Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 63 - 31. mars 2004 Nr. 63 - 31. mars 2004 7 Grót- flutningurin í Leirvík gongur væl – Allur grótflutning- urin gjøgnum bygd- ina er skipaður eftir avtalu millum teir, ið flyta grótið og ferðslunevndina hjá Leirvíkar bygdarráði, og hetta hevur eftir umstøðunum gingið væl, sigur Sjúrður Eliasen, bygdarráðs- formaður GRÓTFLUTNINGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri datt ein hampiliga stórur steinur av einum lastbili, sum koyrir grót úr tunnilsmunnanum í Leir- vík. Steinurin endaði á bygdarvegnum í Leirvík, men elvdi tíbetur ikki til nakran skaða. Tá ið Sosialurin vitjaði í undirsjóvartunlinum nakað herfyri, fingu vit upplýst, at tunnilsmenninir skjóta ein- ar 2-3 ferðir um samdøgn- ið, og hvørja ferð skotið verður, er rúgvan av gróti uppí 60 lastbilar! Meginparturin av grót- inum, sum higartil er kom- ið úr tunlinum, er lagt upp í Leirvík, men ein partur er koyrdur av bygdini – og nakað er flutt um Leirvíks- fjørð til Klaksvíkar. Gingið væl Sosialurin hevur spurt bygdarráðsformannin í Leirvík, Sjúrð Eliasen, hvussu flutningurin av gróti hevur gingið higartil. – Vit mugu siga, at tann flutningur, sum verið hevur, sum heild hevur gingið væl. Eg veit um handan steinin, sum datt av lastbilinum, men annars hava vit ikki havt nógv at fýlst á. Hann sigur, at tað sjálv- sagt hevur havt stóran týdn- ing, at meginparturin av grótinum ikki er farin gjøgnum bygdina, men er lagt í rúgvu norðanfyri tunnilsmunnan. Ein annar partur er nýttur til veg norður á Kráartanga. Sjúrður sigur, at allur grótflutningurin gjøgnum bygdina er skipaður eftir avtalu millum teir, ið flyta grótið og ferðslunevndina hjá Leirvíkar bygdarráð. – Hetta samstarv hevur gingið væl, sigur hann. Á Kráartanga Bygdarráðsformaðurin sig- ur, at ein vegur er bygdur gjøgnum fjøruna og norður á Kráartanga, har Leirvíkar bygdarráð hevur samtykt at gera eitt stórt uppland, og fyrst í apríl mánaða verður byrjað at koyra grót norður hagar. Sjúrður sigur, at komm- unan miðjar eftir at fáa eitt uppland á Kráartanga, sum verður einar 14.000 fer- metrar stórt. - Grótið, sum kemur úr undirsjóvartunlinum, verð- ur nýtt til útfylling, og síð- an verður stórt grót lagt sum verja, soleiðis at út- fyllingin ikki skolar burtur í uppgangi. Hann vísir á, at grót úr tunlinum eisini verður flutt um Leirvíksfjørð, og síðan verður báturin aftur fyltur í Klaksvík við stórum gróti, sum verður lagt sum verja á Kráartanga. – Soleiðis kemur báturin at sigla lastaður báðar veg- ir, sigur Sjúrður. Hann veit ikki heilt ítøki- liga, hvussu langa tið, tað kemur at taka at fylla upp á Kráartanga og vil í løtuni ikki geva nakað boð uppá, hvat tað kemur at kosta. – Men hetta er eitt ar- beiði, sum kommunan tek- ur sær av, sigur hann. Stóran týdning Sjúrður sigur, at upplandið, sum Leirvíkar kommuna fær á Kráartanga, kemur at hava stóran týdning fyri kommununa framyvir. – Grótið, sum verður lagt út, kemur eisini at verða ein lývd fyri havnalagnum í Leirvík, umframt at ar- beiðsumstøðurnar hjá skip- unum á staðnum verða munandi betraðar. Spurdur, hvat økið annars skal brúkast til, heldur bygdarráðsformaðurin, at enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um tað. – Men her verða nógvir møguleikar, og nú vit hava grótið við hondina, er tað av stórum týdningi, at ein stórur partur av hesum kemur bygdini til góðar. Hann vísir á, at jú meira grót verður lagt í Leirvík, tess minni verður flutning- urin gjøgnum bygdina. – Tað er greitt, at skuldi alt grótið, sum kemur burt- ur úr tunnilsbyggingini, verið koyrt gjøgnum bygd- ina, hevði tað verið uppaft- ur strævnari hjá okkum, sum búgva her, sigur Sjúrð- ur Eliasen, bygdaráðsfor- maður í Leirvík. – Eg veit um handan steinin, sum datt av lastbilinum, men annars hava vit ikki havt nógv at fýlst á. Higartil mugu vit siga, at flutning- urin eftir umstøðunum hev- ur gingið væl, sigur Sjúrður Eliasen, bygdarráðsformaður í Leirvík – Hevði alt grótið, sum kemur burtur úr tunnils- byggingini, verið koyrt gjøgnum bygdina, hevði tað verið uppaftur strævnari hjá okkum, sum búgva her, sigur Sjúrður Eliasen Foreldur ansa betur eftir børnunum Løgreglan í Eysturoy hevur ikki havt nakrar ítøkiligar trupulleikar av tungu ferðsluni í samband við tunn- ilsbyggingina undir Leirvíksfirði FERÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Vit hava merkt, at tunga ferðslan í Eysturoy er nógv økt í samband við tunnilsbyggingina undir Leirvíksfirði, men higar- til kunnu vit einki siga um, at alt ikki hevur ging- ið væl. Kristian Martin Joen- sen, sýslumaður í Eystur- oy, sigur, at løgreglan eftir førimuni hevur eyguni eftir allari ferðslu, og so- leiðis eisini við ferðsluni úr undirsjóvartunlinum. Foreldur ansin – Sum vit hava skilt, er nógv av grótinum higartil lagt í Leirvík, men nakað av koyring hevur verið til Fuglafjarðar og nú til Runvíkar. Hann vísir á, at løgregl- an ikki hevur verið inn- blandað í koyringina, men á fólki, sum búgva við vegin í Leirvík, har ferðslan av bygdini gong- ur, skilst, at foreldur á leiðini hava ansað betur eftir børnunum. – Eg havi skilt, at tá ið ferðslan er uppá tað mesta, hava foreldrini havt tey smærru børnini við hús. Førarin ábyrgd Kristian Martin vísir á, at tað er lastbilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at bilurin, hann koyrir, er forsvarliga lastaður, so grót ikki dettur av. Hann hevur eisini ábyrgdina av, at bilurin er í nøktandi standi. – Hetta er eitt arbeiði, sum gongur yvir langa tíð, og tí fara vit sjálvsagt at hava eyguni eftir tungu ferðsluni eins og aðrari ferðslu, sigur sýslumað- urin í Eysturoy. Eitt nýtt tíðarskeið byrjaði í føroyskari fíggjarsøgu, tá Virð- isbrævamarknaður Føroya (VMF) á Hafnia týsmorgunin skrivaði undir sam- starvsavtalu við Kauphøll Íslands, ISEX. Føroyskar fyritøkur kunnu nú skráseta seg á nýggja, føroyska virðisbræva- marknaðinum, og stigtakararnir Sigurd Poulsen og Marner Jacobsen meta talan vera um stórt fram- stig, sum í seinasta enda kann skapa búskaparvøkst VIRÐISBRÆVA- MARKNAÐUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Eftir fyrireikingar síðani 1997 er endalig samstarvs- avtala nú fingin í lag millum Virðisbrævamarknað Før- oya (VMF) og Kauphøll Ís- lands, ICEX. Føroysk virð- isbrøv kunnu nú verða skrá- sett í handilsskipanini Sax- ess, og er talan um somu skipan, sum hinir norður- lendsku virðisbrævamarkn- aðirnir nýta í Norex sam- starvinum. Sostatt kunnu føroyskar fyritøkur nú skráseta seg á føroyska virðisbrævamarknaðinum, og letur hetta upp nýggjar møguleikar í føroyska vinnulívinum. Einskiljingar á veg Stjórin í VMF er Sigurd Poulsen, og hann gav á tíðindafundinum týsmorg- unin til kennar, at hann er glaður fyri nýggju sam- starvsavtaluna. – Vit, sum hava arbeitt við hesi verkætlan síðani 1997, meta ein virknan virðisbrævamarknað sum týðandi fortreyt fyri at einskilja almennar fyritøk- ur og skapa vøkstur í bú- skapinum. Fyritøkum í Før- oyum tørvar vágafúsan kapital til at menna og styrkja seg, og ein virkin marknaður ger hetta møgu- ligt, sigur Sigurd Poulsen. Ein høvuðsavleiðing av nýggja føroyska virðis- brævamarknaðinum er júst hetta, at gongd kann koma á nógv umstríddu einskilj- ingarnar, og umframt Sig- urd Poulsen