fríggjadagur 16. november 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Koyrdi rúsdrekkakoyring 19 ára gamal
uppskorin í nakkanum, bein
unum, ørmunum og á bak
inum. Hann bløddi álvarsliga
og hevði nógvar pentir alla
staðni.
Tá Heini 20 dagar seinni
raknaði við úr koma á Ríkis
sjúkrahúsinum, rann spaku
liga fram fyri hann:
– Eg hevði koyrt bil dýr
andi
fullur,
blóðroyndin
staðfesti eina promillu á 1,8.
Eg hevði ikki bundið trygdar
beltið. Eg hevði koyrt á
summardekkum á svarta
kálki. Eg hevði koyrt alt ov
skjótt, tí eg var slongur langt
úr bilinum.
– Fyrstu tveir mánaðirnar
svaraði eg bara ja og nei, tá
starvsfólk vendu sær til mín.
Eg var beiskur og óður inn á
meg sjálvan at liggja har sum
ein kloddi og slapp ikki av við
øðina, minnist Heini.
Ikki mín Gud
Tó at Heini var einsamallur
í bilinum, rakti vanlukkan
onnur enn hann. Hann átti
mammu, pápa, systkin og
vinfólk, sum øll vóru góð við
hann.
– Eg kendi, at eg hevði
gjørt nakað skeivt, sum øll
familjan sveið fyri. Vit tosaðu
dagliga í telefon, og tey vitj
aðu alt tað, tey kundu. Tað
sama gjørdu vinmenninir.
Onkur av mínum nærmastu
hildu, at hetta var Guds vilji
við mær. Hetta var tungt at
bera í teirri neyð, eg var í. Tá
helt eg fyri – eins og nú – at
um Gud vil blaka meg í ein
koyristól, er hann ikki mín
Gud.
– Eg veit, at teirra hug
burður var eitt slag av um
sorgan, men hetta er ein
heimsspeki, sum eg ikki taki
undir við, og sum ikki kann
brúkast til nakað sum helst.
Tað løgna var, at dagin eftir
eg koyrdi meg til avlamis, átti
systir mín ein son, so fam
iljan sveimaði millum lív og
deyða teir dagarnar.
Gálgaskemt í Hornbæk
Eftir at hava ligið í strekki
í tríggjar mánaðir á Ríkis
sjúkrahúsinum fyri at grøða
brotið í rygginum, varð Heini
fluttur til uppvenjingarstað
í Hornbæk. At byrja við var
ógreitt, um hann fór at gerast
førur fyri at ganga aftur.
– Í Hornbæk vóru onnur
offur frá ferðsluvanlukkum,
miseydnaðum sjálvmorðum,
fólk ið høvdu kavað í ov grunt
vatn, heilabløðingar og so
framvegis. Mong vóru sjálv
morðshótt. Millum starvs
fólk ráddi ein margháttligur
tóni. Júst innkomin heilsaði
ein fysioterapeutur mær við
at spyrja, hvat var hent mær.
Síðani segði hann læandi, at
mann tað sama kann gera tað
ordiliga, tá mann koyrir skít.
Eg tók tað illa upp, sum eg
lá har 19 ára gamal í hesum
fremmanda.
Kortini
var
hetta onkursvegna við til at
herða meg, minnist Heini.
– Ein morgun komu tveir
læknar, tveir sálarfrøðingar
og ein sjúkrasystir inn at tosa
við meg – ein reiðilig tilbúgv
ing. Tey bóru mær tey boð, at
eg ikki skuldi vænta at ganga
aftur. Tey høvdu sæð undur
verk fyrr, men eg skuldi ikki
vænta mær eitt.
– Hetta vildi eg avgjørt
ikki góðtaka sum eina enda
liga niðurstøðu og segði
»NEI, eg fari at ganga aftur!«
Tey endurtóku, at tað fert tú
helst ikki. Tey royndu at fáa
meg at venja meg við tað.
Tað var ræðuligt, og eg vildi
ikki lurta eftir hesum. Eg var
púra á berum og royndi at
skumpa hetta til viks – hevði
so inniliga brúk fyri at hoyra
okkurt jaligt. Alt var ræðandi
og óveruligt. Eg var so ung
ur, lívið var ikki meiri enn
byrjað, og kortini var eg so
einsamallur og noyddist at
fóta mær av nýggum.
Ólavsøka á hjólum
Beint fyri ólavsøku varð
Heini útskrivaður úr Horn
bæk. Hann hevði lítlan hug
at fara heim til Føroya.
– Tað var sum stóð eg mill
um tvey ymisk lív og visti
ikki, hvat eg fór at megna í
nýggju støðuni. Eg óttaðist
fyri at byrja lívið uttan fyri
...framhald á síðu 6
3. september 2012
Minnist til, kvinnur: Ein maður við einum
sixpack (vøddar á búkinum), er samstundis
eitt mannfólk, sum ongantíð kemur at elska
tykkum líka nógv, sum hann elskar seg sjálvan.
7. september 2012
Tá mann roynir at skifta kanal og fjarstýringin
ringir, hevur mann drukkið for nógv vín.
5. september 2012
Kvinnan sum uppfann setningin,
»Øll mannfólk eru eins« var kinesisk.
Og tað gevur meining, tí har eru allir eins.
27. januar 2012
At sita í trygdarbelti tá mann koyrur bil,
kann sammetast við at vera í bjargingarvesti,
tá vanlukka hendur á sjónum. Tað er bara eitt
klikk og tað ER kul, ikki gloyma tað!
Sitatir av Facebook-vegginum hjá Heina: