mikudagur 14. november 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiði
Einki signal?
Alt antennu- og parabolarbeiði
verður gjørt. 223097
SJAFFØR ARBEIÐI SØKIST
EG SØKI ARBEIÐI SUM.
BILSJAFFØR, LASTBILSJAFFØR
ELLA TRUKKSJAFFØR 224910
Bingo
Strálubingo
á Strondum sunnudagin 18 nov
kl 16. Burturlutað ræst føroyskt
krov og jólaborhald fyri tvey 24
nov í Bygdahúsinum - eisini lúkur
Strálan
RIMMAR JÓLABINGO
verður í skúlahøllini í Trongisvági
sunnudagin 2. dec. kl. 16.00.
TB-FLOGBÓLTUR
EB-Streyma Bingo
Bingo verður við Margáir
mánakvøldið 3. des . kl. 19
EB-Streymur
Býli í Føroyum
Stórt kamar mitt í Havn
til leigu 212345
Ung kvinna søkjir ibúð í Havn
Ung kvinna søkjir 1-1½ rúms
íbúð i Havn. Helst í Eysturbýnum.
Eri friðarlig, hvørkji roykji ella
drekki. Max prísur 3500 kr /mdr.
595115
TVØROYRI
Hús til sølu í Trongisvági. Àhuga
kunnu ringja. 571475
Íbúð til leigu
Íbúðin er á Norðasta Horni, uml.
70 m2, hevur stovu/køk í einum,
2 kømur, baðirúm og eykarúm til
vaskimaskinu o.a. prísur 5500
um mðr. + ljós og hita 283007
Hús í Eysturbýnum í Havn
Eini Góð og snotulig Hús ynskjast
til Leigu fyri sámuligan prís vit
eru í 30 árðunum við 3 børnum
6,5,0 ár
ansgarn@kallnet.fo 518331
Býli uttanlands
Íbúð í Esbjerg
Sóknist eftir íbúð í Esbjerg til
leigu/framleigu í samband við, at
eg skal niður í lestrarørindum.
255595
Ìbúð í Hirtshals til sølu.
Luta íbúð í Hirtshals til sølu,
meira fæst at vita við at venda
sær til tlf: 571475
Fundir
Aðalfundur
Ársaðalfundur Varðans verður
týsdagin 20.11.12 kl. 16 hjá
NOTA, Hoyvíksvegur 5, Tórshavn.
Fundarskrá: 1. Frágreiðing frá
yrki felagsins í farna árinum. 2.
Roknskaparframløga fyri árini
1998 til og við 2011. 3. Val av
nevnd og tiltaksmannni. 4. Val
av roknskapargrannskoðara og
tiltaksmanni 5. Ymiskt Tórshavn
6. nov. 2012
Missiónsvika í Skálavík
Í døgunum 14.-18.nov. Møtini
eru øll kvøldini kl.19.00. Talarar
norðanfjørðs og sangur hvørt
kvøld. Hjartaliga vælkomin.
Sjavs
Sjavs
Almenn sjavskapping er
hvørt týskvøld kl 19 í
Posthúskjallarinum og í Kollafirið
mikukvøld kl 19. Øll sum vinna,
eru vi um sjavstúr til Íslands í
apríl. Øll eru vælkomin
Felagið SJAVS
Ymiskt
Loppumarkanður 1. desember
Vit taka ímóti lutum til
loppumarknað. Opið er í
Vágsbotni nú leygardagin kl.
14.00-16.00. Hevur tú størri lutir,
kunnu vit heinta hesar. Avtala um
hetta á tlf. 213081
Reyði Krossur Føroya
Jólaborðhald á Strondum
leygarkvøldið 24 nov kl 19 í
Bygdahúsinum á Strondum -
buffet,undirhald og dansur. Fyri
alt kvøldið 500 kr. Tekna teg nú
stralan@stralan.fo
Marknaðardagurin
Marknaðardagurin verður í
Ítróttarhøllini í Runavík 24
november 2012, frá kl. 14.00 -
20.00. Til ber at bíleggja borð á
tlf 504761 ella 253866.
Lýsingartorgið
Um verkætlanina og treytir í sambandi við undangóðkenn
ing skal upplýsast:
Byggiharri
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO 110 Tórshavn
Tel. 340 800
Útbjóðingarháttur
Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku. Út bjóð
ingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984
um útbjóðing o.a.
Lýsing av verkætlan
Sambýlið liggur á matr.nr. 1000e, Eystan Heyg, Tórshavn.
Grundøkið er 4.513 m². Sambýlið er ikki ein bygningur,
men ein býlingur. Í sambýlinum er pláss til 16 íbúgvar. 8
íbúðir eru fastar í einum felagshúsi, og 2 eindir við 4
íbúðum eru leysar av felagshúsinum. Bygningarnir eru í alt
903 m². Byggitíðin er 1 ár.
