Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. november 2012síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 14. november 2012 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur sorin anghel vangamynd Einsamallur á Eiði Í juni mánaði í 2001 fer Alina heim í feriu. Brádliga stendur Sorin eft­ ir einsamallur á Eiði. Tað blíva til tveir harðar, men sera gevandi mán­aðir fyri unga rumenan, sum fram­vegis ikki klárar at samskifta á før­oyskum ella enskum. – Eg dugdi ikki at gera mat, vaska klæðir ella nakað, greiður Sorin frá. Tað endar við, at Magnus fær fólk­ini á Eiði upp á skift at geva Sorin at eta. Soleiðis fekk Sorin heitan mat hvønn dag í tveir mán­ aðir. – Eg má siga takk fyri til tey, sum hjálptu mær tá. Eg eri sera takksamur fyri tað tey gjørdu fyri meg, sigur Sorin, sum eisini gerst ung­dómsvenjari í felagnum. Tað hjálpur upp á evnini at samskifta. – Eg lærdi mest frá børnunum, sum eg vandi. Tey tosaðu altíð før­oyskt við meg, og tá eg skuldi greiða frá onkrum við keylum, so søgdu tey bara »keyla«, og peikaðu á keyluna. Soleiðis kom eg at læra føroyskt, sigur Sorin, sum ongantíð hevur lært føroyskt í skúla. Hann er sum hann sigur, sjálvlærdur. – Eg sigi sikkurt nógv, sum ljóðar býtt, men eg haldi tey flestu skilja meg, leggur Sorin afturat. Sorin ásannar, at sjálvt um tað var tveir harðir mánaðir uttan Alinu, so lærdi hann nógv av at verða einsamallur. Verjuleikarin endar á miðvøllinum – í 12 ár! Sorin Anghel var miðveji fram til 20. mei 2001, tá Bergur Magnusson eftir tríggjar dystir uttan nakað mál, flytur Sorin fram á miðvøllin. – Eg hevði altíð spælt í mið­verj­ uni, men eg segði at eg kundi altíð royna at spæla á miðjuni, greiður Sorin frá. Tað gingu bara 16 minuttir, so skoraði Sorin á fyrsta sinni. Hann um­setti eitt brotsspark til mál. Móti endanum av dystinum er hann aftur á blettinum, og Sorin Anghel er miðvallari restina av fót­bólts­lív­ inum. Fyrstu árini gongur strilti, men Sorin er hevur stórt álit á teimum ungu, sum eru á veg fram. Í 2003 verður Piotr Krakowski settur sum venjari, og boðini til pólska venj­ aran eru greið – hav tol við teimum ungu. Saman við Sámal Eriki Hentze, hevur EB/Streymur tað besta venjara­toymið, sum Sorin hevur havt. – Teir báðir riggu væl saman, og eg haldi at vit spældu okkara besta fótbólt undir teimum, sigur Sorin. Fyrsta steypið kemur í hús í 2007, tá EB/Streymur vinnur eina spenn­ andi steypafinalu móti HB 4-3. Piotr og Sámal Erik takka fyri seg og nýggja venjaraparið er Sigfríður Clementsen og Magni Mohr. EB/Streymur vinnur greipuna, men fótbólturin er meiri verju­ kendur. Tað gongur bara fram til summ­arið 2009, tá Sigfríður og Magni verða koyrdir frá. – Teir innførdu nógv disiplin í hópin, og tað riggaði, men fleiri av leikarunum vildu ikki spæla so verju­kent, sigur Sorin. Síðani tá hevur Heðin Askham verið venjari hjá EB/Streymi, og Sorin glaður fyri at tað eydnaðist honum at vinnna FM í ár. – Eg vildi so gjarna vinna eitt meist­araheiti fyri Heðin. Hann er ein fantastiskur venjari. Um nakað, so er hann ov fittur, sigur Sorin, sum eisini nevnir Finnbjørn Zachariasen, sum hevur verið hjálpar­venjari. Skiftið til AB Aftaná 12 ár í EB/Streymi valdi