Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikuvkvøldið var sam­ gonga eisini skipað í Vágs Býráði. Samgongan er ímill­um Tjóðveldi og Javn­að­ar­f­ lokkin. Borgar­stjóri verð­ ur Dennis Holm úr Tjóð­ veldi og vara­borgar­stjóri verð­ur Eydis Kjærbo úr Javn­aðar­flokki­num. Semja er um at flokk­ ar­nir fáa tveir nevnd­ar­ for­menn í part. Partarnir eru samdur um yvirskipaðu málini næstu fýra árini, men Dennis Holm sigur, at tey fara ikki at seta fleiri orð á tey málini enn, tí hesar næstu vikunurnar skulu brúk­ast til at ítøkiliggera tey meiri nágreiniliga Hini í býráðs­sam­gong­ u­ni eru Sirið Stenberg, Danjal Bjarkhamar og Anna Brattaberg Samuel­ sen úr Tjóðveldi, og Poul W. Augustinussen og Tórður J. Poulsen úr Javn­ að­ar­flokki­num. Dennis borgar­ stjóri í Vági Áki Bertholdsen Býarbussar í Klaksvík, um­ fat­andi skúlabygging og betri karmar til vinnulívið og familjurnar. Tað eru nøkur av stór­ málu­num, sum skulu fremj­ ast í Klaksvík næstu fýra árini. Nú seinnapartin er sam­ gongu­skjal undir­skriv­að í Klaksvík ímill­um Javn­aðar­ flokkin, Sjálv­stýris­flokkin og Tjóðveldi og Og tann telvingin end­aði við, at tað verður Jógvan Skor­heim í Sjálv­stýris­flokki­ n­um, sum verður nýggjur borgar­stjóri í Klaksvík. Einasti flokkur í and­ støðu, er Fólkaflokkurin, sum annars er nógv størsti flokk­ ur í Klaksvík. Samstundis er topp­skor­ arin og borgarstjórin, Gunvá við Keldu, koppað av trún­ uni. Varaborgarstjóri í Klaks­ vík verður Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldi. Í einum ógvuliga stutt­orð­ að­um samgonguskjali, sum bara umrøður ymisk mál heilt yvirskipað, hevur nýgg­ ja sam­gongan sett sær fyri at seta kósina av nýggjum, sum tey málbera seg. Og tað skal vera við áræði og opinleika, sum tey eisini siga. Býbussar Eitt av politisku málunum hjá nýggju samgonguni er at skipa eina bussleið í Klaksvík á sama hátt sum í Havn. Men tað er ikki greitt um tað verður ókeypis at brúka buss­arnar. - Tað veldst um, hvussu rokni­stykkið sær út, tá ið neyvari útrokningar eru gjørd­ar, sigur nýggi borgar­ stjór­in. Samstundis hevur nýggja sam­gongan sett sær fyri at gera Ziskaskúlan lidnan og tað er ein íløga upp á einar 70 milliónir. Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fara undir fjøl­táttaða bústaðarbygging og at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum og hjá familju­ num. Í sambandi við famil­ ju­poli­tikkin hevur sam­ gong­an umrøtt at hækka barna­frá­dráttin, at geva syst­ kina­avsláttur í dag­stovn­um og annað, kans­ka ein saman­ tvinn­ing av báðum. Men samstundis skal sam­gongan orða ein vinnu­ politikk, trivnaðar- og mentan­ar­politikk, barna- og ungdómspolitikk og ein eldra­politikk. Grundarlagið undir hes­ um arbeiðnum skal vera vakst­rar­ætlanin, sum varð gjørd fyri kommununa nak­ að síðani. Samstundis skal ein langtiðarætlan tryggja ein haldgóðan og neyvan fíggjarpolitikk, sigur nýggja samgongan í Klaksvík. Hetta tryggjar eitt haldgott og rúmsátt arbeiðslag, leggur hon afturat. Jógvan Skorheim hevur enn ikki avgjørt um hann fer at leggja tingsessin frá sær, nú hann er vorðin borgarstjóri, men hann fer at taka støðu til tað í næstum. Nógv stórmál loysast í Klaksvík næstu árini NÝGGJ SAMGONGA Klaksvíkingar fáa klaksvíkingar nýggjan borgarstjóra og nýggja samgongu og hon ætlar sær at fremja stórverk á fleiri økjum Magnus Rasmussen held­ ur fram sum borgar­stjóri í Runavík. Tað er greitt, eftir at nývalda býráðið í Runa­vík hevur skipað seg í kvøld. Varaborgarstjóri verð­ ur Tórbjørn Jacob­sen. Í Runavík hava tey ikki samgongu og and­støðu, men tey eru øll samd um at skipa bý­ráð­ið soleiðis og av tí sama verða nevnd­ar­sess­ir eisi­ni býttir so kristi­liga ímill­um bý­ ráðs­lim­irnar s­um tilber. Magnus Rasmuseen sig­ur, at nøkur virkis­ætl­ an er ikki skrivað, men at størstu avbjóðingarnar hesi næstu árini verður at gera fimleikarhøllina lidna og at byggja vatn­ veit­ing­ina út. Í hesum sa­m­bandi er ætlanin at taka vatn av vestaraarmi á Skálafirði og leggja tað í leidning til bygdirnar á vestaraarminum og at føra vatn ígjøgnum leið­ ing eftir botni til plássini á Eystaraarmi. Annars ætlar býráðið eisini at fyrireika Runa­ vík til oljuhavn, útvega grundstykki og at ar­beiða við alskyns øðrum mál­ um, sum hoyra kommun­ uni til. Magnus heldur fram í Runavík Tað verður ikki fyrrenn í næstu viku, at vit fáa greiði á, hvussu nýggja býráðið á Tvøroyri verður skipað. Sjey limir eru í bý­ráð­ num á Tvøroyri og úrsl­itið av valinum var, at Javn­að­ar­ flokkurin fekk fýra býráðs­ limir, Fólkaflokkurin fekk tveir og Kvinnulistin fekk ein. Sostatt kann Javnað­ar­ flokkurin á Tvøroyri skipað sam­gongu einsamallur. - Vit hava ongan skund, so her hendir onki fyrrenn í næstu viku, sigur Kristin Michel­sen, borgarstjóri. Tað einasta, sum er greitt, er, at Kristin Michel­sen heldur fram sum borgar­ stjóri. Hann var fyrst valdur býráðs­limur og sostatt held­ ur hann, at tað er sjálvsagt, at hann heldur fram. - Fólkið hevur talað, sigur hann. Hóast Javnaðarflokkurin kann skipa samgongu einsa­ mall­ir, ætla tey at tosa við Fólka­flokkin og Umboðið fyri Kvinnulistan eisini at vita um tað ber til at skipa eitt tvørfloksligt samstarv. - Vit hava spurt teir báðar flokk­arnar um teir eru áhugað­ir at tosa við okkum um samstarv og tað hava báðir flokkar játtað, sigur Krist­in michelsen. Men av tí at tann eini býráðslimurin fyri Javn­aðar­ f­lokk­in, Bjarni Hammer, er politist­ur í Havn og er farin norður at arbeiða, verður ongin fundur um samstarv fyrr­enn mitt í næstu viku. Tey, sum eru vald í Tvør­ oyrar býráð eru: Kristin Michelsen, Malla Dam, Bjarni Hammer og Jens Johannesen fyri Javn­að­ar­ flokk­in, Hal­lur í Heiðunum og Ani­ta Vibergs­dót­tir fyri Fólka­flokk­in og Marjun Ol­ sen fyri Kvinnulistan. Ongin avgerð á Tvøroyri enn Fólkið talaði Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri