúkti hann sum lossibát. Hetta var eitt áttamannafar, og hann stóð í støðni í Elduvík. Tað var eingin, sum segði seg at eiga hann. Men ein dagin um summarið í fínasta veðri, tá bleiv báturin burtur. Hann kom ongantíð aftur. Vit fingu tveir dreingir og eina gentu. Amalier, Henry og Sigrid. Amalier doyði fyrr í ár. Níggju eru abbabørnini. Dóttirin Sigrid sigur, at pápin altíð hevur verið í parti við tey, sum ikki vóru væl fyri. Men hann hevur jú roynt tað sjálvur! Tað var hugnaligt at fáa hetta prátið við Alfred, sum kundi geva sítt íkast til søguna hjá føroyingum. Hann er eitt av teimum ja-ligu menn­iskjunum, sum ger alt so nógv lættari. Lívið var ikki bert ein dans­ur á rósum, men kortini kom væl burtur úr. Kyrjasteinur var eitt framúr skip Alfred og Thomasia á krúndiamantbrúdleypsdegnum í 2004. Aftanfyri børnini Henry, Amalier og Sigrid Gjógvin í Elduvík, har teir saltaðu sild Komandi partur Í komandi Miðviku verður frásøgn frá Fíu Davidsen, mest kend úr Mykinesi