Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Tróndur Húsgarð. Abbi- krabbi. Av raskastu, sterkastu monnum. Mergjaður sum fáur. Nógvar broytingar hev­ ur tú upplivað gjøgnum lívið, og mangan havi eg undrast á, hvussu tú hevur megnað at fylgt so væl við. At vaksa upp á einum bóndagarði undir krígnum, liva so primi­ tivt allan tín ungdóm og fram­vegis kunna finna útav øll­um hesum tekniska, sum er komið við tíðini... Men hetta kemur óiva frá tínum treiskni og ágrýtni, sum var títt eyðkenni. Var tað eitt­ hvørt, tú ikki dugdi, men vildi duga, so var ikki at standa fyri, og tískil dugdi tú eisini alt. Eitt tíðarskeið lærdi tú teg sjálvan enskt, og spurdi okkum abbabørn um hjálp at seta setningar saman. Eitt annað tíðarskeið telvaði tú ímóti tær sjálvum. So seint sum í septembur trumlaði tú Danmark upp og niður í tínum fitta, grøna abba-bili. - Meir enn hvat mong ung tora at leypa útí. Teldan fekk heldur ikki frið. Skype skuldi roynast, og myndir, sum tær eisini dámdi so væl at fáast við, skuldu leggjast inná teld­ una. Føroysk mentan og før- oysk­ur siður hevði stóran týdn­ing fyri teg, og róliga kann staðfestast, abbi, at tú eigur stóran leiklut í at mín kærleiki til Føroyar, og okkara mentan og sið, er so stórur, sum hann er. Nógv lærdi tú okkum, og eg fari at sakna at hoyra teg kvøða, meðan tú stákaðist við eitt­ hvørt. Altíð hevur tú verið góður og tolin við okkum abbabørn, og man keddi seg aldrin tá tú var rundanum. Altíð fanst tú uppá okkurt spennandi. Útum at rokast, um veðrið var til tað. Plenan skuldi haldast, altíð nýklipt og grøn, og gulu húsini í Brøttubrekku, sum høvdu so nógv at siga fyri teg og ommu, vórðu heldur ikki gloymd. Serliga dámdi tær tó væl at fara á flot í tínum dýrabæra, lítla báti, sum tú eisini nýtti nógva orku og tíð til. Var tørvur á hjálp, so vart tú altíð klárur við einari hjálpandi hond. Tú gjørdi mangar støð­ur lættari fyri okkum við tín­um hjálpsemi, og við ein­um smíli á varrunum fari eg ser­liga at minnast aftur á herligu túrarnar við grøna ”skúla­taxa”, sum tú sjálvur tók til, ið var ein stór hjálp, tá babba var úti á sjónum. Hendan tíðin, nú fjøllini verða gingin, hevði nógv at siga fyri teg. Altíð til dystin fús at hjálpa til á Húsgarði í heimbygdini Syðrugøtu, og tiltikin tá tað kom til at fletta. Men ikki fekst tú tó smakkað síðstu seyðarhøvdini, sum tú so seint sum tann 11. oktobur hevði riggað til. Einasta "keði­ liga" minni eg havi er, tá eg 6-8 ára gomul stóð í túninum í gummistilvum og græt, tí tú seint eitt kvøldi kom eftir babba, og eg SKULDI við. Men tit koyrdu undan mær út á skipasmiðjuna at skera grind upp. Tað skilji eg tó væl nú, og verður hetta goymt sum enn eitt gott minni um teg. - Fríggjadagin tann 12. oktobur fór tú so frá okkum, heilt óvæntað. Ein fyrimynd vart og ert tú framvegis fyri meg á mongum økjum, og eg fari at sakna teg ómetaliga nógv. Takk fyri alt, ið tú var fyri meg. Hvíl í friði tú góði, elskaði abbi ♥ Abbadóttir tín Anna Katrin Minningarorð um kæra abba mín, Trónd Húsgarð f. 19. nov. 1930 – d. 12. okt. 2012 um mínum hjarta og eg fari eisini at sakna tykkum, men eg bíði eftir tykkum. Eftir hetta fekst tú tað betri og læknarnir søgdu at hetta skuldi nokk fara at ganga. Eg fór heim ein týsdag og tað var so ringt at siga bei við teg. Hósdag søgdu læknarnir at nú gekk aftur skeivan veg og at vit kundu rokna við at tú fórt at doyggja. Leygardag sóu tølini góð út og eg tosaði við teg og tú vart so glaður, men náttina til sunnudag fekk eg ikki sovið, eg gekk rastleys runt og fann ongan frið á mær, tí eg føldi at okk­ urt var galið. Kl. 8 ringdi omma og segði nú er abbi deyður. Hesi orðini hoyri eg fyri mær enn. Tú fekst ein friðarligan deyða. Tú gavst bara at anda meðan tú svav, tú orkaði ikki meira. Tú fekk títt ynski uppfylt, tú slapp heim og tú fekst tín frið. Tú betýður alt fyri meg, eg dugi so illa at skilja at tú ikki kemur aftur. Verðin er so køld og tóm uttan teg og eg fái ilt langt inn í sálina at hugsa um at tú ikki kemur aftur. Eg veit at tú ikki vilt at eg skal vera kedd og at eg skal gera mítt besta so tað royni eg. Eg veit at tú hevur tað gott har tú ert og at ein dag so sleppi eg at síggja teg aftur. Eg eri so takksom fyri at eg hevði teg sum abba og ong­an annan, tú ert tann besti abbin og pápin ein kann hugsa sær, uttan tín og ommusa kærleika hevði eg ongantíð verði komin so langt sum eg eri. Tú trúði altíð uppá meg og tað skalt tú hava takk fyri. Eg eri glað fyri at tú hevur fingið tín frið. Vit síggjast. Heilsan Didda :* Framhald av s. 16 www.sosialurin.fo