Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Øllum tykkum 4.599 veljarum, sum týsdagin greiddu atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, takki eg so hjartaliga. Ikki minst skulu tit 2.637, ið atkvøddu fyri mær persónliga, fáa eina serliga tøkk. Takk fyri heilsanir og góð ynski um telefon, teldu og facebook – og takk øll tit, sum komu inn á gólvið at vitja. Eisini takki eg øllum tykkum, ið bjóðaðu seg fram og gjørdu eitt stórt arbeiði í valstríðnum hjá okkum, so hetta „ómøguliga valúrslitið“ kortini kundi gerast veruleiki. Tykkara partur lá ikki eftir og var so sanniliga heldur ikki til fánýtis! Tillukku til tykkum fýra nývaldu, og ein serstøk tøkk til Mariu og Levi fyri gott samstarv í farna skeiði. Eisini ein tøkk til okkara umsiting og ráðgeving, sum hava avgreitt alt virksemi okkara avbera væl seinastu fýra árini. Spennandi verður at byrja eina nýggja býráðssetu við afturvaldum og nývaldum býráðslimum. Vit fara næstu fýra árini at gera okkara besta fyri, at trivnaðurin og menningin halda fram her í Tórshavnar kommunu. Við heilsan Heðin Mortensen borgarstjóri Ein hjartans tøkk Øllum tykkum 4.603 veljarum, sum týsdagin greiddu atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, takka vit hjartaliga. Við heilsan Sigrun Mohr · Elin Lindenskov · Bjørghild Djurhuus · Halla Samuelsen · Heðin Mortensen · Helena Dam á Neystabø · Tróndur Sigurðsson Hjartaliga takk, øll somul!