fríggjadagur 16. november 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Longri, betri og smidligari
barsilsskipan
Ein kappingarfør barsilsskip
an er avgerandi táttur, vilja
vit eggja familjum at virka
og liva í Føroyum. Oftani er
tað jú har, sum børnini koma
í verðina, at familjurnar festa
røtur. Vit hava eina góða bar
silsskipan, men tíðarskeiðið,
foreldrini kunnu vera heima,
er ov stutt, og skipanin ov
stirvin.
Tjóðveldi hevur tí lagt
uppskot fram um at leingja
skipanina við 8 vikum í
fyrstu atløgu, samstundis,
sum
barnsburðarfarloyvið
skal kunna skipast sum
kvota, sum foreldrini, í sam
ráði
við
arbeiðsgevaran,
leggja til rættis yvir eitt
longri tíðarskeið. Hetta er
eitt stig víðari móti mál
inum at leingja skipanina
upp í eitt ár við løn, og sam
stundis gera hana munandi
meira smidliga, so familj
urnar lættari kunnu nýta
skipanina eftir teirra tørvi at
fáa gerandisdagin og fíggjar
viðurskiftini í familjuni at
hanga saman.
Foreldur hava, sum er,
lógartryggjaðan rætt til at
vera heima hjá barninum
í 52 vikur eftir barnsburð.
Barsilskipanin rindar tó bert
í inntil 32/34 vikur.
Í løtuni er rættuliga fitt
yvirskot í skipanini, har
meira verður goldið inn
enn út. Tá eitt gjald til ávíst
endamál verður lagt øll sum
arbeiða og á arbeiðsgevaran,
so skal peningurin eisini
nýtast til at gera eina so góða
og sterka skipan, sum ráðini
yvirhøvur eru til.
Smidligari skipan
Tað var eitt veldigt frambrot
tá lógin um barsilsskipan
kom. Í 2004 varð skipanin
løgd út til partarnar á ar
beiðsmarknaðinum at fíggja.
Í 2008 samdust CHE-sam
gongan og Løgtingið um at
leingja farloyvi úr 24 upp í 32
vikur. Sat sjálv tá sum lands
stýriskvinna við ábyrgd av
barsilsmálum. Hetta var eitt
gleðiligt stig rætta vegin,
men tíðin er væl og virðiliga
búgvin at fara víðari.
Ongar familjur eru eins,
og teirra tørvur er sera fjøl
táttaður. Felags fyri tær
flestu er tó, at tað ofta er sera
trupult at fáa putlispælið við
tíð, pengum, stovnsvenjing,
sjúkradøgum og so frameftir
at hanga saman. Vit halda
tað hava stóran týdning, at
familjan kann leggja síni
viðurskiftini til rættis, sum
tað hóskar teimum best.
Ein fyrimunur í Føroyum er,
at ofta er stutt ímillum ar
beiðspláss og heim, og tí ber
eisini til at halda áfram við
bróstageving, hóast mamman
kanska velur at arbeiða
nakrar tímar um vikuna í
parti av farloyvinum.
Í høvuðsheitum skjýtur
Tjóðveldi upp:
•
At Lønta barsilskvotan
verður longd við 8 vikum,
úr í mesta lagið 34 uppí í
mesta lagið 42 vikur við
løn.
•
At fyrstu 14 vikurnar
framvegis
eru
oyra
merktar mammuni, men
restin – 28 vikur – kann
skipast sum kvota yvir
longri tíðarskeið – í mesta
lagið 104 vikur.
•
At av teimum 8 vikunum
eru 4 vikur til mammuna
og 4 vikur til pápan.
Familjan ger tó sjálv av,
um hon vil býta øðrvísi
ímillum foreldrini.
•
At barsilskvota, sum verð
ur nýtt aftaná 52. viku, má
skipast í avtalu arbeiðs
gevara.
•
At foreldur, sum fáa fleiri
enn 1 barn í senn, fáa 4 vik
ur eyka fyri hvørt barnið.
•
At støk foreldur fáa fulla
kvotu og at skipanin fyri
foreldur sum ættleiða,
verður longd samsvar
andi.
Við hesum broytingum verður
barnið sett í miðdepilin, við
tað at grundarlagið fyri at
foreldrini kunnu vera longri
heima hjá barninum, verður
styrkt munandi. Samstundis
fær arbeiðsgevarin høvi at
varðveita tilknýtið til dýr
mæta arbeiðsmegi.
Fitt eftir á mál
Vit velja í hesum umfari at
raðfesta tað at leingja og
smidliggera
skipanina,
tí
alt ber ikki til at gera innan
verandi karm. Men, nógvir
tættir eru eftir at bøta. Eitt
nú betri viðurskifti fyri
lesandi í barnsburðarfarloyvi
og serligar treytir fyri for
eldur at ov tíðliga føddum
børnum.
Og,
barsilsgjaldið
má
gerast eftirlønargevandi. Tí
ein beinleiðis avleiðing fyri
kvinnur, sum fara í barns
burðarfarloyvi, er, at tær
verða afturúrsigldar í mun til
eftirløn. Tað er ómetaliga um
ráðandi, at hesin spurningur
verður loystur, og má politiski
myndugleikin tí sum skjótast
fara í samráð við partarnar
á arbeiðsmarknaðinum um
hetta.
Markið fyri útgjaldi
forðar pápum
Tá lógin um barsilsskipan
kom í 2001, var markið fyri
útgjaldi 35 000 kr um mán
aðin. Longu í 2004 var hetta
tó lækkað niður í 25 000
kr, og upphæddin verður
ikki prístalsviðgjørd. Hetta
stak óheppið, tí tess lægri
hámarkið er, tess minni
sannlíkt er tað, at pápin tekur
part av farloyvinum. Í nógv
flestu førum tjena páparnir
meira enn mammurnar, og
familjan missir tí lutfalsliga
nógv fíggjarliga, fer pápin í
farloyvi.
Hámarkið
rakar
eisini
fyrst og fremst tey, sum
starvast hjá tí privata, tí tey
flestu alment settu hava
sáttmálaásettan rætt til fult
lønarendurgjald í farloyvis
tíðini. Tað hava tey flestu
á privata arbeiðsmarknað
inum ikki, og er hámarkið tí
við til at gera stóran mismun
ímillum alment- og privat
sett. Hetta er tó eisini ein
spurningur, privati arbeiðs
marknaðurin má vera við til
at loysa.
Vónandi verður undir
tøka í Løgtinginum fyri at
gera hesa góðu og neyðugu
útbyggingina av barsilsskip
anini.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Bý- og bygdaráðsvalið er av. Tíverri í alt ov
nógvum kommunum við alt ov nógvum bý- og
byrdaráðslimum, men tá ið ovasta leiðslan í
landi okkara ikki vil taka neyðugar avgerðir, men
júst í hesum málinum vil hava fólkið at tala á
fólkaatkvøðu, verður tað so. Ein demokratiskur
stingur av einum ella øðrum slagi í politisku
skipani, sum tó ikki ger um seg í nógvum øðrum
málum…
Nú er alt avhasað, og øll lyftini skulu fremjast í
verki. Og tað er ikki smávegis, alt sum lovað er.
Í hesum er tó einki óvanligt. Tað er bara søgan,
sum endurtekur seg, júst so sum hon hevur
gjørt til hvørt kommunuval. Og flestu lyftini
vóru altíð so veruleikafjar, at eingin nøkulunda
skilaliga hugsandi væntaði, at tey fóru at bera á
mál. Tíbetur, tí tað hevði við vissu havt við sær,
at allar kommunur væl og virðiliga sprongdu
fíggjarkarmarnar.
Tað nýggja og áhugaverda ella kanska eitt sindur
óhugnaliga, er, at vit í Havn hava nú ein flokk, sum
einsamallur hevur meirilutan. Og serliga er tað
sjálvandi Heðini at takka, at so er. Ótrúligt sum
hann dugir væl at vera borgarstjóri. Irriterandi
væl hjá teimum, sum eru ikki viðhaldsfólk, men
tað ber ikki til annað enn at hava virðing fyri
dygdunum hjá sterkasta manni í Føroyum. Hann
hevur heilt víst tað – hvat tað so enn er, sum allar
størstu leiðarar skulu hava. Tí tað sigur seg sjálvt,
at tað er ikki bara ein maður, sum hevur heiðurin
av avrikunum hjá býráðnum í Havn. Men veljarin
peikar nærum bara hann.
So stór undirtøka, og møguleikin at stýra
púra einsamallur við nóg nógvum stuðli bara
í egnum flokki, er ein samanrenning, sum ikki
hóskar so væl í einum fólkaræði, tí hvussu skulu
mótargumentini og aðrar hugsanir koma til sín
rætt, tá ið so er?
Hetta verður tí ein áhugaverd tíð hjá okkum í
Havn og ikki minst verður hetta lærurík eygleiðing
og roynd í fólkaræði við so stórari slagsíðu
í politiskari makt. Tað fer at krevja nógv av
borgarstjóra okkara at standa á odda við meiriluta
bara í egnum flokki. Ikki lætt at stýra sínum egnu,
tá ið so er. Og nógv ivasom eygu fara at fylgja við,
og nógv vera klár at finnast at hesum og hasum.
Mest krevjandi royndin hjá borgarstjóra okkara
liggur tí fyri framman.
Sjálvandi er tað stórur sigur hjá einum flokki at
vinna sær meirilutan einsamallur í nógv størstu
kommununi í Føroyum, og tað er ótrúligt avrik.
Men eg haldi, at tað er eitt sindur óhugnalig –
soleiðis heilt prinsipielt. Líka mikið hvør flokkurin
er.
Magnus
tausen
stjóri í Nám
EYGA
MÁLIÐ
Eitt sindur
óhugnaligt!
Bjørt
Samuelsen
Tingkvinna
Tjóðveldi