mikudagur 31. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 63 - 31. mars 2004
Nr. 63 - 31. mars 2004
5
Vandin fyri, at nýggja
Suðuroyarskipið hjá
Stranderðsluni verð-
ur lagt við bryggju, tá
ið tað kemur til
landið í heyst, er nú
minkaður eitt sindur
SEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er vandi fyri, at nýggi
Smyril verður lagdur, tá ið
hann kemur, minkaður.
Í hvussu so er eitt sindur!
Tað er greitt, eftir at
Fíggjarmálaráðið
og
Maskinmeistarafelagið
gjørdi eina semju klokkan
sjey í gjáramorgunin.
Fíggjarmálaráðið
og
Maskinmeistarafelagið
settust longu á miðdegi
fríggjadagin at samráðast
saman við semingsmonn-
unum at samráðast um
nýggjan sáttmála fyri teir
maskinmeistarar,
sum
arbeiða hjá tí almenna. Tað
vil siga teimum, sum sigla
við
Strandferðsluni
og
Magnus Heinasyndi og
teimum, sum arbeiða á
sjúkrahúsum og á øðrum
almennum stovnum á landi.
Sostatt tók tað meiri enn
hálvtfjórða samdøgur at
koma til eina semju.
Og størsti trupulleikin
var júst nýggja Suðuroyar-
skipið.
Fíggjarmálaráðið
setti
uppá, at nýggi sáttmálin
skuldi eisini fevna um
nýggja Smyril fyri at forða
fyri, at hann fekk somu
lagnu sum bæði nýggi
Teistin og Brimil, sum báð-
ir lógu í fleiri vikur, eftir at
teir vóru liðugur, tí semja
fekst ikki um lønina hjá
summum av teimum, sum
skuldu sigla við.
Hinvegin tvíhelt Maskin-
meistarafelagið
um
at
nýggi Smyril skuldi ikki
vera við í hesum sáttmálan-
um. Felagið segði, at nýggi
Smyril var ikki við í upp-
runakrøvunum hjá fíggjar-
málaráðnum og tí kundi
hann ikki takast við. Fel-
agið segði eisini, at ongin
veit enn, hvussu hann skal
mannast og tí ber ikki til at
gera sáttmála um hann enn.
Hetta var størsta forðingin
at koma um og tað mesta av
hesum yvir 90 tímunum,
sum samráðingarnar vardu,
fóru við at partarnir lógu í
hvør sínari skotgrøv og
togaðust um nýggja Smyrli.
Funnu eina
millumloysn
Tað endaði so við, at sem-
ingsmenninir
tíðliga
í
gjáramorgunin løgdu eitt
semingsuppskot fyri part-
arnar við eini salomonskari
loysn í. Og tað, sum sem-
ingsmenninir skutu upp,
var, at bíða við samráðing-
unum um nýggja Smyril.
Men samráðingarnar um
nýggja Smyril skulu byrja
so skjótt tað er greitt,
hvussu hann skal mannast.
Og tað skal vera greitt
fyrst í mai.
Semjast partarnir ikki um
lønina hjá teimum, sum
skulu sigla við nýggja
Smyrli, kunnu allir sáttmál-
arnir um maskinmeistar-
arnir hjá tí almenna, sum
samráðingarnar hava verið
um á hesum sinni, sigast
uppaftur. Sostatt kunnu
sáttmálarnir um maskin-
meistararnir hjá Strand-
ferðsluni, teir við Magnusi
Heinasyni og teir á sjúkra-
húsum og á øðrum al-
mennum stovnum á landi,
sigast uppaftur við einum
mánaða ávaring.
Teir kunnu tó í fyrsta lagi
sigast uppaftur fyrsta sep-
tember.
Fíggjarmálaráðið sigur,
at sostatt bendir nógv á, at
sáttmálaviðurskiftini í sam-
bandi við nýggja Smyril
kunnu avgreiðast í nóg
góðari tíð.
Maskinmeistarafelagið
sigur, at teir hava alla tíðina
verið greiðir yvir, at avtala
skal gerast um nýggja
Smyril, men tað kann bara
ikki gerast nú.
Maskinmeistararnir eru
kortini fúsir at fara aftur til
samráðingar, tá ið mann-
ingarskjølini eru klár fyrst í
mai.
Jógvan Nybo, formaður í
maskinmeistarafelagnum,
heldur ikki, at hetta bara er
at útseta pínuna, tí tað er
ásett, at samráðingarnar um
nýggja Smyril skulu byrja
fyrst í mai og miseydnast
tær, kunnu allir sáttmálarn-
ir sigast upp aftur.
Annars eru sáttmálarnir,
sum vórðu undirskrivaðir í
gjáramorgunin innan fyri
lønarkarmin upp á eini
níggju prosent í tvey ár.
Ein partur av lønarhækk-
ingini fer til eftirløn, og
onkrar umflokkingar verða
gjørdar. Harumframt eru
maskinmeistarar á landi
fevndir av sættu feriuvik-
uni, og arbeiðstíðin hjá
teimum er sett til 39 tímar
um vikuna.
Somuleiðis er avtalan um
førleikamenning er gald-
andi fyri allar tríggjar sátt-
málarnar.
Forkvinnan í fel-
agnum fyri sjúkra-
røktarfrøðingar varð
afturvald við stórum
meiriluta
AÐALFUNDUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Forkvinnan í felagnum Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar eitur eisini Jana H. Dals-
gaard tey næstu trý árini.
Tað er greitt eftir aðal-
fundin í felagnum leygar-
dagin.
Á aðalfundinum vóru
einir 100 av teimum 800
limunum í felagnum møttir
og har varð úrslitið av
nevndarvalinum
kunn-
gjørd.
Í felagnum fyri sjúkra-
røktarfrøðingar, fer nevnd-
arvalið fram við frumat-
kvøðu ímillum limirnar
undan aðalfundinum og so
verður úrslitið kunngjørt á
sjálvum aðalfundinum.
Ein ávísur spenningur var
um valið, tí hesuferð hevði
Ana Reinert í Havn bjóðað
Janu H. Dalsgaard av í
valinum um forkvinnuna.
Men tá ið avtornaði var
engin ivi um, hvør skuldi
vera forkvinna í felagnum :
Jana H. Dalsgaard varð
nevniliga afturvald við
stórum meirluta. Hon fekk
yvir 300 atkvøður. Tað er
meiri enn tvær ferðir so
nógvar atkvøður sum mót-
valevnið fekk, tí hon slakar
hálvtannaðhundrað atkvøð-
ur.
Annars eru nevndarlimir
í felagnum hesir: Anna
Maria Simonsen í Tórshavn
er afturvald, Jonna Hansen
í Vestmanna er nývald,
Maria Debes í Tórshavn er
nývald, Joan Ziskason í
Tórshavn er eisini nývald,
Hervør Eidesgaard á Tvør-
oyri, afturvald og Elsa Vest
á Sandi, aftuvald.
Tiltakslimir eru Einar
Klakkstein í Klaksvík, sum
er nývaldur, Turið Zachari-
asen í Hvannasundi og Kat-
rin Jønsson í Nesi í Eyst-
uroy.
Annars hevur nevndin
afturvalt Hervør Eides-
gaard til næstforkvinnu.
Hon hevur verið nevndar-
limur í felagnum hesi sein-
astu 12 árini.
Nøkur vóru eisini, sum
ikki stillaðu uppaftur til
nevndarval hesuferð. Tær
vóru Óluva Nónstein í
Tórshavn, Anna Jóanesar-
dóttir úr Tórshavn og Ana
Reinert í Havn, sum ístaðin
stillaði upp til forkvinnu.
Nýggjur sáttmáli
Annars hava felagið Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar og Fíggjarmálaráðið eis-
ini gjørt sáttmála um ein
nýggjan tvey ára sáttmála
fyri sjúkrarøktarfrøðingar.
Eftir sáttmálanum, sum
varð undirskrivaður í farnu
viku, hækkar lønin tilsam-
ans umleið 9% hesi bæði
næstu árini.
Í sáttmálanum hava part-
arnir gjørt eina avtalu um
serstakar frídagar. Eftir hesi
avtaluni, kunnu starvsfólk
vinna sær ein eyka fríviku.
Men tey, sum ikki vilja
hava frívikuna, kunnu í
staðin fyri lønina útgoldnað
Samstundis hava partarnir
gjørt avtalu um støðugt at
menna førleikan hjá sjúkra-
røktarfrøðingum
– Skulu uppgávurnar hjá
stovnum landsins verða
røktar á munadyggan hátt
við neyðugari dygd og
framhaldandi menning, er
sera týðandi, at førleikarnir
hjá starvsfólkunum verða
áhaldandi røktir og mentir -
bæði í dagliga arbeiðnum
og við eftirútbúgving og
víðari útbúging, stendur í
avtaluni um førleikamenn-
ing.
Vandin fyri nýggja
Smyrli er minkaður
Jana vann við stórum meiriluta
Samráðingar um nýggja Smyril skulu byrja fyrst í mai og fæst ikki semja, kunnu allir
sáttmálarnir sigast upp
Jonna Hansen, Hervør Eidesgaard, næstforkvinna, Anna Maria Simonsen, Joan Ziskasson, Jana
H. Dalsgaard, forkvinna, Einar Klakkstein og Elsa Vest
Maria Debes, nevndarlimir og tiltakslimirnir, Turið Zachariasen og Katrin Jønsson, eru ikki við
á myndini
Deyði
eydnuboll-
ans
Kristeligt
Dagblad
skrivar 28. mars, at
málið kann verða eitt
vápn í stríðnum móti
tunglyndi. Saman við
fleiri øðrum donskum
bløðum hevur KD gjørt
av, at gevast at nýta
heitið eydnubolli fyri
heilivág móti tunglyndi.
Í framtíðini fara bløðini
at skifta orðið "eydnu-
bolli" út við "depressi-
onsbolli".
Sambært
heimsheilsustovninum,
WHO, er tunglyndi væl
á veg at gerast ein
"global epidemi". WHO
metir, at tað júst nú, glo-
balt sæð, ganga minst
120 milliónir deprimer-
aði menniskju runt í
heiminum, og at umleið
1 millón av teimum, fer
at velja sjálvmorð sum
loysn uppá sínar trupul-
leikar.
rs
Náttarbeiði
styttir lívið
Náttararbeiði styttir um
lívið,
skrivar
Tanja
Parker Astrup í Politikk-
en 28. mars. Arbeiði um
náttina og ov lítil svøvn-
ur er skaðiligt fyri heils-
una. Hetta vísir millum
aðrar ein kanning, ið er
gjørd á Karolina Instit-
uttinum í Svøríki. Ser-
stakliga eru tað kvinnur-
nar, ið eru í vandabólki
fyri at doyggja ov tíð-
liga. Granskarar vita
ikki, hví kvinnur tola
verri náttararbeiði enn
menn.
rs
Heima-
kjekk av
bróstum
dugir ikki
Nógvar kvinnur kanna
sjálvar
bróstini
fyri
knyklar. Men tað mink-
ar ikki um møguleikan
at fáa bróstkrabba, vísir
ein kanning, sum er
gjørd av 100.000 russ-
iskum kvinnum í árun-
um, 1985-2003. Hetta
stendur at lesa í grein í
Politikken 13. mars.
Høvuðsorsøkin er, at
nógv teir flestu knykl-
arnir eru ov smáir til, at
tú sjálv kann varnast teir
og harvið kanst koma
nóg tíðliga í viðgerð.
rs
Í døgunum 3. til 10. apríl
hevur
Jógvan
Purkhús
myndaframsýning í hølun-
um hjá Føroya Banka á
Fornagørðum í Klaksvík.
Talan er um 21 myndir og
málningar, sum Jógvan
hevur gjørt. Somuleiðis lut-
taka Hans Hansen, Páll
Purkhús, Jóngerð Purkhús
og Jakob Jóhannsson Purk-
hús á framsýningini við
vatnlitsmyndum, oljumáln-
ingum og akrylmyndum.
Jógvan Purkhús sigur
sjálvur, at tá hann sum smá-
drongur sá myndir eftir
Hans Hansen og Fritjof
Joensen, vaktu tær hugin og
ansin hjá honum.
– Teir vóru so gløggir og
nærlagdir í sínum arbeiði,
og tað vakti hjá mær ein
longsul eftir at skapa nakað
og at eiga eina slíka hegnis-
hond, sum teir áttu, sigur
Jógvan Purkhús.
Á fundi um at gera
ein kvinnulista til
býráðsvalið í Havn
vórðu bólkar settir til
at arbeiða víðari við
málinum, og ein
nýggjur fundur er
somuleiðis avtalaður.
Undirtøkan millum
luttakararnar letst at
vera góð, sigur Ann-
ika Sølvará, ein av lut-
takarunum
KVINNULISTI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár stóð grein
um, at ein kvinnufelags-
skapur hevur tikið stig til at
gera ein kvinnulista til bý-
ráðsvalið í Havn. Sigast
skal beinanvegin, at tað
ikki er rætt, at tað er ein fel-
agsskapur, sum hevur tikið
stig til hetta, men heldur er
talan um nakrar einstakar
kvinnur, sum vóru vón-
brotnar av úrslitinum av
løgtingsvalinum tann 20.
januar. Og tí hava hesar
fundast og tosað um at gera
ein kvinnulista í eina tíð.
Og mánakvøldið var so
aftur ein fundur, har fitt av
kvinnum
vóru
møttar.
Annika Sølvará var ein av
luttakarunum á fundinum,
og hon sigur, at flestu
kvinnurnar tóku undir við
hesum.
– Huglagið var so avgjørt
positivt á fundinum, og
flest allar vóru við upp á at
gera ein kvinnulista, greiðir
hon frá.
– Áhugi er fyri einum
kvinnulista, tað er ongin ivi
um tað, sigur Annika Sølv-
ará.
Tað er heldur ongin ivi
um, at Annika sjálv heldur
hetta við einum kvinnulista
til býráðsvalið vera eitt frá-
líkt hugskot, og leggur hon
afturat, at um kvinnulistin
verður veruleiki, og hann
ger stóra nyttu, so er vónin,
at tað fer at smitta av til
løgtingsval framyvir.
Styggir ikki
Ein vansi, sum verður
nevndur í hesum samband-
inum er, at ein kvinnulisti
fer at taka atkvøður frá
teimum kvinnunum, sum
eru uppstillaðar á flokslist-
um, men hetta er Annika
Sølvará als ikki samd í.
Hon heldur tvørturímóti,
at talan kundi verðið um
eina øking í samlaða at-
kvøðutalinum til kvinnur,
um ein kvinnulisti bleiv.
– Eg kundi ímyndað
mær, at eitt samstarv mill-
um ein kvinnulista og tær
kvinnurnar, sum eru upp-
stillaðar á einum flokslista
heldur, sigur hon.
Annika heldur ikki, at
hetta við at seta so nógv
fokus á kvinnur og val,
kann fara at bíta seg sjálvt í
halan við, at tað møguliga
styggir veljararnar.
– Eg trúgvi ikki, at tað fer
at styggja nakran, tað má
vera upp til ein sjálvan, um
ein velur kvinnu ella mann.
Men tað er onki at aftra seg
í, at kvinnur sjáldan eru
fyrstvaldar á einum floks-
lista, staðfestir Annika.
Hetta heldur hon kann
koma av, at fólk hugsa sum
so, at tað verður ikki ein
kvinna, sum verður vald, og
tí velja tey ein mann. Og tí
kann sleppast undan við
einum reinum kvinnulista,
sigur hon.
Sum sagt er undirtøka
millum kvinnur fyri at gera
ein kvinnulista. Bólkar fara
nú at arbeiða víðari við
málinum og nýggjur fundur
er avtalaður. So óivað verð-
ur meira at hoyra til hendan
listan framyvir.
Undirtøka fyri kvinnulistanum
Fundur var í Havn mánakvøldið um at gera ein kvinnulista. Annika Sølvará var ein av luttakunum, og hon sigur, at
undirtøkan fyri einum kvinnulista til býráðsvalið í Havn er stór
Jógvan Purkhús í Klaksvík
C
M
Y
K
5
4