fríggjadagur 16. november 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 16. november 2012 · Nr. 134
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hergeir Nielsen
Fyrrverandi løgtingsformaður og
landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
Fer lívið í havinum at líkjast
deyðanum í bjørgunum?
Ø
ll minnast vit skilið, tá
fuglurin varð friðaður.
Tað er ikki byrsan, søgdu
byrsumenn, tað er føðin.
Tað er ikki føðin, søgdu friðingar
fólk, tað er byrsan.
Tá tann seinasti fuglurin var um
at geva upp ond, samdust báðir
partar um, at hann skuldi fáa frið.
Hann skuldi hvørki skjótast ella
hungrast.
Lívleysu føroysku bjørgini hava
nú í fleiri ár rópt til himmals, tí
fuglurin er flogin, skotin – ella -
horvin av øðrum orsøkum.
Burturi er hann í øllum førum,
og stórsta føroyska náttúruvan
lukkan í okkara tíð er bæði stað
fest og skrásett, men lítið umrødd.
Er tað nú hugsandi, at nakað
tað sama hendir við lívinum í
havinum?
Meiningar tróta ikki. “Byrsufólk
og friðingarfólk” smæðast ikki,
og maður, sum ikki tekur dagar
millum húk og trol, friðing og
dagatal, er ikki fyri rættan mann
at rokna.
E
in hugsanin er, at makrelurin
etur seg inn í føroysku
vistskipanina, og tí fáa vit hvørki
tosk, hýsu ella upsa longur.
Nær makrelurin hevur etið upp,
vita vit ikki, men er nakað skil í
hesum sjónarmiði, so er lítið eftir,
nú botnfiskiskapurin er um at
hvørva.
Og er tað so, at makrelurin hevur
gjørt av við hendan partin av
fólksins ogn, so leitar hann
saktans aðrar leiðir – út úr før
oyskum sjógvi - fyri at vinna sær
mettuna.
Og hvat gera vit so?
Hvørjum skulu vit liva av, søgdu
fiskimenn, um vit minka um
dagatalið, og ikki sleppa at fiska?
Hvørjum skulu tit nú livað av, nú
tað ikki loysir seg at loysa, verður
spurt afturímóti.
Myndin av lívinum, ella deyðan
um, í bjørgunum, er meinlík
myndini av lívinum - ella
deyðanum - í havinum.
Føði, veiða, lív og deyði treyta
hvørt annað, og heimligu viður
skiftini merkjast nú eisini úti á
heimshøvunum.
G
rundleggjandi ástøði hjá
kendum lívfrøðingum siga,
at sleppa vit ikki yvirfiskingini
í heimshøvunum nú, hvørva
fiskastovnarnir heilt eftir fáum
áratíggjum, og ein grundleggjandi
skaði er tá gjørdur á alt tað
samlaða lívsgrundarlagið í
høvunum.
Kann tað nú vera so livandi
galið, at tað verður júst okkara
ættarlið, ið ger enda á lívinum í
heimshøvunum, spyr hin tortrúni,
og mangt bendir á, at so er.
Føroyskir fiskimenn hava ferðast
víða, og einaferð vóru teir í New
Foundlandi saman við spaniólum,
portugisum og øðrum, tá teir so at
siga syftu toskin inn um stokkin
við berum hondum. Menn kundu
so at siga næstan ganga á toski, so
tættur og so ovalaga stóð hann í
sjónum.
Væl bar til. Ríkidømið og avkastið
var stórt, og hvør maður raskari
enn annar. Men so brádliga, upp
gjøgnum áttatiárini fór at sansa
at, og í 1991 vóru teir seinastu
stertarnir eftir nógv stríð og
strev syftir inn um stokkin fyri
ovurstóran kostnað.
Toskafiskiskapurin undir New
Foundlandi, sum baskararnir
fóru undir í 1400 talinum, hvarv
brádliga, og tástani bannaði
Kanada øllum fiskiskapi eftir toski
í teirri vón, at stovnarnir fóru at
koma fyri seg aftur.
Hvat bagir, hvør toskur gýtur jú
milliónir av eggum, so tað man
skjótt fara at laga seg aftur, men so
var ikki.
Og tað er nú tað gerst rættiliga
óhugnaligt.
Toskurin í New Foundlandi er
eftir fimtan árum framvegis ikki
komin fyri seg aftur. Tað vísir
seg har, at ein botnfiskastovnur
kann oyðdrepast, hóast lívs
grundarlagið, føði, hiti oa. annars
er av paradísiskum slagi fyri tosk.
