Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik stuðlar sendingini Ferðast tú úti millum nógv fólk, á gongugøtum, í handils­ mið­støðum ella bara á tínum egna arbeiðsplássi, kanst tú í hes­um døgum uppliva tað sum eitt slag av nostalgiskum trippi aftur í 80’ini. Fleiri av okk­um vóru so smá tá, og minnast tí ikki sjálvi. Men vit hava sæð sendirøðirnar, film­ arnar og ikki minst gomlu bíløtini hjá foreldrum okkara, og tí kenna vit tað aftur. Eg tosi sjálvandi um yvirskeggið. 80’ini vóru ein tíð, tá næstan hvør maður við virðing fyri sær sjálvum hevði eitt væl hildið yvirskegg. Tom Selleck, Eddy Murphy, Danny Glover, Steve Jobs, fyri bara at nevna nakrar. Ja enn tá Super Mario og bróður hansara Louigi høvdu yvirskegg. Og nú sær tú aftur yvirskegg í býnum. Men bara ein mánað um árið. Í novembur – ella skuldi eg sagt movember. Kommunuvalið er akkurát farið aftur um bak, og vit siga til lukku til tey valdu. Tíbetur, vilja summi siga, merkir tað at friður er fyri vali tey kom­andi 3 árini. Tá skulu vit aftur velja. Fólkating, Løgting, ameri­ kanskan forseta og so aftur kommunustýrislimir. Í Føroyum vóru vit ikki so røsk at velja konufólk hesa­ ferð. 28 prosent konufólk og 72 prosent mannfólk í bý- og bygda­ráðunum í landinum. Fyrstu ferð síðani lagnuárið ’92 at býtið er versnað í mun til undan­farna val. Spyr tú meg, er tað ikki so undarligt. Fyri hvørji 10 uppstillaði var bert hálvtfjórða konufólk at velja í. Tá skuldi verið løgið um meiri­lutin av teimum valdu vóru konufólk. Men hetta forðar ikki at kjakið enn eina ferð stingur seg upp. Kyns­kvotur. Lóggeva kvinnur á ting, í býráð, í almennar og privat­ar nevndir. Tær skulu tvingast inn at sita. Tvingast til at bestemma. Gongdin má og skal vendast, kosta hvat tað vil. Nú ræður um at sláa kalt vatn í blóðið. Spáka tær ein túr og far út millum fólk, áðrenn tú øsir teg upp um kynskvotur og manglandi kvinnuumboðan. Hygg rundan um teg, og legg merki til yvirskeggini. Nógv­ ar kvinnur jesa seg og rista kross um fyribrigdið. Ynskja yvirskeggini har piparið grør. Men hví eru so nógv mann­fólk, sum nú ganga við yvir­skeggi? Gaman í er tað eisini fyri at seta prostata­ krabba á breddan. Men í stóra perspektivinum er hetta kanska eisini eitt slag av upp­ reistri. Tí skjótt er yvirskeggið næstan tað einasta, vit mann­ fólk kunnu standa saman um, og sum skilur okkum frá høsna­flokkinum. Tíðin arbeiðir fyri konufólkini og javn­støð­una. Hyggur tú eftir mið­náms­skúlunum og uni­ versitet­unum er størri part­ urin konu­fólk. Tað verða konu­fólkini, sum verða tær betri lærdu um ikki so nógv ár. Í Dan­mark er skjótt javn­ støða í Fólka­tinginum. Triðja hvørt konufólk hevur størri inntøku enn makin, og konu­ fólk standa á odda í øllum stjórnar­flokkunum og stuðuls­ flokkinum. Hetta er sjón fyri søgn, at um vit bara lata tíðina gera sítt arbeiði, eru vit nærri javn­støðuni enn vit halda. Í roynd og veru mann tað fara at koppa yvirum, áðrenn ser­ liga leingi er fráliðið. Eg meini so við, romm verður ikki bryggj­að eftir einum degi og at koppa fleiri túsund ár av mans­dominansi upp á nøkur fá ára­tíggju er eitt bragd í sær sjálvum. Og so er spurningurin, um vit mannfólk ikki skulu fara at ganga við yvirskeggi alt árið, heldur enn bara í ein mánað. Ella um vit skulu umhugsa at bláar sokkar, og melda okkum inn í Demokratia. Yvirskegg og javnstøða Ghetto klumman Ynskir tú at tapa teg, so snýr tað seg í stóran mun um planlegging. Og heilsugóður lívsstílur er at finna røttu javnvágina millum at eta rætt og venja nokk. Tað var niður­støðan í orðaskiftinum um heilsu í Ghetto Føroyar. Rannvá Øssursdóttir og Anna Elinborgardóttir, báðar úr Havn, greiddu við hvør sínum vinkli frá heilsu, venjing og týdningin av hesum. Rannvá lesur sundhed og ernæring, meðan Anna er farin undir umfatandi lívsstílsbroyting, har hon við at venja nógv og eta rætt, hevur tapt 33,2 kilo. – Kjarnin í okkara útbúgving er at fyrihalda seg kritiskt til alt tað tilfarið, sum er um heilsu og venjing. Og við hes­ um kann eg arbeiða sum eitt nú kostfrøðingur, har eg kann veg­ leiða einstaklingum ella bólkum, ella verða knýtt at fyritøkum, for­ taldi Rannvá Øssursdóttir mill­ um annað, meðan Anna greiddi frá, hvussu hon einaferð hevði vigað 115 kilo. – Eg legði av at roykja, og byrjaði at renna regluliga. Soleiðis byrj­aðu kilonini at hvørva so við og við. Síðani leit­ aði eg mær hjálp hjá Herman Hermansen, sum legði lag á venjing og kost. Nú havi eg so fingið ein annan venj­ara, sum leggur bæði kostætlan og venj­ ingarætlan fyri meg, segði Anna, sum í dag vigar 82 kilo. Hon segði millum annað eis­ ini, at hon altíð hevur mat við, har hon fer, soleiðis at fer hon til dømis í biograf, so etur hon heldur rískeks enn poppkorn. Men hon hevur eisini ein matdag um vikuna, har hon etur tað, hon hevur hug til. Men eitt er miðvís venjing og fastar kostplanir. Har eru so nógv onnur ráð og hugskot, at fólk kunnu hava trupult við at vita, hvat tey skulu gera. – Eg dugi væl at skilja, at fólk eru ørkymla av øllum ráðunum. Har er tað umráðandi at minnast til, at tað er ikki alt, sum passar. Alt er ikki vísindaliga prógva, sum vit síggja og lesa ymsa staðni. Tí haldi eg persónliga, at vit skulu gera alt við máta, og vit kunnu gott eta ósunt viðhvørt og sam­stundis vera sunn, um tú so bara eisini minnist til at eta sunt og venja regluliga, vísti Rannvá Øssursdóttir á. Hoyr samrøðuna við tær báðar í síni fullu longd á facebook.com/ ghettoforoyar Javnvág og planlegging Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio. Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin. Rólant Waag Dam og Rannvá Øssursdóttir í Ghetto Føroyar, meðan Anna Elinborgardóttir var við umvegis Skype