Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 piddamálið Tann ákærdi hevur áður sagt, at hann ikki hevði fulla atgongd til húsini, sum hann leigaði á Nesi. Eitt rúm var læst, og eigarin brúkti hjallin líka nógv sum hann. Men hetta var ikki so, upp­lýsti húseigarin, sum vitn­aði í rættinum í gjár. Har var einki avlæst rúm, og hjallurin var opin. Tað ein­asta var, at hon, eig­arin, hevði okkurt liggjandi á loft­ inum, men har var ikki læst. Ákærdi flutti inn í húsini á Nesi seinast í august, og húsaleigan var ásett til 6.000 krónur um mánaðin við øllum. Eigarin fekk leig­una fyri september og oktober, men í november kom eingin peningur, og so varð maðurin tikin. Randi Jacobsen Politisturin, sum handtók tann ákærda, greiddi í rætt­ inum frá, hvussu atburðurin var hjá tí ákærda, tá ið hann varð avhoyrdur, beint áðrenn hann var handtikin. Hansara søga var, at tann ákærdi skapaði sær og lætst at smella í gólvið. Tann ákærdi var á Lands­ sjúkra­húsinum, tí hann var smallin nakrar dagar framman­undan á arbeiðs­ plássi sínum Bakkafrost nakr­ar dagar framman­und­ an. november fór politiið fór eftir honum á Lands­sjúkra­ húsið fyri at avhoyra hann. Hetta var um middagsleitið, og klokkan 18 varð hann hand­tikin. Politisturin greiddi frá, at mitt undir avhoyringini, kastaði maðurin seg niður á gólvið. Tað minti um herindi, sum vóru ógvuslig. Stólurin koppaði. Flipp – Hann lá har útstrektur og flippaði út, segði politisturin, sum fekk eygasamband við mannin og kom eftir, at einki var galið. Løtu seinni vildi maðurin sleppa út at roykja. Tað slapp hann, og so datt hann aftur niður. – Eg bað hann gevast við has­um, tí annars varð eg noydd­ur at leggja hann í hond­jørn, og so lovaði hann at lata vera, segði politist­ urin. Hann fór út á Lands­ sjukra­husið at fáa mannin kannaðan, og læknin, sum tók ímóti, var tann sami, sum hevði tikið ímóti mann­inum, tá ið hann varð innlagdur nakr­ar dagar framman­ und­an. Politisturin greiddi lækn­anum frá, hvat var hent, og læknin svaraði, at mann­ inum bagdi einki. Segði hvar Piddi lá Politistarnir, sum vóru við ákærda í Neshaga, vóru sann­førdir um, at hann hevði sagt seg vita, hvar Piddi var grivin. Eftir áheitan frá verjanum hjá tí nú ákærda manninum var poliitið umleið eina ferð um vikuna biltúr við mann­ inum. Ein dag gekk leiðin fyrst til Selatraðar, síðan til Haga­ leiti, men so bað maðurin politist­arnar koyra út á Nes og niðan í hagan. Ein politistur greiddi í rættinum frá, at mitt í øllum byrjaði maðurin at tosa um Pidda. Politisturin mintist ikki rættiliga, um maðurin segði Piddi ella bara »him«, men eing­in ivi var um, at hann tosaði um Pidda. Politistarnir høvdu tá sagt við man nin, at hann ikki skuldi tosa um Pidda, utt­an so at verji hansara var hjá­ staddur. Men maðurin vildi ikki hoyra um at senda boð eftir advokaurin. Hann vildi vera við, at advo­katurin hevði sagt, at tosaði hann við politiið, fór hann at verða lagdur í hand­ jørn og fáa harða viðferð. Maðurin hevði sagt, hvar tey skuldu fara, tí har lá Piddi. Annar politisturin fór úr bilinum, men sá einki. Mað­urin sat ímeðan í bil­ inum. Politistarnir lótu mannin vita, at teir trúðu honum ikki. Tá bað hann um pappír at tekna á. Hetta var 16. juli í ár. Tann ákærdi hevur sagt, at hann einki hevur teknað. Tá ið politistarnir komu aftur til Havnar, góvu teir leiðsl­uni boð um, hvat mað­ urin hevði