Føroyingar, spaniólar, portugisar
og aðrir við eru sjálvandi horvnir
úr New Foundlandi, saman við
toskinum, tí har var nú ikki so
nógv at vera eftir, tá ið toskurin
hvarv.
So varð leita aðrar leiðir, men
tíverri við líknandi fylgjum.
Okkara Føroya Banki hevur verið
roknaður sum heimsins besti
sjógvur at royna í, eftir stórum
toski, men hann hevur ligið so
steindeyður nú í fleiri ár.
Aftur her staðfesta vit eina
met stóra náttúruvanlukka í
føroyskum sjógvi, og vit tosa
líka lítið um hana, sum um
vanlukkuna í bjørgunum.
Er tað “byrsan ella er tað føðin” –
ella eru tað bæði tvey?
Her um okkara leiðir siga vit, at
veður og vindur er ein friðing í
sær sjálvum, og at friðaði øki eru
ein onnur friðing, sum ger, at tað
so at siga ikki er roynandi undir
Føroyum fyri friðingum.
Kortini er fiskiskapurin endaður á
einum minstamarki, tí lítið er til.
A
v heimshøvunum eru tað
bert 0,6%, sum eru friðaði,
og ovurstór fiskiskip úr Europa
og Amerika tráðroyna nú
vesturafrikonsku strendurnar
heilt suður móti Antarktis, meðan
meinigi fiskimaðurin har á leiðini
líður hungur og hall.
Kroniski yvirkapasiteturin í EU
er mannaður við einari mió.
ársverkum á landi, og 140.000
ársverkum umborð á 85.000
'skipum og bátum.
Stórveldini smæðast ikki við
yvirfisking og útblaking, og síðani
at revsa tann minna, ið lítið orkar.
Uppruna fiskimaðurin fram við
afrikonsku strondunum endar
sum sjórænari, og føroyski
fiskimaðurin fær handilsigar
revsingar oman yvir seg.
Eins skjótt EU langaði til, eins
skjótt kavaðu okkara menn í
skotgravirnar at verja danir, tá
teir áttu formansskapin í EU, og
høvdu maksimala ávirkan á hesi
viðurskifti.
Ríkisfelagsskapurin fekk ikki
vart føroysk áhugamál, søgdu
teir við ein munn, tí Danmark
átti formansskapin í EU felags
skapinum. Vit hildu tað øvugta.
Slóðin eftir tráðroyningini av
heimshøvunum er ikki fyri
blindan at bera.
Afturgongdin av fleiri fiskastovn
um er ovurstór, og eftir tjúgu
árum er biomassin av einum
fiskaslagi fallin við tríati mió.
tonsum, meðan annar stovnur er
fallin við 80%.
Hóast samlaði fiskiskapurin er
ovur stórur, so er búskapurin í
honum fallandi, og nú EU fer at
royna umsetiligar kvotur, taka
somu spurningar seg upp har, sum
her.
Ein høvuðsspurningurin er, at
privatiseringin av fiskastovn
unum ger enda á meiniga fiski
manninum.
Tá danir fingu umsetiligar kvotur
í 2003, var tað skjótt, at nakrir
fáir stórir kvotabarónar løgdu alt
undir seg, og somu søguna kenna
vit úr Spania, Íslandi - og Føroyum.
L
øgfrøðiliga sæð verður
fiskurin í havinum
privatiseraður og ognartikin, tá ið
loyvini verða privatiseraði.
Júst hesum leisti sita ovvekraðir
menn og kvinnur í Tinganesi og
skunda sær við í hesum døgum,
nú ein sokallað endurskoðing av
fiskivinnulóggávuni fer fram.
V
erður fólksins ogn ognað
privatum fyri lítið og lætt,
verður hon ikki fólksins ogn aftur.
Tá høgrakreftirnar fara tvørtur
um ideologisk og politisk mørk og
savnast ytst úti á høgraveinginum,
uttanfyri demokratiska rúmið
í stjórnarskipanini, nærkast
vit so ótýdligum fasistoidum
rembingum, at alt eigur at verða
gjørt fyri at reka tær aftur.
Lívsgrundarlag okkara er okkara
felags ogn, og hesa felags ogn
okkara eiga vit at lata øllum
børnum okkara í besta standi eftir
prinsippinum í grindabýtinum,
har barnið í vøgguni eigur eins
góðan rætt sum maðurin á bríkini.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen