Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Í Sandavági búgva 34 ára gamla Katja Eyð Rafn Kristinnsdóttir, og sjeik­ur hennara Hallur Hjal­gríms­ son Djurhuus, og henn­ara trý børn, sum hon eigur við fyrrverandi sjeiki henn­ara. Í 2006 flutti Katja aftur til Føroya, tí størsta ynski henn­ ara var at geva børn­un­um ein góðan og tryggan upp­ vøkst­ur í Føroyum. Men dreymur hennara um familjulívið í Føroyum fær nú ein bráan enda, tí 1. janu­ar megna tey ikki at fáa endar­nar at røkka saman, og tí má lív teirra rykkjast upp við rót. Sjúkan broytti alt Katja hevur tvær álvar­ sam­ar sjúkur, sum gera, at hon ikki er før fyri at arbeiða, og tí er hon fyri­ tíð­ar­pensjonistur. Sjeik­ur henn­ara er turrlagdur alko­ holi­k­ari, og hevur nú fin­g­ið onk­ra ókenda sjúku, sum ger at hann dettur púra óvæntað. Hann hevur ann­ ars koyrikort til trailarar, buss­ar og annað, men er ikki førur fyri at arbeiða við tí, tí vand­in fyri at hann smellur um er ov stórur. Samstundis gong­ur hann til kanningar, og læknarnir royna at fáa greiðu á júst, hvørja sjúku hann hevur, og hvat kann ger­ast fyri at basa sjúkuni. Hallur fær forsorgarhjálp, men verður mettur av Al­man­ na­stovuni at vera ein­lig­ur, og ikki forsyrgjari av børn­ unum hjá Katju, sum hann hevur búð saman við í sjey ár. Samstundis metir Al­man­na­ stovan, at Katja ikki er ein­lig, tí hon býr saman við Halluri. Hetta heldur Katja er sera óskilligt, men staðfestir tó, at við tí upphædd, sum Hall­ ur fær í dag, klára tey at fáa endarnar at røkka sam­an. Fram til 1. januar í 2013 fær Hallur 8.200 krónur um mánaðin, og hendan upp­ hædd­in er tað, sum Al­manna­ stovan metir, at Hallur hevur tørv á fyri at fáa endarnar at røkka saman. Men 1. januar verð­ur hetta broytt, og tá fær Hallur einans áleið 4.000 krón­ur at liva fyri. – Vit hava trupult við at fáa endarnar at røkka sam­ an sum nú er. Vit fluttu úr Havnini, tí vit kláraðu ikki at rinda húsaleiguna. Og júst tá vit hildu, at vit fóru at klára okkum í Føroyum, eru vit noydd til at flyta okkara heim og børnini til eitt annað land, sigur Katja, sum er sera vón­brotin av broytingini í for­sorg­ar­lógini. Tey leggja ikki í okkum Katja og Hallur elska at vera í Føroyum. Tað er her tey føla seg heima, og hóast tey altíð hava búð í Havnini, so var tað ikki so galið at flyta til Sanda­vágs - bara tey sluppu at vera í Føroyum. Katja ynskti sær, at børn hennara skul­du sleppa at uppliva tann tryggleika, sum ein ein­ ans sær í Føroyum. – Eg eri so vónbrotin av, at valdsharrarnir í Føroyum kunnu finna uppá at fara so illa við fólki. Áðrenn eg gjørdist sjúk arbeiddi eg alt, sum eg kundi, men nú havi eg bara ikki tann møgu­leik­an. Eg veit ikki, hvussu tey ætla at hava eitt vælferðarsamfelag, um tey lata tey veiku og sjúku í sam­ felag­num detta burtur ímill­ um, sigur Katja. Hon kann góðtaka, at politik­arar vilja hava gjøg­ num­skygni í skipanina, men hon skilur als ikki hví tað skal gerast so kalt og kyniskt. – Er tað veruliga meira týdn­ingar­mikið, at vit fáa gjøgnum­skygni í skipanina, enn at fólk klára at geva børn­u­num hjá sær mat í munn­in, spyr Katja. Flyta 1. januar 1. januar eru Katja, Hallur og tey trý børnini noydd at flyta úr Føroyum. Men tað er framvegis í Føroyum, at Kat­ ja og familja hennara vilja vera. – Hóast alt hetta ger meg illa og vónbrotna, so veit eg eisini, at hetta ikki er nakað, sum fólkið í Føroyum vil. Hetta er nakað, sum kaldir fólka­floks­politikarar vilja, og eg vóni bara, at onkur fer at tala at og ikki lata hetta henda fyri okkum og fyri øll hini, sum eru í somu støðu sum vit, sigur Katja Eyð Rafn Krist­inns­dóttir. Eitt er tó vist - um broyt­ ingin í forsorgarlógini verður til veruleika, sum alt bendir á, so flyta fimm fólk úr Før­ oy­um, og Katja er vís í, at tað er mong við teimum, sum ikki longur kunnu kalla seg før­oying­ar. barbara@sosialurin.fo Hóra ikki undan í Føroyum longur Forsorgarlógin – Eg eri so vónbrotin og ill um, at Føroya Landsstýrið nú hevur tikið avgerð um, at vit ikki longur kunnu vera partur av tí føroyska samfelagnum. Tey hugsa bara um seg sjálvan, og tey, sum eru sjúk ella arbeiðsleys mugu bara rýma, sigur 34 ára gamla Katja Eyð Rafn Kristinnsdóttir, sum er ein teirra, sum verður ávirkað av broytingini í forsorgarlógini, sum kemur í gildi 1. januar Broytingin 1. januar sambært heimastovuni hjá Alannaverkinum Forsorg Arbeiðsútbúgving sats Veiting brutto sats Veiting brutto Forsyrgjaraskylua mótvegis børnum - búgva einsamøll sdp 90 14.189 sdp 100 15.766 Forsyrgjaraskyldu mótvegis børnum - sambúgvandi sdp 70 11.036 sdp 80 12.613 25 ár og eldri, uttan børn - búgva einsamøll sdp 65 10.248 sdp 75 11.825 25 ár og eldri, uttan børn - sambúgvandi sdp40 6.306 sdp 50 7.883 Yngri enn 25 ár, uttan børn - býr ikki hjá foreldrunum sdp40 6.306 sdp 50 7.883 Yngri enn 25 ár, uttan børn - býr hjá foreldrum sdp 13 2.050 sdp 30 4.730 Varandi veiting sbrt. § 13 í forsorgarlógini sdp 60 9.460 Omanfyrinevndu veitingar eru skattaskyldugar veitingar