fríggjadagur 16. november 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í næstu viku kemur Stanley
Samuelsen til Føroya at
spæla á stórari Gallakonsert,
sum FC Suðuroy skipar
fyri
leygarkvøldið
tann
24.
november
í
Skúla
deplinum í Hovi. Stanley
verður ein av fleiri navn
framum tónleikarum á galla
konsertini. Vit hava prátað
við Stanley um lívsyrki hans
ara.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Stanley Samuelsen stendur
á palli í Suðuroy. Í 60'unum
spældi hann har saman við
Silly Boys. Síðani hevur hann
spælt bæði á Seglloftinum og
í Stóra Pakkhúsi sum solistur
og saman við Trio Acoustica.
Seinast, hann spældi í Suður
oy, var í fjør.
- Mær dámar serstakliga
væl at spæla í Suðuroy, sigur
Stanley. Suðringar hava altíð
tikið serliga væl ímóti mær.
Spurdur um, hvat áhoyrar
arnir kunnu vænta sær at
hoyra hesaferð, svarar Stan
ley: - Tað fari eg ikki at av
dúka, men tað verður heilt
víst okkurt, fólk verða glað
fyri at hoyra.
Yngstur av 12
systkjum
Stanley Samuelsen er føddur
í 1951 i Fuglafirði, sum yngst
ur av 12 systkjum. Pápin, ið
var sýslumaður, doyði longu,
tá Stanley var hálvt ára
gamal, so mamman gjørdist
einsamøll við teim 12 børnu
num. 23 ár eru millum tað
yngsta og tað elsta barnið,
og fýra og eitt hálvt ár eru
millum Stanley og tað næst
yngsta, so tey vóru øll rími
liga tøtt. Familjan mátti liva
av
einkjupensiónini
hjá
mammuni og av tí, sum tey
elstu systkini kundu veita
av ískoyti til húsarhaldið.
Sostatt høvdu tey ikki nógv,
men Stanley helt ongantíð,
at tey manglaðu nakað.
- Eg havi aldrin kent, at
vit á nakran hátt vóru fá
tøk. Tað kom ikki fyri, at eg
gekk svangur. Klæðir høvdu
vit í rúgvuvís, ti tey gingu
sjálvandi í arv millum syst
kini. Og kærleika var ovmik
ið av.
Beiggin keypti guitar
frá sjómanni
Tónleikurin gjørdist longu
tíðliga ein týðandi og náttúr
ligur partur av lívinum hjá
Stanley. Mamman gekk og
sang sálmar dagin langan, tá
hon vaskaði klæðir o.a. Eldru
brøðurnir
høvdu
plátu
spælara, har teir spældu
gamlar sokallaðar 78-plátur,
sum var tað vanliga í 50'num.
Tey lurtaðu eftir nøvnum
sum Louis Armstrong, Bing
Crosby og Mills Brothers.
Seinni, tá 60'ini komu, kom
so Elvis á plátuspælaran og
annar meira rútmiskur tón
leikur - t.d. Cliff Richard og
Ricky Nelson. Men eisini
country og country rockur.
Hank Williams og Jimmy
Reeves vóru ofta at hoyra
heima hjá teimum.
Familjan var samd um, at
Stanley mundi hava serlig
ar musikalskar gávur. Eina
ferð, tá ein av teim eldru
brøðrunum, Torleif arbeiddi
í Føroyingahavnini, hevði
hann møtt einum norskum
sjómanni og keypt ein guit
ara frá honum, sum hann
tók við sær aftur til Føroya
at geva Stanley. Stanley var
tá 11 ára gamal. Tann norski
sjómaðurin hevði lært Torleif
trý greb á guitaranum. Hen
da lærdóm gav Torleif víðari
til Stanley. Tað skuldi vísa
seg, at Stanley var sera nam
ur. Hann hevði ein øgiligan
hug at spæla.
Lykilin til dugnaskap
er at spæla nógv
- Eg helt fast í guitaranum, og
hann hongur fast á mær enn,
sigur Stanley og smílist. -
Man kann siga, at eg fekk eitt
"aha-upplivilsi", tá eg fann
út av, at eg kundi læra meg
at spæla guitar, so eg kundi
ikki sleppa honum aftur.
Tað er eingin loyna, at
Stanley Samuelsen menti seg
til at vera ein av allarbestu
guitarsnillingunum í landi
num. Spurdur um, hvussu
tað ber til, at hann dugir
serliga væl at spæla guitar,
sigur hann: - Eg veit ikki,
um eg eri so nógv betri enn
onnur. Munurin er kanska
tann, at eg altíð havi havt so
góðan hug at spæla og havi
altíð spælt so øgiliga nógv.
