fríggjadagur 16. november 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast ikki øll kennast við tón
leikakvinnuna Jensiu Højgaard
Dam, so er hon einki óskrivað
blað. Hon hevur spælt til ymisk
tiltøk í Føroyum gjøgnum tíðina,
umframt at hon hevur sungið kór
á fløguni Tokyo hjá navnfræma
Peturi Pólson, og skal eisini
vera kórgenta á næstu fløguni
hjá Knút Háberg Eysturstein, ið
kemur út í fyrru helvt av kom
andi ári.
Síðstnevndi var við í Ghetto
Føroyar hósdagin, har hann
syrgdi fyri gittarundirspælinum
til tey bæði løgini, Jensia fram
førdi. Knút slapp eisini til orð
anna í sendingini, har hann lýsti
Jensiu sum dugnaliga og musi
kalska.
– Og so hevur hon eisini
skilt, hvat tónleikur snýr seg
um, umframt at hon hevur eina
øgiliga góð songrødd, helt Knút
Háberg
Eysturstein.
Jensia
spælir annars sjálv klaver, men
helt, at tað var meiri praktisk at
taka vinmann Knút og hansara
gittara við, heldur enn at sleipa
eitt heilt klaver upp á 5. hædd á
Bank Nordik á Amagerbrogade
í Keypmannahavn, har Ghetto
Føroyar verður sent.
Jensia spældi á stóra før
oyska tónleikatiltakinum í Keyp
mannahavn herfyri, Give Peace A
Chance, ið Edmund S. Jacobsen
skipaði fyri. Annars var fram
førslan í Ghetto Føroyar bara tann
næsta á danska grund, síðani hon
flutti aftur til Danmarkar.
Talan var um eina yndisliga
og inniliga framførsluni, sum
tú kanst hoyra á facebook.com/
ghettoforoyar.
Í fasta táttinum »Útisetin« hjá
Ghetto Føroyum hesaferð, var
viðurkendi sniðgevin, Jóhanna
av Steinum. Hon hevur ein dreym
um, at einaferð í framtíðini skal
hon flyta heim, men sum er ber
ikki til.
– Tað er hopileyst hjá mær
at búgva í Føroyum, um vit ikki
fáa eitt bíligari flogfelag, segði
Jóhanna av Steinum,
Men hóast hetta, so hevur
argjadaman við egnari sniðgeva
fyritøku tað rættiliga gott í Keyp
mannahavn.
– Tað kreativa dettur eitt
sindur í bakgrundina, men tað
er fantastiskt at vera sín egni
stjóri, segði Jóhanna av Steinum,
áðrenn hon reksaði upp, hvussu
nógv tíð í veruleikanum fer til at
gera roknskapir, marknaðarføra
og selja vørurnar hjá sær.
Jóhanna av Steinum greiddi í
sendingini somuleiðis frá, at tað
torførasta við at vera síni egni
stjóri við produktión í Eystur
evropa, just var arbeiðsmentali
teturin eystanfyri.
– Tað var sera torført at fáa
gongd á. Koruptión er útbreidd,
pengar skulu undir borðið og so
framvegis, sum eg sum sniðgevi
aldrin hevði hugsað mær til,
segði hon.
Men tað, sum ger alt vert fyri
Jóhannu av Steinum, er at hon
hvørt ár ger eina nýggja samling
av klædnaverkum.
– Tað allar besta er at vera í
gongd við næstu kollektiónina,
segði hon.
Tá Jóhanna av Steinum sjálv
lýsir sín stíl, sum er tað, ið hon er
mest errin av, so er talan um eitt
groft, litríkt og eitt sindur naivt
úttrykk.
Sniðgevin viðurkennir blankt,
at tað ikki er ein og hvør, sum
kann ogna sær eitt av serligu
pløggunum.
– Tað eru mest kvinnur mill
um 25 og 50 ár, sum keypa mínar
vørur. Tannáringar hava sjáldan
ráð at keypa tær. Men tað er eis
ini greitt, at eg byrji at fáa ein
marknað hjá fólki, ið standa
á snowboard, har sterkir litir
altíð eru inn, segði Jóhanna av
Steinum.
Um sjálva inspiratiónina sigur
hon, at tað einasta, ið við vissu
kann sigast, er, at tað kemur ong
in íblástur, um hon ikki fer út at
hyggja seg um.
– Íblásturin kemur úr náttúr
uni, list, filmum teknikkum hjá
øðrum og bara við at fylgja við,
hvat er feitt beint nú, staðfestir
Jóhanna av Steinum.
Hopileyst at flyta heim
ÚTISETIN Hon er sniðgevi, hevur egna fyritøku og er rættiliga kend úti í heimi fyri síni litríku
pløgg. Men hóast hon hevur ein dreym um at flyta heim, so ber tað fíggjarliga ikki til við verandi
ferðaseðlaprísum, tí hon noyðist at ferðast til handilsmessur og framleiðsluna í Ukraina
Yndisligt og inniligt
Prátað var við Jóhannu
av Steinum í Ghetto
Føroyar hósdagin
Savnsmynd
Knút Háberg Eysturstein spældi undir hjá Jensiu Højgaard Dam