Felagshúsið vendir ímóti trimum ættum: eystri, suðri og
vestri. Frá norðurvestursíðuni er útsýni yvir parkerings
pláss, høvuðsinngongd og leysu íbúðareindirnar.
Plássið framman fyri høvuðsinngongd og felagshølir er
alment øki, har øll, t.e. íbúgvar, starvsfólk og gestir, hava
atgongd.
Gangir framman fyri høvuðsdyr til allar íbúðir eru hálv
almenn økir. Bert íbúgvar, starvsfólk og gestir við ørindum
til tey fýra í somu íbúðareind hava atgongd.
Íbúðir og terrassa ímóti garði eru privat økir. Bert íbúgvin
hevur atgongd til sítt øki.
Íbúðareindir, sum eru fastar í felagshúsinum, venda
móti norðrivestri. Íbúgvarnir hava sostatt bert sólina á
terrassuni lítlan part av degnum. Eitt felags tilhaldsøki
aftan fyri íbúðareindirnar gevur íbúgvunum møguleika fyri
uttan duratilhaldi í sól ein størri part av degnum.
Treytir
Fyri at verða tikin við í viðgerðina í sambandi við undan
góðkenningina skulu umsøkjarar lata inn niðanfyrinevndu
upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, fakligar royndir, bygg i
orku og tekniskar virkisleiðsluroyndir:
. Váttan um, at umsøkjarin er eitt parta ella smáparta
felag, sum er skrásett í Føroyum, t.e. hjá Skráseting
Føroya.
. Navn, bústað, vtal, telefonnummar, teldupostadressu
og navn á ábyrgdarpersóni.
. Yvirlit yvir líknandi byggiverkætlanir, ið umsøkjarin
hevur luttikið í seinastu fimm árini. Vísast skal til lidnar
verkætlanir ella verkætlanir í gerð. Fyri hvørja verkætlan
skal upplýsast um byggiharra, leiklut arbeiðstakarans,
byrjanardato, arbeiðstøkukostnað og ábyrgdar per són
ar.
. Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar mest viðkomandi
verkætlanirnar, sum umsøkjarin áður hevur luttikið í. Fyri
báðar verkætlanir skal fyriliggja nágreinilig lýsing. Um til
ber, kann umsøkjarin lata inn byggiharraviðmæli fyri
hesar uppgávur. Í viðmælinum skal upplýsast, hvørjar
byggiverkætlanirnar vóru, hvør leiklutur umsøkjarans
var, og hvussu avrik hansara vóru eftir meting byggiharr
ans. Í sambandi við val av arbeiðstakara skilar byggi
harrin sær rætt til at seta seg í samband við teir til
nevndu ábyrgdarpersónarnar.
. Lýsing av skipan fyri góðskustýring og innaneftirlit, og
hvussu henda skipan er uppbygd.
. Lýsing av HTU (heilsu, trygdar og umhvørvisarbeiði),
og hvussu hetta arbeiði er skipað.
. Upplýsingar um útbúgvingar og fakligar førleikar annars
hjá starvsfólkum, sum eru knýtt at verkætlanini.
. Trúnaðar og heiðursváttan um skuld til tað almenna.
. Váttan um miðaltal av starvsfólkum og ársverkum, um
møguligt býtt yvir viðkomandi fakbólkar.
. Er umsøkjarin ein felagsskapur (konsortium) av arbeiðs
takarum, skal hesin veita einum av luttakarunum fulltrú
til at skuldarbinda allan felagsskapin, eins og byggiharr
in krevur samábyrgd.
. Fyri at umsóknin um undangóðkenning skal verða
viðgjørd, skal alt omanfyrinevnda tilfar latast inn.
Aðrar treytir
. Arbeiðstakarar skulu hava kunnleika um serlig føroysk
viðurskifti, so sum veðurlag, arbeiðsmarknað, lóggávu
og reglur, ið eru galdandi fyri slíka bygging o.a.
. Víst verður til „Rundskriv um arbeiðsklausul“ frá VMR,
dagfest 13. februar 2009. Her er millum annað ásett, at
sáttmálin verður fevndur av kravinum í ILOsáttmálanum
nr. 94 um arbeiðsklausular í almennum sáttmálum.
Tíðarfreist fyri at lata inn tilfar
Freistin at lata Landsverki inn tilfar til undangóðkenning er
19. november 2012 klokkan 14. Sendarin hevur ábyrgdina
av, at tilfarið verður móttikið rættstundis.
Krøv til tilfar
Í sambandi við undangóðkenningina skal tilfarið latast inn
í talgildari pdfútgávu í A4 ella A3stødd. Tilfarið skal
send ast Landsverki á teldupostadressuni hdl@lv.fo.
Spurningar
Spurningar skulu skrivliga stílast til hdl@lv.fo og
mivi@lv.fo.
INNBJÓÐING
Innbjóðing til undangóðkenning
Í sambandi við bygging av sambýli í Havn til sálarsjúk bjóðar Landsverk við hesum áhugaðum
arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.