segði Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa og nevndar- limur í VMF, at marknaður- in kann vera eitt einskilj- ingaramboð hjá tí almenna. VMF skapar búskaparvøkst Marner Jacobsen, sum eisini helt fyrilestur týs- morgunin, heldur talan vera um eitt stórt framstig á føroyska vinnuøkinum. – Virðisbrævamarknaður Føroya kann geva føroysk- um fyritøkum betri møguleikar og í seinasta enda føra til størri búskap- arligan vøkstur, tí gjøgnum VMF fáa fyritøkur í Føroy- um uttan iva lættari at- gongd til kapital - bæði partapening og aðra fígg- ing, sigur Marner Jacobsen. Hann vísir á, at hetta skapar fyritøkunum virkis- og vakstrarmøguleikar, og úrslitið kann gerast størri búskaparligur vøkstur í landinum uppá sikt. Marner Jacobsen legði í framløgu síni dent á, at endamálið er at skapa meirvirði fyri áhugabólkar og samfelagið sum heild við stovnan og viðlíkahaldi av einum marknaði fyri føroysk partabrøv, lánsbrøv, íløgufeløg o.s.fr. Sambært Marner eru lunnar nú lagdar undir eitt langtíðar- samstarv við íslendska samstarvsfelagan ICEX, og lagt varð afturat, at VMF kemur inn sum partaeigari í ICEX, so samstarv verður á jøvnum føti. VMF gerst partaeigari við 5,6% av partapeninginum. Harðar treytir Stjórin Sigurd Poulsen vísir á, at ein og hvør fyritøka kann ikki skrásetast á virðisbrævamarknaðinum. – Stór krøv verða sett til fyritøkurnar, sum ynskja at skráseta seg á marknaðin- um, so trygd verður veitt íleggjarunum. M.a. skal roknskapurin seinastu trý árini síggja væl út, sigur Sigurd Poulsen. Hann vísir á, at hetta er ikki heilt nýtt fyri allar fyritøkur í land- inum, og m.a. arbeiða pen- ingastovnarnir undir líkn- andi umstøðum. Avtalan ásetur ítøkiligu treytirnar fyri at skráseta og handla føroysk virðisbrøv og arbeiðs- og inntøkubýtið millum VMF og ISEX. Sambært Marner Jacobsen eru avleiðingarnar m.a., at tað verður lættari at gerast partaeigari í føroyskari fyritøku, men at tað eisini verður lættari at koma burturúr aftur. Umframt hetta verður eisini lættari og smidligari at selja før- oysk lánsbrøv og íløgu- prógv, og fáa fyritøkur við marknaðinum betri at- gongd til partapening og lánkapital. Seinastu ávístu avleiðingarnar av stigtakar- unum eru, at fyritøkur fáa betri møguleikar at víðka um virksemið í og uttanfyri Føroyar, meðan eigaraskifti í føroyska vinnulívinum eisini kunnu fremjast skjót- ari og lættari. Áhugaðar fyritøkur Sigurd Poulsen vísir at enda á, at føroyskar fyri- tøkur longu hava víst áhuga at skrásetast, og higartil er ein einstøk fyritøka, sum í ár er til reiðar at skrásetast á føroyska virðisbræva- marknaðinum, meðan aðrar væntandi koma seinni. Upplýst verður ikki frá VMF, hvørjar hesar fyritøk- ur eru. Á fundinum varð heimasíðan www.vmf.fo eisini framløgd av skrivaranum Hans Ellefsen, meðan Thórdur Friðjónsson, stjóri í Kauphøll Íslands, og Bjarni Ármannsson, nevndar- formaður í Kauphøll Íslands, skrivaðu undir avtaluna og ynsktu føroy- ingum góða eydnu. So koyrir føroyski virðisbrævamarknaðurin - Vit, sum hava arbeitt við hesi verkætlan síðani 1997, meta ein virknan virðisbrævamarknað sum týðandi fortreyt fyri at einskilja almennar fyritøkur og skapa vøkstur í búskapinum, sigur VMF stjórin Sigurd Poulsen. Her undirskrivar hann høgrumegin samstarvsavtalu við Kauphøll Íslands á Hafnia týsmorgunin Mynd: Álvur Haraldsen - Virðisbrævamarknaður Føroya kann geva føroyskum fyritøkum betri møguleikar og í seinasta enda føra til størri búskaparligan vøkstur, segði nevndarlimurin í VMF og forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, tá hann týsmorgunin hevði stutta framløgu á Hafnia Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6