fríggjadagur 16. november 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
piddamálið
Tað kundi skjótt útilokast,
at Piddi var farin av land
inum.
Beint
sum
Piddi
var
horvin, varð gitt, at hann var
farin av landinum antin við
Norrønu ella við flogfari.
Men tað var skjótt, at tann
møguleikin kundi útilokast.
Eitt umboð fyri Smyril
Line greiddi í rættinum í gjár
frá teirra mannagongdum,
sum tryggja, at vissa er fyri,
hvørji fólk ferðast við skip
inum.
At fólk onkuntíð sníkja
seg umborð er ein onnur
søga.
Ferðafólk
skulu
fyrst
bíleggja ferðaseðil og gjalda
fyri hann. Tá ið tey møta,
skulu tey vísa fram goldnan
ferðaseðil, og um tað verður
kravt, skulu tey vísa antin
pass ella koyrikort.
Tey fáa eitt sonevnt lykla
kort og eitt boardingkort,
sum vaktin tekur ímóti.
Boardingkortini
verða
skannað, og 35 minuttir eftir
fráferð veit skiparin, hvørji
ferðafólk eru við. Tí sæst
eisini, hvørji fólk ikki eru
møtt.
Smyril Line kundi beinan
vegin uypplýsa fyri politi
num, at Piddi ikki fór við
Norrønu 3. november.
Slatur hevur gingið um,
at beiggi tann ákærda hevði
verið í Føroyum fyri einum
ári síðan. Nei, tað var hann
ikki. Beiggin hevur ikki verið í
Føroyum síðan 2009 upplýsti
umboðrið fyri Smyril Line.
randi@sosialurin.fo
Fór púra vist
ikki við Norrønu
Leo Poulsen
Heili fýra vitni siga seg hava
sæð Pidda við Brotið og
Colorama fríggjadagin um
17-tíðina, og somuleiðiðs hava
vitni sæð Pidda frá klokkan
umleið10.30 og heilt fram til
16.30 leygardagin.
Stóri spurningurin er so,
hví Piddi ongantíð var heima
í húsunum á Gerðisvegi 34
allan leygardagin.
Tí tað var hann ikki.
Fyrrverandi kona hansara
og ákærdi vóru eftir egnum
vitnisfrágreiðingum í hús
unum á Gerðisvegi 34 megin
partin av degnum. Og sam
bært teimum báðum høvdu
tey einki sæð til Pidda.
Eisini nærmastu grannar
nir boða frá aktiviteti á Gerð
isvegi 34 leygardagin, men
eingin teirra hevur heldur
borið eygað við Pidda
Tí er stóri spurningurin:
Um Piddi framvegis var á lívi
leygardagin, hví var hann so
leingi úti og bara, eftir øllum
at døma, gekk og mól fyri vág
og vind?
Og tá hann hevur verið so
leingi úti, hví hava ikki fleiri
fólk sæð hann?
Hevur hann ongastaðni
verið inni frá tí fólk siga
seg síggja hann fyrstu ferð
klokkan 10.30, til tey síggja
hann seinastu ferð klokkan
16.30?
Hevur hann als ikki etið
hesa tíðina?
Greitt mótprógvað
Vitnini, sum sóu Pidda leyg
ardagin, eru øll sannførd um,
at tað var Piddi, tey sóu, og at
tað var leygardagin. Einki av
vitnunum kundi tó á nakran
hátt prógva, at tey høvdu
rætt, og einasta vitni, sum
legði eitt slag av prógvi fram,
varð afturvíst.
Ein eldri kvinna pástóð, at
hon hevði sæð Pidda í Bónus
leygardagin. Hon greiddi frá,
at hon sá Pidda leita eftir
einum pakka av piparsós,
og at hon enntá heitti á eitt
starvsfólk um at hjálpa Pidda
at finna hesa góðu sós.
Vitnið segði, at Piddi fekk
sósapakkan, og við einari
Colafløsku undir arminum
fór hann at gjalda við kass
an.
Sjálv rindaði hon fyri vør
una, hon hevði keypt, stutt
eftir, og bongin vísti, at hon
hevði goldið í Bónus leygar
dagin 5. november klokkan
11.29. Tí var hon so vís í tíðs
punktinum.
Men ein gjøgnumgongd
av øllum keypum í Bónus
leygardagin
5.
november
vísti, at eingin hevði keypt
piparsós og Cola um 11.25-
11.30 tíðina. Faktisk vóru
bert tveir pakkar av piparsós
keyptir í Bónus hendan
leygardagin, og teir vóru seld
ir langt eftir miðdag – annar
um gott 14-tíðina og hin um
gott 15-tíðina.
Tað sigur seg sjálvt, at
einki av hesum vitnum hevur
logið í rættinum, men dømið
her vísir bara, hvussu lætt
tað er at minnast skeivt.
Og tað førir so aftur til
spurningin: Hví var Piddi
ongantíð heima á Gerðisvegi
34 leygardagin?
leo@sosialurin.fo
Hví var Piddi
ikki heima
leygardagin
Rættarmál Vitnini hjá verjanum siga Pidda vera á lívi
bæði fríggjadagin og leygardagin, og so er spurningurin,
hví Piddi als ikki var heima hjá sær sjálvum leygardagin
Um Piddi framvegis var á lívi leygardagin, hví var hann so ongantíð heima á Gerðisvegi
34, og hví hava bert seks fólk sæð hann frá klokkan 10.30 til 16.30, heilar seks tímar?
Í rættinum í gjár førdi verjin
ikki færri enn seks vitnir,
sum øll vóru sannførd um,
at tey høvdu sæð Pidda
leygardagin 5. november.
Í rættinum í gjár kom
fram, at fleiri fólk siga seg
hava sæð Pidda fríggjadagin
4. november. Og tað sam
svarar illa við teoriina hjá
ákæruvaldinum, sum hevur
hug at siga, at ákærdi hevur
gjørt av við Pidda tíðliga á
morgni 4. november.
Fimm fólk siga seg hava
sæð Pidda hendan fríggja
dagin, harav teyu fýra siga
seg hava sæð hann á sama
stað og um somu tíð.
Eitt vitni sigur seg hava
sæð Pidda við Teymavirkið
klokkan umleið 11.15 fyrra
partin, og tá skal hann vera
serstakliga illa gongdur, og
hálvgum sløra út á vegin.
Hini fýra vitnini siga seg
hava sæð Pidda við Brotið
ella við Colorama í tíðar
skeiðinum 16.30 til 17.15. Fel
ags fyri hesi fýra er, at tey
ikki hava sæð Pidda gingið,
men hann hevur staðið
stillur.
Tey trý vitnini, sum sóu
hann við Colorama siga, at
hann stóð og skimaðist eins
og ætlaði hann sær yvir um
vegin.
Vitnini eru øll sannførd
um, at hetta var fríggja
dagin um nevndu tíð, og
eitt par, sum vóru tvey av
vitnunum, tengdu hetta at,
at tey høvdu verið í einum
handli og keypt onkra
møblavøru.
Eisini leygardagin
Ein maður, sum hevði verið
í ítróttahøllini við soninum
hendan
leygarmorgunin
segði, at tá hann kom úr
høllini
um
10.30-tíðina,
kanska um 11-tíðina, sá
hann ein mann ganga móti
fótbóltsvøllinum, og hann
helt avgjørt, at hetta var
Piddi.
Maðurin var einar 20-
30 metrar burtur, og hann
sá hann bert inn á vangan.
Hann varnaðist ikki, at
maðurin haltaði.
Nakað seinni sá ein
maður úr Rituvík Pidda.
Hetta var beint fyri,a t
Borg læt aftur leygardagin,
men hann mintist ikki, um
tað var klokkan 12 ella 13.
Tástóð Piddi við norðraru
frákoyringina við rund
koyringina frá Rituvík.
Hetta vitni helt seg
síggja, at Piddi sá út til at
vera í villareiði.
Tá vitnið hevði keypt í
Borg og skuldi til Rituvíkar
aftur, sá viðkomandi Pidda
við Sjómansheimið. Tá gekk
hann spakuliga inn eftir
fjørðinum. Vitnið legði ikki
til merkis, um Piddi hevði
nakað í hondini, men segði,
at persónurin haltaði.
Hetta hevur so verið kl.
gott 12 ella gott 13, alt eftir,
nær Borg letur aftur.
Næsta vitni sær Pidda
ganga suðureftir eftir Gerð
isvegi millum klokkan 13 og
14, og hann haltaði. Vitnið
segði seg síggja í andlitið á
viðkomandi, og at Piddi sá
út sum vanligt. Vitnið segði
eisini, at hon einki óvanligt
sá í húsunum á Gerðavegi
34.
Næsta vitni, sum sá
Pidda, sá hann úr køksvind
eyganum klokkan umleið
14.30 til 15.00 á Heiðavegi.
Tá var Piddi á veg inn eftir
á omaru síðu av vegnum.
Hetta vitni sær tó bert
Pidda í stutt tíðarbil og bert
inn á vangan og í nakkan.
Piddi haltaði ikki tá.
Enn eitt vitni sær Pidda
á Gerðisvegi, og hetta er
um 16.30 tíðina. Tá er hann
á veg norðureftir.
Og seinasta vitni, sum
segði seg hava sæð Pidda,
hevði sæð hann í Bónus um
11.30 tíðina.
leo@sosialurin.fo
Piddi var á lívi leygardagin