Eg havi vant og vant og vant.
Tað gevur úrslit.
Spældi til dans sum
12 -13 ára gamal
Einaferð í fyrru helvt av
60'unum, tá ringt veður var,
var ein norsk skipsmanning
komin inn á Fuglafjørð at
kroka. Tá hendi tað, at norsku
sjómenninir, fyri at stytta
sær stundir, funnu uppá at
skipa fyri dansi. Teir spurdu
unga fuglafjarðarorkestrið,
Silly Boys, um teir vildu
spæla til dans. Men orkestrið
manglaði ein solo-guitarist.
Hinir limirnir í orkestrinum
høvdu frætt um henda Stan
ley, sum dugdi so væl at
spæla guitar. Teir spurdu
hann, um hann vildi vera
við. Tað vildi Stanley fegin.
Men hann var nakað ung
ur tá - bert eini 12-13 ár - so
mamman mátti einki vita.
Stanley mátti smugla sær
svartaskógvarnar út gjøg
num kjallaran - og so í dans
at spæla.
Hetta var byrjanin til eina
spennandi tíð við Silly Boys,
sum spældu væl umtóktan,
sonevndan
"beat-musikk",
ið teir t.d. hoyrdu í Radio
Luxembourg og Radio One
hjá BBC. Tá Beatles komu
fram, vóru teir tann stórsti
íblásturin hjá orkestrinum.
Teir spældu til dans nær um
hvørt einasta leygarkvøld og
sunnukvøld í fimm ár fram
til 1970, tá fleiri av teimum
fóru út at sigla. Stanley fór
eisini við einum báti hjá
Skipafelagnum. Men eftir
tveir mánaðir til sjós, gjørdi
hann av at fara í land aftur,
tí hann kom ongantíð av við
sjóverkin.
Vunnu stóra
poppkonsertkapping
í Havn
Silly Boys vóru um at gev
ast við at spæla, men áðr
enn teir góvust heilt, vóru
teir bjóðaðir at spæla á eini
stórari poppkonsert, sum
eisini var ein tónleikakapp
ing. Konsertin skuldi vera í
Havnar Klubba í Havn. Hetta
vildu teir fegnir luttaka í,
men júst tá manglaðu teir ein
trummusláara. Teir sótu ein
dagin á eini café, sum tá var
við fótbóltsvøllin í Fuglafirði.
Har sóu teir ein drong, sum
æt Birgir Thomsen, sita og
spæla trummu á borðið við
skeið og gafli. Teir fingu hann
við í venjingarhølið. Tað vísti
seg at rigga væl hjá honum at
spæla trummur. Silly Boys,
sum umframt Stanley tá
vóru mannaðir við Magnus
Jacobsen á rútmugittara,
og Jónsvein Poulsen á bass,
fóru til Havnar við nýgg
ja trummusláaranum. Tað
endaði við, at teir vunnu alla
kappingina. Áhoyrarararnir
skuldu skriva besta navnið
aftanfyri á atgongumerkj
Samrøða við Stanley Samuelsen, guitarist, sangara, komponist og sangskrivara:
Mátti sníkja seg
at spæla til dans
Stanley Samuelsen er eitt av høvuðsnøvnunum, sum
skal spæla á stórari gallakonsert, sum FC Suðuroy skipar
fyri í skúladeplinum í Hovi leygardagin 24. november.
Onnur nøvn verða: Lív Næs, Brandur Enni, Evi Tausen, Elin
Brimheim Heinesen, Hjalmar Magnussen og Barnakórið hjá
Frelsunarherinum í Vági. Lagt er upp til eitt stásiligt kvøld,
har tað t.d. ber til at bíleggja limousine at koyra seg til
tiltakið. Reyði leyparin tekur ímóti gestunum, og myndir
verða tiknar, tá fólk koma inn. Framsýning verður eisini, og
borðreitt verður við sjampanju og kransakøku m.a.
Umframt at spæla til stóra gallakvøldið í Skúladeplinum
Hovi leygardagin tann 24. nov., fer Stanley Samuelsen
eisini at spæla í Sørvági sunnudagin 25. nov., í Fuglafirði
leygardagin 1. dec. - og so eina konsert í Hoyvíkar kirkju
sunnudagin 2. dec.
Stanley 1975
Sidemen