Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Koyrdi rúsdrekkakoyring 19 ára gamal trygga umhvørvið í Horn­ bæk. Har var lættari at sita í koyristóli enn á Eiði. Tað var alt annað enn kul 19 ára gamalur at skula sita í koyri­ stóli restina av lívinum. – Øll støð mintist eg bara sum gangandi, og øll kendu meg bara sum lættan á fótum. Hevði eina kenslu av, at fólk hugdu skeivt og hugsaðu, at eg hevði sjálvur skyldina. Eg var fullur í skuldarkenslu og hugsaði: »Ja, eg veit tað væl. Hvat er at siga?« Ikki bar til at renna undan. – Hesa tíðina hevði eg tað best saman við fólki, sum eg ikki kendi frá mínum fyrra lívi. Tey, eg kendi famman­ undan, spurdu meg, nær eg fór at ganga aftur. – Eftir regluliga upp­venj­ ing í fýra ár gjørdist greitt, at eg fyribils noyðist at verða sitandi í koyristolinum. Eg eri púra lamin frá knøunum niður, 80% í lørunum og ann­ ars lutvís frá miðjuni. Til verka Okkurt mátti henda. Heini mátti byrja av nýggjum og legði fyri við 10. flokki við Áirnar um heystið – minni enn eitt ár eftir vanlukkuna. Síðani starvaðist hann fyrst á Hjálpar­tólamiðstøðini og síð­ani hjá ComData, har áhugin fyri kunningartøkni varð birtur. Seinni flutti hann til Danmarkar, har hann tók venjaraútbúgving á ítróttar­ háskúla. – Eftir at hava tikið HF í Dan­mark tók internetið okk­ um øll á bóli við markleysum nýggjum møguleikum. Mær hevði altíð dámað at tekna, og mær var greitt, at eg skuldi starvast við onkrum, sum hevði við internetið at gera. Dýrmæta lív Síðani Heini flutti heim í 1998, hevur hann starvast við grafiskari sniðgeving, nú á marknaðardeildini hjá Føroya Tele: – Her er gott at vera, og lív­ið er so forbannað gott. Eg gleðist hvønn dag um lív­ið, men kundi sum flestøll onn­ ur ynskt mær okkurt aftur­at. Eg hugsi ofta, at lívið kundi verið øðrvísi, um eg ikki gjørdi tað býtta hasa vetrar­ nátt­ina. Við hvørt fyllir tað nógv, men tað er ikki vist, at eitt lív til gongu var so nógv bet­ur enn hetta lívið. Eg føli, at eg havi nakað at geva hes­ um landinum og teimum, sum eg eri góður við – ikki minst mín­um vinum. Tók ongan við sær Heini bøtir dýrt fyri eina býtta gerð í ungdómsins hug­ móð. Men hann tók ongan við sær. – Eg havi mangan hugsað, at tað hevði verið steinur oman á byrðu, um onnur vóru við í vanlukkuni. At skulað livað við, at onkur ann­ar doyði ella varð løstaður fyri lívið, av einari dáragerð sum at koyra fullur, hevði eg av­ gjørt havt tað óluksáliga ringt við. – At koyra ávirkaður er eitt tað allar tápuligasta, mann kann finna uppá. Tað er alt­íð ein onnur loysn, um tú skal flytast frá A til B. – Um onkur bað meg lata vera at koyra hatta kvøldið, hevði eg ivaleyst biðið tey hildið kjaft. Sum ungur hugs­ aði eg ikki reiðiliga klárt. Men upplýsing má til fyri at ávirka atferðina hjá fólki. Ræðu­átøk ávirka meg eisini. Ongantíð til sættis Foreldur Heina høvdu ikki koyrikort, og hugburðurin í barna­heiminum var púra greiður, at koyring og rús­ drekka ikki hoyra saman. Heini misti tveir javnaldrar av rús­drekka­koyring árið fyri hann sjálvur var fyri van­ lukku. Hann undrast sjálvur, at hann ikki lærdi av tí. – Millum okkum ungu var hug­burðurin til rúsdrekka­ koyring lagaligur. Tað varð ikki viðmerkt, um onkur drakk 3-4 øl, meðan hann koyrdi. Men hetta kvøldið var fyrstu ferð, at eg koyrdi ávirk­aður. – Eg komi ongantíð reiði­ liga til sættis við støðuna. Onkra staðni er ein eldur – ein vón um at sleppa at ganga eina­ferð. Tað er ringt at góð­taka, at eg ikki kann tað, sum øll onnur kunnu. Facebukkur við lít Facebookvinir Heina kenna hansara originalu orðaspøl og hittinorð, sum fáa okkum at øtast, undrast og smílast. – Tú ert bara eitt klikk frá fólki, og tú kemur skjótt í samband við nógv fólk. Face­book er størsta fram­ brot­ið innan internetið og 8. undrið í heiminum. Her er eisini nógv fjas og lort, men tað má mann taka við. Eg havi næstan altíð facebook tendr­að, og havi einar 2.300 vinir. – Í dag er internetið tað, sum bilurin var, tá eg var ungur. Bilurin tá var brúktur at vinna tær eitt netverk. Í dag fert tú á facebook í stað­ in. Tilboðini eru mong í mun til tá. Eg haldi, at tey ungu í dag hava onnur áhugamál enn bilar, tíbetur, fegnast Heini. 6. september 2012 Ikki sørt mann følir seg óynsktan, tá mann hoyrur um eitt etiskt ráð, sum skal avgera um mann er góður nokk til hetta samfelagið. Hatta er eitt pilbýtt hugskot – ella ótrúliga »brekað« – eftir mínari meining. Tað skal vera pláss fyri øllum, eisini teimun sum bera brek, ferdugt! 12. oktober 2012 Um Tósvøllur var innilokaður, skuldi hann kallast Tórshøll. Og nú gongur leiðin til dystin. Koyr á Føroyar! :) 18. september 2012 »Hesin maðurin rennur ikki undan ábyrgd« ...mítt slogan, um eg stilli upp til næsta val. 1. oktober 2012 Um eg hevði eina konu, sum kanska einaferð í framtíðini skal hava eina nýggja mjørn, so skuldi tað verið eitt kopi av mjørnini hjá Shakiru ... 17. mai 2012 Eg og mín koyristólur: Ein kærleiks søga Brot: … Eg havi hatað øll hasi tingini, og mest av øllum havi eg hatað meg sjálvan fyri tað eg gjørdi – og so havi eg hatað koyristólin. Men – sum stockholmsyndromið – fór eg at elska mín koyristól. Hann er í veruleikanum tað sum hevur allar stórsta týdning fyri meg, um eg skal hava dagligdagin at hanga saman. Hann er altíð her fyri meg, hann bíðar við songarstokkin, tá eg sovi, hann bíðar eftir mær, tá eg eri undir brúsu, hann tímur altíð við mær í býin, til fótbólt, til arbeiðis, at keypa inn og út at eta. Tað er líka mikið hvussu keðiligt veðrið er, so er hann har … og hann er altíð glaður og góður við øll, júst sum tann sum situr á honum! Eg haldi faktiskt, at vit eru eitt nokkso fitt par, og eg fari at elska hann alt mitt lív. Og eg sum helt meg sita á trupulleikanum … tað er/var faktist øvut. Frá nú av eitur mín koyristólur, Pamela! 25. oktober 2012 ½ í støðum! Mynd: Heinesen Myndir Kendi danski rasarakoyrarin Jason Watt og Heini Festirstein. Jason Watt gjørdist lamin eftir eina motorsúkkluvanlukku 1999. Í 2009 vitjaði hann í Føroyum í sambandi við lýsingarátak hjá Bygma. Tá hitti hann Heina Festirstein. Teir eru javnaldrar og hava sama brek