Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Ætlar tú undir víðari útbúgving, so skalt tú fyrireika teg í góðari tíð og spyr heldur eina ferð ov nógv enn eina ferð ov lítið Vit lestrarvegleiðarar síggja ofta, at fólk koma í allarsíðstu løtu at fáa vegleiðing um, hvussu tey skullu bera seg at, tá tey vilja søkja inn til eina víðari útbúgving. Summi koma so seint, at ymiskar umsóknarfreistir eru loknar. Haraftrat er tað av sera stórum týdningi at kanna, hvussu stuðulsmøguleikarnir eru og at søkja um stuðul í góðari tíð og uppá rættan máta. Á tí árliga MÚ-tiltakinum (Markleys Útbúgving), har fólk umboðandi útbúgvingarstovnar í nógvum ymiskum londum luttaka, varð tað aftur í ár ferð aftaná ferð sagt, hvussu stóran týdning tað hevur at seta seg inn í krøv, freistir og annað í góðari tíð. Sum oftast krevur tað nógv meira tíð, um tú ætlar tær at søkja inn til eina víðari útbúgving í londum, sum liggja langt frá okkum og kanska ikki hava somu útbúgvingarskipan, sum vit hava og kenna til. Tó halda vit, óansæð hvar man ætlar sær undir víðari útbúgving, at ein realistisk tíðarætlan kann síggja soleiðis út : 18-12 mánaðir áðrenn tú ætlar undir víðari útbúgving : • Kanna útbúgvingarskipanin í tí landinum, tú ynskir at útbúgva teg í • Kanna hvar tú í hesum landinum kanst útbúgva teg í tí, tú ynskir • Kanna umsøknarfreistir • Kanna hvusu ein umsøkn skal sendast avstað • Kanna um serligar upptøkutreytir eru • Kanna um ávísar máltests krevjast • Kanna hvussu útbúgvingin kann fíggjast 2-9 mánaðir áðrenn tú ætlar undir víðari útbúgving: • Send umsøkn avstað • Tak møguliga máltest • Bið um ummælir, um tað krevst, frá lærarum og møguliga lestrarvegleiðara í góðari tíð • Send umsøkn til SU (Statens Uddannelsestøtte), har tú spyrt, um tú kanst fáa SU til tað útbúgvingina, tú søkir inn á. Hetta er ikki ein umsøkn um at fáa SU, men um SU vil játta stuðul til tað útbúgvingina, tú ætlar tær at slappa inn á. SU er stuðul til liviumkostnað (www.su.dk) • Aftaná svar frá SU kanst tú søkja ÚSUN (Útbúgvingarstuðul uttan fyri Norðurlond). ÚSUN er stuðul til skúlagjald (www.studni.fo) Harumframt eru nógv onnur viðurskifti, ið skullu kannast. Til dømis hvørjir íbúðarmøguleikar eru, hvørjar útreiðslur kann ein rokna við at fáa, t.d. tryggingar og visum. spyr heldur eina ferð ov nógv enn eina ferð ov lítið Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spurningur 1 Hey! Eg havi hoyrt, at mannagongdin at melda seg sum sjálvlesandi á einum miðnámskúla er broytt. Kunnu tit fortelja mær, hvussu eg skal bera meg at? Takk fyri Svar Tað er rætt, at mannagongdin at melda seg sum sjálvlesandi er broytt. Tað er ikki bert gjaldandi fyri innskriving sum sjálvlesandi á miðnámsskúlum, tí hetta er eisini gjaldandi fyri innskriving sum sjálvlesandi í 9. og 10.flokk. Øll innskriving skal fara fram elektroniskt á www. innskriving.fo, har ein vegleiðing liggur.Seinasta freist at melda seg til er 25. februar tað árið, har ein ynskir at fara til próvtøku. GG Um tú ikki í seinasta lagi 25. februar hevur avtalað próvtøkupensum við skúlan, har tú ætlar tær til próvtøku sum sjálvlesandi, er tín innskriving ikki galdandi. Av hesari orsøk hevur Føroya Studentaskúli og HF-skeið sett freistin at vera 1. februar, so tað er tíð at finna lærara og at gera pensum. Eru ivamál, eru fólk altíð vælkomin at seta seg í samband við ein lestrarvegleiðara. Vinarliga Holger og Bjørg Spurningur 2 Hvørjar treytir eru fyri at fáa stuðul til málskeið? ABÐ Svar ABÐ. Málslig fyrireikingarskeið Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum. Gjørt verður vart við, at málskeiðini skulu vera á høvuðsmálinum ella á einum av høvuðsmálunum í landinum, tó ikki á enskum. Hægri lesturin kann lutvíst ella heilt fara fram á enskum í tí ikki enskt-talandi landinum. Krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini: • Skeiðini skulu vera málsliga førleikagevandi til hægri lestur. • Skeiðini skulu vera fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. • Skeiðini skulu eisini góðkennast av Studna. Á hvønn hátt verður stuðulin veittur og hvussu leingi? Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. • Til skúlagjaldið verður veitt lán, í mesta lagi kr. 20.000. • Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin er ÚS kr. 3.737 um mánaðin .(2012/13) • Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir. • Er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár. Í hvørjum førum verða lánini umløgd til studning? Um tann lesandi, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur í einum landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umsóknarmannagongd. • Søkjast skal helst, áðrenn farið verður á málsliga fyrireikingarskeiðið. Umsóknarfreistin er tó fyrst úti, tá skeiðið endar. • Umsóknarblaðið ”Umsóknarblað til málsligt fyrireikingarskeið”, á www.studni.fo, verður saman við skjalprógvum sent Studna.fo. Meir info: www.studni.fo V Bjørg og Holger