sagt, og tí komu ser­vandir hundar til Føroya. Luftaðu mannin juli vóru politistar aftur bil­túr við manninum. Teir nevndu hesar túrar fyri, at teir luft­aðu hann. Maðurin var tí í ringum lag, tí politistarnir høvdu giv­ ið boðini víðari. Hann hevði sagt seg vilja, at føroysku poli­tist­arnir skuldu finna Pidda og eingin annar. Tann ákærdi hevði eisini, sambært politistunum sagt, at Piddi lá grivin við svørtum og bláum plasti yvir sær. So fór hann at tosa um, at hann hevði sæð tveir per­són­ ar koma í bilin niðan á henda vegin náttina 6. november og grava naklað niður. Hann var farin á staðið aftur dagin eftir, og tá hevði hann sæð »him«. Hann vildi fegin vísa teim­ um staðið. Maðurin var við, tá ið hund­arnir gróvu. Hann sat í með­an í bilinum og flenti, segði ein politistur. Í rættinum í gjár mótmælti verjin, at politistarnir høvdu avhoyrt mannin á túnum. Tá vóru ikki avhoyringar, søgdu politistarnir, sum ikki hildu seg kunna nokta manninum at tosa. Teir kendu á sær, at mað­urin fór at koma við onkrum áhugaverdum. Politistarnir vórðu spurd­ ir, um teir væntaðu at finna nakað. Teir svaraðu, at maðurin ljóðaði sannførandi, og poli­ tist­arnir sum øll onnur vón­ aðu, at til bar at finna Pidda. randi@sosialurin.fo Nummarpláturnar vórðu tiknar av Skodabilinum og settar uppá aftur, segði ein politistur. Skoda bilurin, sum ákærdi plagdi at koyra í, varð kann­ aður væl og virð­iliga, og ein politistur greiddi í rætt­inum í gjár frá, hvat hann sá, tá ið hann kannaði nummar­ plátur­nar. Tað var eyðsýnt, at plát­ urnar høvdu verið tiknar av, tí merkir vóru á plastinum, sum pláturnar vóru festar við. Tað var eisini eyðsýnt, at akkurt amboð hevði verið brúkt til at fáa pláturnar av. Eitt nú eitt skrúvublað. Tá ið politisturin fór at kanna pláturnar nærri, sá hann nakað, sum kundi líkst blóði á plátuni aftan. Hann hevði útgerð, sum kundi siga honum, at tað var blóð, men ikki hvat tað var fyri blóð. Pláturnar vórðu so send­ar til Danmarkar til kann­ing­ar, og har fekst prógv fyri, at tað var menniskja­blóð og blóð av Pidda. Ákærdi hevur sagt, at pláturnar eina ferð vóru dotnar av, tá ið bilurin var í einum óhappi. Politisturin segði, at pláturnar hvørki vóru dotn­ar av ella tiknar av við handa­ megi. randi@sosialurin.fo Landsverk er javnan inni í Norðoyatunlinum, har mangt og hvat órudd er at finna. Ein dag fann ein mað­ ur ein skógv, sum hann saman við øðrum óruddi tveitti upp í bilin. Skógvurin varð ikki koyrd­ur burtur, sjálvt um eingin tá gav sær far um, at hesin skógvur kundi hava týdning. Tá ið politiið nak­að eftir fór í Norðoya­tunn­ ilin at gera kanningar, komu teir hjá Landsverki at hugsa um skógvin. Ein formaður hjá Lands­verki tók mynd av skón­um, fór til politiið við mynd­ini og spurdi, um skógvurin kundi hava áhuga. Tað hevði hann, og mað­urin fór aftur á ar­ beiðs­plássið, koyrdi skógv­in í ein posa, sum hann læt poli­ti­num. Hetta var í desember í fjør. Seinni kanningar vístu, at Piddi átti skógvin. randi@sosialurin.fo Hann tveitti seg á gólvið Rættarmál Undir avhoyringini small tann nú ákærdi maðurin tvær ferðir í gólvið. Politisturin, sum avhoyrdi mannin, bað hann gevast við slíkumm, og tað játtaði maðurin Funnu skógvin hjá Pidda Í einum víkiplássi í Norðoya­ tunlinum varð funnin ein skógvur, sum seinni vísti seg at vera Piddasa Amboð brúkt at fáa nummarpláturnar av Hevði atgongd til øll húsini