Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 un­um, og tá avtornaði, høvdu flest fólk valt Silly Boys sum tað besta orkestrið. Stanley flytir til Danmarkar Stutt eftir fór Stanley til Danmarkar at vitja bróð­ur­ s­onin, Andrass Samuel­sen, sum gekk á DTH, sum tað æt tá, og las til verk­frøð­ing. Ætlanin var, at Stan­ley bert skuldi vera niðri í 14 dagar, men hann kom ikki aftur til Føroya. Hann flutti inn saman við bróður­soninum og einum øðr­um og fór at arbeiða á eini eggja­bakka­ fa­brikk. Í viku­skiftu­num fóru teir í býin á Skarv, sum flestir føroyingar í Keyp­ mannhavn og har um leið­ir gjørdu tá. Seinni fór Stan­ ley í skúla at taka HF-prógv á Virum Statsskole. Aftur seinni flutti hann til Far­um og fór at arbeiða á Ebbe­rød­ gaard, sum er eitt stað fyri menn­ingartarnað. Stanley býr enn í Dan­ mark eftir 42 ár. - Eg trívist væl niðri, men eg sakni altíð Før­oy­ar. Tá eg droymi, eri eg næst­an altíð í Føroyum. Tað er løgið, men eg haldi, at tey fyrs­tu inntrykkini, man fekk sum barn, vera sitandi djúpt í ein­um og merkja ein fyri lív­ið. Fór at spæla við donskum vinum Stanley arbeiddi á Ebbe­rød­ gaard í sjey ár. Har møtti hann øðrum tónleikarum. Teir fóru at spæla saman i orkestri, sum teir róptu Palo­mino, og spældu í frí­ tíð­ini ymsastaðni í Keyp­ manna­havn. Teir spældu kend løg, mest country og countryrock við banjo, steel­ guitara og bass. Stanley spæl­ di eisini saman við einum amerikanara - tað var mest Beat­les, Simon & Garfunkel og Eagles tónleikur. Seinni møtti Stanley tón­ leikara­num Nis P. Jørgen­ sen. Teir gjørdu eina duo sam­an, sum teir kallaðu "Den udødelige duo". Tá fór hann at taka tónleikin rætti­ liga í álvara og gjørdist pro­ fess­ionellur tónleikari. Teir báðir vóru knýttir til donsku fakrørsluna og spæl­du nógv tey næstu 12-15 árini á háskúlum og til demon­stra­ tiónir og onnur fak­felags­til­ tøk. Í 1992 fekk Den udøde­lige duo Dansk LO's Kultur­pris. Hesa tíðina kom Stanley til at kenna nógvar kendar dansk­ar tónleikarar, sum varn­aðust hansara góðu evni sum guitarleikari. Nevnast kunnu Stig Kreutzfelt, sum hann og Nis P. innspældi plátu saman við í 1988. Bjørn Afzelius, sum hann spæl­ di konsertir saman við í Keyp­mann­ahavn. Og Troels Trier, sum brúkti Stanley sum studiotónleikara. Sta­n­ ley spældi eisini sam­an við Tamra Rosanes í tón­leika­ sendi­røðini hjá DR, sum kall­ aðist "Diesel­rom­an­tik". Stanley byrjar at skriva egnan tónleik Stanley møtti konu sín­ari, Merete Messmann, sjúkra­ røk­t­ar­frøðingi. Mitt í 80'­ un­um vóru tey vorðin ein famil­ja við børnum. Hetta gav Stanley nakað av tíð fyri seg sjálvan um kvøldarnar, tá kon­an var á vakt, og børnini vóru farin til songar. - Eg stytti mær stundir við at spæla løg úr Føroya Fólks Song­bók. Eg kendi ikki øll løg­ini, so eg byrjaði bara at gera míni egnu til nakrar av sang­tekstunum, heilt uttan nakra ávísa ætlan við tí. Verfaðir Stanleys hevði sam­bond við norðurlendska vísu­sangaraumhvørvið og vísti honum á norska vísu­ sang­ar­an Kalle Zwillgmeier. Kalle dámdi væl løgini hjá Stan­ley, og hetta var byrjanin til eitt langt og gott samstarv teirra millum. Í seinnu helvt av 90'unum fóru teir báðir á fleiri longri konsertferðir í øllum Norðanlondunum og í teim Baltisku londunum. Teir komu eisini til Føroya at spæla í 1996. Sangskrivingin tók rætti­ liga dik á seg, og Stanley hev­ ur nú givið út fleiri fløgur við egnum tónleiki. Í 1999 kom fyrsta solo-fløgan "Um eg kundi kvøðið". Hon var sera væl móttikin í Føroyum. Sei­nni í 2005 kom "Sól og regn" og í 2008 kom "Tíðin renn­ur", umframt at hann gav út eina fløgu saman við trý­rædd­aða guitarbólkinum "Trio Acoustica" sama ár. Í 2011 komu eisini tvær fløg­ ur. Ein á donskum "Alle hjert­ets sange" og so ein live fløga "Stanley live", sum var fyrsta solokonsertin hjá Stanley nakrantíð. Før­oy­s­ka Útvarpið hevði tikið kon­sert­ ina upp í Norð­ur­landa­húsi­ num í 1996. Stórt at fáa viðurkenning Í 2008 fekk Stanley eina fína viður­kenning saman við Hanus G. Johansen, tá teir báð­ír fingu Mentanarprísin hjá Miðlahúsinum. - Ein slík viðurkenning hev­ur sera stóran týdning fyri meg, sigur Stanley. - Nógv meira enn at fáa pen­ inga­ligan vinning av tón­ leiki­num. Og hann leggur aftr­at: - Eg kenni tað sum eitt stórt privilegium at gera tað, eg geri - at sleppa at spæla. Enn­tá at fáa viðurkennning fyri tað, er stórt. Ein nýggj fløga á veg - Tá eg fylti 60 ár í fjør, fann kona mín, Merete, eitt yrk­ ing­ar­savn hjá Janus Dju­r­ huus frá 1923 fram til mín, og eg setti meg at gera løg til yrkingarnar. Fløgan verð­ur innspæld hjá Stig Kreutz­ feldt, og væntandi verða inn­ spæl­i­ngarnar lidnar einaferð í vár, so fløgan kann koma út um mánaðarskiftið mars- apríl, sigur Stanley. Spurdur um, hvør stílurin á fløguni er, svarar Stanley: - Stíl­urin er nøkurlunda tann sami, sum fólk hava hoyrt meg spæla fyrr, men okkurt er kanska meira rútmiskt og rock-kent, og okkurt næstan country-kent. Spennandi verð­ur at vita, hvussu fólk taka ímóti tí. Stanley sigur at enda, at hann gleðir seg sera nógv at koma til Føroya at spæla kon­sert aftur. Sillyboys 1989 Stanley 2011 Strengedrenge 1995