mikudagur 14. november 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
sorin anghel vangamynd
og so vandu vit í tveir tímar, greiður
Sorin frá.
Tað var tó ikki stuttleiki og
spæl, sum stóð ovast á dags
skránni. Venjingin var hørð og
málrættað. Tað var upp til Sorin og
hansara liðfelagar at prógva fyri
venjaranum, at teir skuldi tíma at
brúka tíð upp á seg.
Tað vóru ikki nógvir pengar til,
og Sorin hevði ikki ráð at keypa
sær fótbóltsskógvar. Hesum mátti
felagið hjálpa við.
Sum 19 ára gamal spælir Sorin
við í 2. deildardysti móti FC Arges.
Á liðnum er millum annað Adrian
Mutu, sum seinni gerst víðagitin.
Sorin spælir væl, og fær í boðið at
skifta til mótstøðuliðið. Tað blívur
tó bara til tríggjar mánaðar.
– Eg sat nógv á bonkinum, og
var ikki vanur við at verða burtur.
Eg tosaði við felagið aftaná tríggj
ar mánaðar, og valdi at fara aftur til
Ramnicu Valcea, sigur Sorin.
Tvey ár seinni fær Sorin eyga á
eina sprund, sum skuldi vísa seg at
broyta lívið hjá honum.
Alina fer til Føroyar
– Sorin aftaná
Eitt august kvøld í 2000 eru Sorin
og nakrir av liðfeløgnum úti. Teir
hugna sær óført, tá Sorin fær eyga
á eina vakra kvinnu. Hon er úti við
familjuni, tí hon um fimm dagar
skal til Føroyar at spæla hondbólt.
– Vit vóru úti og hugnaðu okkum,
tá eg sá hana. Hon var við familjuni.
Eg fór at tosa við hana, og í skemti
spurdi eg um vit ikki skuldu halda
saman. Hon svaraði blankt nei, tí
hon skuldi til Føroyar um fimm
dagar, sigur Sorin og grínur.
Alina skal spæla við StÍF, og
tey bæði hava tætt samband,
meðan hon er í Føroyar. Alina
roynir at lokka Sorin til Føroyar,
men hann er ikki sinnur at flyta
úr heimstaðnum. Men við sam
ráðingarborðið við felagið hjá sær
fær Sorin aðrar tankar.
– Eg skuldi til sáttmálasamráð
ingar um hetta mundið, og hevði
ikki fingið løn fyri tvey tey seinastu
árini. Eg segði við teir, at fekk eg
ikki pengarnar so eg fór til Føroyar,
greiður Sorin frá.
Hetta var sjálvandi ein háttur
at samráðast upp á, men samráð
ingarnar koma ongantíð á mál.
– So ringdi eg til Alinu og boð
aði frá, at eg kom til Føroyar, sigur
Sorin og flennur.
Alina hevði tosað við Skála, sum
tá spældi í aðru deild, men har vóru
ongir pengar. Alina spælir um hetta
mundið saman við fleiri spælarum,
sum hava tilknýti til EB/Streym.
– Hon ringir so og fortelur mær,
at hon hevur funnið eitt felag, sum
eitur EB/Streymur. Eg segði bara
jaja, tí eg áni ikki hvat tað var fyri
eitt felag. Bara at teir akkurát vóru
fluttir upp í bestu deildina, greiður
Sorin frá.
Marru túrurin til Føroyar
Sorin er fyri fyrstu ferð í samrøðuni
trekur at tosa, tá prátið fellur inn á
fyrsta túrin til Føroyar. Hann heldur
hendurnar upp fyri andlitið, grínur
og ristur við høvdinum áðrenn
hann byrjar at greiða frá.
Søgan byrjar í Rumenia 14. mars
í 2001. Sorin Anghel skal á fyrsta
sinni flúgva. Hann dugir ikki enskt,
og enn minni danskt ella føroyskt.
Hann hevur trý viðføri við, og tí
ansar hann væl eftir.
– Mamma hevur altíð lært meg,
at eg skal ansa væl eftir bagaguni,
og ikki lata nakran annan fáa fatur
á henni, greiður Sorin frá.
Komin til Keypmannahavnar
kemur panikkur í. Hann fær ikki
samskift við nakran, og torir ikki at
fara út gjøgnum pass-eftirlitið.
Løgreglan fær eyga á hendan
unga mannin, sum heldur fram við
at standa uttanfyri pass-eftirlitið.
Teir koma tí yvir og royna at sam
skifta við hann.
– Eg visti ikki hvat eg skuldi í
Danmark, og hvussu eg kom til
Føroyar. Tað einasta eg dugdi at
siga var EB/Streymur, Føroyar og
Magnus á Stongum, sigur Sorin við
einum stórum smíli, meðan hann
yppir akslarnar.
Tá hann hevur tosað við løg
regluna eina løtu, fær hann eyga
á viðførið, og við ráðunum hjá
mammuni í huga, so reisist hann
og drønar avsta eftir henni – og løg
reglan aftaná.
Tingini koma í rætt lag. Sorin
verður vístur víðari til flúgvarin til
Føroyar, men søgan er bara komin
í helvt.
Fyrst tekur tað eina løtu at finna
røttu gate’ina. Síðani fara øll fólkini
í flúgvarin. Sorin situr eftir, tá ein
flogterna kemur yvirtil hann, og
spyr um hann skal við.
– Eg vísi henni so ferðaseðilin,
men eg vildi bara við, um eg fekk
bagaguna við í flúgvarin. Tað bara
ikki til, so tey ringu eftir løgregluni,
sigur Sorin.
Flúgvarin
hjá
Atlantsflogi
stendur nú og bíðar, meðan løg
reglan roynir at greiða hesum ung
rumenanum frá, at bagagan kem
ur við, men hann hon skal í eitt
viðførisrúm.
– Eg var so troyttur, svangur og
tystur, at eg bara gav upp og fór í
flúgvarin. Tá eg kom inn klappaðu
øll, sum vóru í flúgvaranum, greiður
Sorin frá við síni eykendu dialekt,
og brestur út úr at flenna.
Tað steðgar ikki her. Sorin skal
sita millum tveir vælvaksnar menn,
sum royna at tosa við, men einki
nyttar.
– Tá flogternurnar koma við
vogninum var eg nakað so svangur
og tystur, men eg hevði ongar
pengar, og helt at eg skuldi gjalda
fyri matin og drekkjuvørurnar.
So tá tey spurdu meg, um eg vildi
hava nakað, so risti eg bara við
høvdinum, sigur Sorin, meðan
hann vísur hvussu hann risti við
høvdinum.
Tá hurðin fór upp í flúgvaranum
fekk Sorin eina kalda móttøku.
Hesa ferð bókstaviliga. Tað vóru 25
hitastig í Rumenia hendan dagin,
og Sorin er bara í eini T-shirt. Men
í Føroyum var kalda várveðrið
eirindaleyst.
Sorin er nú so nær málinum, at
hann bítur kuldan í seg, og gongur
móti inngongini á Vága Floghavn,
men aftur stendur løgreglan og
bíðar.
– Eg orkaði ikki meir. Var troytt
ur, svangur, tystur og skilti einki,
so tá eg sá teir fór eg bara at renna
til eg fekk fatur á Alinu og Magnus,
sum kundu hjálpa mær við at tosa
við løgregluna, sigur Sorin at enda
um fyrstu ferðina til Føroyar. Hann
sær næstan pøstur út bara av at
fortelja søguna.
Rendur til arbeiðis
Fyrsta venjingin hjá Sorin stendur
grieð í minninum. Sorin hevur
fótbóltsskógvar við, sum hann
hevur brúkt í Rumenia. Teir hava
jarnaknobbar,
og
kunnu
ikki
brúkast á graslíkinum á Eiði.
– Ongin hevði fortal mær, at tað
var spælt á graslíki her, sigur Sorin
Hann fær ikki samskift við hinar
spælararnar, men fótbóltsmálið er
eitt altjóða mál.
– Bergur Magnussen var venjari
og hann royndi at tosa við meg,
men eg skilti einki av tí, sum hann
segði. Tað gekk betri at venja, tí fót
bóltur er eins allastaðni, greiður
Sorin frá.
Tá Sorin hevði verið í Føroyum í
tvær vikur, fekk hann nøkur óvænt
aði boð.
– Magnus á Stongum kom
framvið hjá mær og segði, at eg
eisini mátti arbeiða við síðuna av
fótbóltinum. Tað skilti eg einki av,
sigur Sorin og grínur.
Hann fekk arbeiði á flakavirk
inum, men tað spældi ikki væl av.
– Eg lá heima sjúkur í tvær vikur,
tí eg arbeiddi í kølaranum. Eg hevði
ongi klæðir og kom heim vátur og
kaldur, greiðir nýggi AB spælarin
frá, meðan hann við einum smíli
ristir upp á høvdið.
Sorin hevur bara verið í Før
oyum í stutta tíð, tá hann ger av at
fara aftur til Rumenia. Hetta lívið
er ikki nakað fyri ein ungan og
málrættaðan rumena. Sorin gevur
Magnusi greið boð, men Alina tosar
Sorin frá at venda heim.
Tit liva eitt luksus lív her. Ongin mafia,
kriminalitetur ella mutur. Eg haldi bara ikki
øll vita av hvussu gott tit hava tað her