Sorin Anghel mánadagin at skifta til AB. Hann hevur givið felagnum alt tað hann kann, men nú er tíðin komin til eina broyting. – Eg havi gjørt alt tað eg kann fyri EB/Streym. Eg havi spælt har í 12 ár, og havi vunnið fleiri steypa­ kappingar og tvey meistara­heiti. EB/Stremur fer altíð at verða í mín­ um hjarta, men tíðin er komin til at royna okkurt nýtt, sigur Sorin, sum fleiri ferðir nevnir hvussu takk­ samur hann er fyri tíðina í EB/ Streymi. Sorin er fluttur til havnar, og koyringin til venjing hvønn dag etur av honum, umframt at hugurin er til at royna okkurt nýtt. Tað er ikki av tilvild, at valið nú fall á AB. Venj­ ari á Argjum er Sámal Erik Hentze. – Eg dugdi ikki at halda einum seymi, tá Sámal Erik gav mær ar­ beiði sum timburmaður. Hann hev­ur gjørt nógv fyri meg, og hetta er mín máti at geva honum nakað aftur, sigur Sorin, ið samstundis av­sannar, at hann var á veg til AB í fjør. – Fólk tosa altíð nógv, men sann­ leikin er, at eg hevði sáttmála við EB/Streym til í ár, so tað hevði ikki latið seg gjørt, greiður Sorin frá. Avgerðin um at siga farvæl við EB/Streym tók skap gjøgnum summ­arið. Tað var eisini øllum greitt, at tá Sorin Anghel varð út­ skiftur í seinasta dystinum í ár, at hann takkaði fyri seg, tá hann veittr­aði til viðhaldsfólkini meåan hann gekk av vøllinum. – Tað var ikki ein løtt avgerð at taka, men eg síggi nakað tað sama í AB, sum eg sá Í EB/Streymi tá eg kom. Eitt ungt lið, sum skal menn­ ast. Vónandi kann eg verða við til at hjálpa teimum ungu í felagnum, sigur Sorin. Fam til skiftið, so var Sorin nærm­astur við at skifta, tá HB venjarin og landsmaðurin, Ion Geolagu, royndi at fáa hann at skifta fyrst í nýggju øldini. Framtíðin er í Føroyum Sorin hevur uppgivið føroyska lands­liðsdreymin, men ætlar fram­ vegis at liva føroyska dreymin. – Tit liva eitt luksus lív her. Ongin mafia, kriminalitetur ella mutur. Eg haldi bara ikki øll vita av hvussu gott tit hava tað her, sigur Sorin Hann ásannar, at hann hevur mist nógv sum fótbóltsspælari við at koma til Føroyar, og at hann undir øðrum umstøðum helst ikki hevði uppgivið fótbóltsdreymin í Rumenia. Hann er hinvegin ótrúliga fegin um alt tað, sum Føroyar hevur givið honum. Trygga umhvørvið er ein av høvðusorsøkunum til, at Sorin og Alina halda fram at búgva í Føroyum. Fyri trimum árum síð­ ani fingu tey ein son, og hvar bet­ur at lata hann veksa upp enn í Før­oy­ um. Dreymurin um at spæla á før­ oyska landsliðnum er sleptur, men nú byrjar eitt nýtt kapitul í lívinum hjá Sorin Anghel. trondur@sosialurin.fo Babba plagdi at koma heim um 14 tíðina hvønn dag. So fóru vit á vøllin hjá FC Ramnicu Valcea at sparka. Hann taklaði í gjøgnum. Fór eg at gráta, so segði hann bara, at í fótbólti grætur tú ikki Sorin Vasile Olaru Anghel Føddur: 16. Juni 1979 Foreldur: Ioana Anghel og Vasile Anghel Kona: Alina Olaru Anghel Børn: Dennis Stefan Olaru Anghel, 3 ár Starv: Timburmaður Yrkisleið: FC Ramnicu Valcea: Ungdómsleikari - 1998 FC Arges 1998 FC Ramnicu Valcea 1998 - 2001 EB/Streymur 2001 - 2012 AB 2012 - Sorin hevur inngraverað EB/ Streyma merkið í giftiring sín Sorin í dystinum móti Manchester City – Eg havi gjørt alt tað eg kann fyri EB/Streym, sigur Sorin Anghel