fríggjadagur 16. november 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heini sum í dag 43 ára gamal
og sjálvlærdur miðlagrafikari,
minnist, at vinmenninir og
hann sum dreingir plagdu
at fiska um kvøldarnar. Í frí
tíðini íðkaðu teir fótbólt og
hondbólt, og vóru teir í hag
anum, runnu teir.
– Tað skuldi altíð henda
okkurt og helst her og nú.
Sum smádrongur var eg dag
ligur gestur á skaðastovuni.
Var helst eitt sindur vøsutur
og ótolin, tó ikki uttan fyri
tað normala; eg fekk væl
savnað meg um eitt nú at
tekna í tímar.
Flottan bil
– flotta damu
16 ára gamal fór Heini til
skips fyri at tjena pengar til
ein bil.
– Tað var ein eydnurúsur
at gerast vaksin. Mín mest
ítøkiligi dreymur var at ger
ast arkitektur. Eg væntaði
at fáa eitt vanligt lív sum øll
onnur við konu og børnum.
Hjá ungum monnum á bygd
í áttatiárunum var dreymur
in at fáa ein bil. Tá var einki
internet ella úrval av sjón
varpsrásum. Bilurin var uppi
haldsstað hvørt kvøld saman
við vinfólki. Tá eg var heima,
stuttleikaðu vit okkum og
drukku, sum unglingar flest,
og ferðaðust til stevnur um
summarið. Í allar mátar eitt
púra vanligt og virkið ung
lingalív.
– Við bilinum hevði tú
størri frælsi og slapp hagar,
tú vildi, tá tað hóvaði tær. Um
vikuskiftini vóru bilar í roynd
og veru barrir. Dansurin
var liðugur klokkan 1, og so
koyrdu tey ungu biltúr til
klokkan 6 um morgunin. Átti
tú bil, fekst tú lættari fatur á
konufólki. Eg átti flottan bil,
men var eisini flottur sjálvur,
skemtar Heini.
Lagnukvøldið
Seinasta sunnukvøld fyri jól
var tiltikið gott dansikvøld á
Eiði. Árið var 1988, og 19 ára
gamli Heini og vinmenninir
høvdu verið í býnum fríggja-
og leygarkvøld, og hendan
dagin kókaðu teir havhest,
áðrenn teir ætlaðu í dans.
Teir javnaðu allan dagin og
kvøldið við. Í dansinum var
tó einki serligt av fólki, og tí
ætlaðu teir í staðin suður í
Eydnuna á Oyrarbakka. Tað
eydnaðist teimum tó ikki at
finna nakran at koyra teir.
– Mín bilur stóð hjá einum
vinmanni. Skyldkonan, sum
hevði koyrt okkum kvøldini
fyri, vildi gera væl og ikki
geva mær lykilin sunnudag, tí
hon visti, at eg drakk. Men eg
fór heim eftir eykalyklinum
og koyrdi einsamallur býtt
djarvur og fullur út í myrku
køldu náttina – ein túrur, ið
bráðsteðgaði eina lítla lagnu
lødda løtu seinni við Ljósá.
Tit missa dreingin
Foreldur Heina fingu tey boð,
at tey mest sannlíkt fóru at
missa sonin. Kortini varð
hann dagin eftir sendur nið
ur á Ríkissjúkrahúsið. Hann
var illa meiðslaður, lá uttan
vit, ryggurin var brotin í 12.
geisla umframt at hann var
Rúsdrekkakoyring Hugurin at sleppa suður í Eydnuna var góður,
so eg gjørdi bara av at koyra sjálvur. Eg minnist, at vit vinmenninir
avráddu at fylgjast til Oyrarbakka. Men eg minnist einki til, at eg av
onkrari tápuligari orsøk fór einsamallur avstað við bilinum. Minnist
heldur ikki, at eg fáar minuttir seinni rendi útav vegnum við Ljósá
og varð slongur út. Minnist einki um at verða koyrdur til Havnar í
sjúkrabili, ella at verða flogin á Ríkissjúkrahúsið, sigur Heini Festirstein
av Eiði. Tað fór at vísa seg, at tiltikna jólaódnin tríggjar dagar seinni
var eitt lot í mun til ta ódn sum tók seg upp í hansara unga lívi
Eitt andarhald
í tankaloysi
Koyrdi rúsdrekkakoyring 19 ára gamal
11. september 2012
Niðurstøða eftir Dag og Viku í kvøld: Vit hava
nokk av jarðberjum og makreli, men mangla
kvinnur og parkingspláss. Koyr á Føroyar!
19. november 2011
Fyri tí mann er einsamallur, kann mann saktans
hugna sær eitt sindur. So eg havi gjørt mær eitt
fitt ostaborð at jagla upp á í alt kvøld :)
Savnsmynd
Mynd: Heinesen Myndir