Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 6. november fingu Eydna Lucia Nesá og Samson Nesá, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3400 gr. 7. november fingu Guðrið Danielsen og Ove Magnussen, Vest­manna, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3470 gr. 8. november fingu Elsa og Ken Johannesen, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4160 gr. 9. november fingu Annvør Hammer og Jóhannes Ó. Jo­hannes­ sen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3800 gr. Tann 18. oktober bleiv Mikkjal stóribeiggi til eina fitta gentu. Hon vigaði 4350 g og var 57 cm lang. Foreldrini eru Joan Eiðisgarð og Svend Poulsen, Argir. Tann 26. oktober 2012 fekk Silja Maria ein lítlabeiggja. Hann var 54 cm langur og vigaði 3330 gram. Foreldrini eru Bjørghild Nolsøe og Fróði Jacobsen, Tórshavn. Nú er tað longu eitt hálvt ár síðani tú fórt frá okkum, og saknurin er størri enn nakrantíð. Alt er so tómt. Eg og omma hava eina mynd av tær í køkinum, so vit síggja teg hvønn dag, men tú manglar so nógv. Eg sakni at sita í køkinum ella á tínum songarkantin og hoyra teg fortelja søgur og reypa. Tú dugdi so væl at fortelja og var altíð líka stuttligur, líkamikið hvussu illa stóð til. Eg sakni at hoyra tín sang og floyt í køkinum, og eg sakni at hoyra tína rødd og síggja títt smíl. Eg sá teg so at siga hvønn dag, og var ein dagur, har tað var for ringt verður at koma til Havnar, so tosaði eg við teg í telefon, tú vart so forvitin, so tú sms'aði og ringdi fleiri ferðir um dagin. Eg elskaði at vera saman við tær. Vit høvdu eitt serligt band, ið ikki kann forklárast. Eg visti altíð, hvussu tú hevði tað og øvugt. Vit gjørdu alt saman. Ser­ liga minnist eg fiskitúrarnir á gomlu kai, biltúrarnir til Skálabotn hvønn sunnudag at keypa bomm, kaitúrarnir í Runavík, og tá tú vart havn­ armeistari, og eg ikki tímdi at spæla við hini børnini, tí eg vildi heldur hjálpa abba at taka ímóti bátum, og omma var í dýrastu neyð, tí eg var so dreingjarlig. Eg minnist eisini væl, tá tú vart við Magn, og eg kom umborð at vitja teg, og tú forkelaði meg við norskari smyrjusjokoladu, ælaboga ís, bomm og sodavatn. Tað var altíð tú, sum komst upp við mær hvønn morgun og smurdi breyð og eg elskaði at sita við køksborði saman við tær og tosa saman ella bara nýta morgunin í stilli. Sum tíðin gekk og tú gjørdist sjúkari, orkaði tú ikki upp so tílja longur, men tú vakti meg altíð allíkavæl við at rópa: Didda skalt tú ikki upp nú?" og so var tað eg sum gjørdi tær morgunmat. Ella viss tú vart innlagdur ja so ringdi tú at tryggja tær at eg var uppi. Tú vart altíð so stoltur av mær at eg hevði fing­ið HH prógv og nú eri undir út­búgving til sjúkra­røktar­ frøðing og segði altíð at eg skuldi passa teg tá tú bleivst gamal. Tey síðstu tvey árini vart tú meira á sjúkrahúsi enn heima. Eg var altíð hjá tær, hvønn dag og sat hjá tær um náttina tá tú vart heima og ikki hevði tað gott. Eg stóð so trygt við tína lið, sum tú altíð hevði staði við mína. Tú skuldi niður at hava skurð­viðgerð og tú vart so spentur tí so fór alt at blíva betri. Eg koyrdi ommu til Vágar og slapp inn í ambu- lansan at mussa teg bei, men tá eg sá teg fara inn í flogfari visti eg at tað var seinastu ferð eg sá teg, sum tann abban tú hevði verði. Tú komst teg ongantíð eftir tað seinnu skurðviðgerðina, og tú vildi ikki at eg skuldi síggja teg soleiðis, men eg kom niður til tín og var hjá tær. Tú orkaði ikki meira, tú vildi bara sleppa heim til Jesus. Eg gloymi ongantíð tann dagin eg og omma góð­tóku títt ynski um at doyggja og søgdu tær takk fyri alt og hvussu nógv vit elskaðu teg og at vit fóru at sakna teg. Tú svaraði sjálv takk, eg elski tykkum av øll­ Minningarorð um abba mín , Símin Poulsen Framhald á næstu síðu