mikudagur 31. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 63 - 31. mars 2004
Nr. 63 - 31. mars 2004
9
Tjóðveldisflokkurin
hevði floksting í
Klaksvík um viku-
skiftið, og í formans-
frágreiðing síni legði
formaður floksins
Høgni Hoydal millum
annað dent á, at flokk-
urin hevur nógv at
arbeiða fyri nú hann
er í andstøðu. Eisini
kom týðuliga fram,
hvussu lítið flokkurin
heldur um sitandi
samgongu
FLOKSTING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Í formansfrágreiðing sínari
á flokstingi Tjóðveldis-
floksins hevði Høgni Hoy-
dal eina gjøgnumgongd av
tí, sum farið er fram síðani
seinasta floksting.
– Fyri sjey árum síðani
sótu vit her í Klaksvík sein-
ast, og tá vóru vit í and-
støðu og skuldu brynja
okkum til nýggjar avbjóð-
ingar og lunnar vórðu lagd-
ir til nýggj politisk fram-
brot og til at taka við einum
longri tíðarskeiði í sam-
gongu. Nú er flokkurin
størsti flokkur á tingi – og
aftur í andstøðu. Og vit
brynja okkum til aftur at
gera frambrot og at taka
ábyrgd sum flokkur í einum
broyttum politiskum veru-
leika, legði Høgni út við.
Hann legði í røðu sínari
dent á, at fyri tað um flokk-
urin nú er í andstøðu, so
ræður um ikki at setast
afturá.
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur altíð tikið ábyrgd í
føroyskum politikki. Vit
taka ábyrgd í samgongu og
í landsins leiðslu – men vit
taka sanniliga eisini ábyrgd
í andstøðu, segði Høgni
millum annað.
Formaðurin duldi ikki, at
hann heldur lítið um Fólka-
flokkin og samstarvið við
hann. Hann vísti á, at
Fólkaflokkurin hevði bakk-
að út, tá fullveldið kom ov
nær, og at hetta ikki var
fyrstu ferð, tað var hent.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins greiddi eisini frá
úrslitum floksins í farna
valskeiði, og yvirhøvur var
ikki nógvur sjálvkritikkur í
røðu hansara.
Hann nevndi nøkur mál,
har hann ikki helt, at tað var
eydnast Tjóðveldisflokkin-
um at koma á mál, men
nógv tann størri parturin av
røðuni snúði seg heldur
onnur mál og viðurskifti.
Høgni segði eisini, at tað
tykist sum at tann borgar-
liga sambandssamgongan
tykist bert at hava eitt høv-
uðsmál. At halda saman og
leggja sjógv til Tjóðveldis-
flokkin.
Og so legði hann afturat,
at tað ikki er nakað nýtt
sum so í tí.
Høgni endaði sína røðu
við at siga, at Tjóðveldis-
flokkurin hevur alla orsøk at
arbeiða uppaftur meiri , nú
hann er í andstøðu, til tess at
røkka floksins málum.
Tamt orðaskifti
Tá formansfrágreiðingin
var liðug, tók Heini O.
Heinesen, fyrrverandi løg-
tingslimur Tjóðveldisfloks-
ins orðið.
Hann byrjaði við at rætta
formann floksins, tá hesin
segði, at Tjóðveldisflokkur-
in er størsti flokkur á tingi.
Hann minti á, at flokkur-
in var størstur í atkvøðutali
í 1998. Heini var vælupp-
lagdur hendan morgunin og
skemtiligur. Líka so nógv,
sum fólk klappaðu eftir
umrøðuni hjá formanninum
av fíggjarlógaruppskotin-
um hjá sitandi samgongu,
flentu tey at Heina og hans-
ara skemtiligu søgum.
Eitt nú helt Heini fyri, at
Edmund Joensen helt, at
tað kom so nógvur fiskur,
bara tí hann var løgmaður
tann tíð tað var.
Rúni Nielsen, formaður í
Unga Tjóðveldinum helt
lítið um sitandi samgongu,
og tað gjørdu aðrir við-
merkjarar eisini. Heini
ávaraði tó hinvegin í móti at
fara ov illa við møguligum
framtíðarsamstarvspørtum
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Gestarøðarar
Steingrím J. Sigfússon, ís-
lendskur altingslimur og
formaður
í
flokkinum
Vinstri Grænir var annar
gestarøðarin á tinginum.
Ætlanin var, at eitt umboð úr
IA í Grønlandi eisini skuldi
vitja flokstingið, men hesin
hevði fingið forfall. Og so
vóru Egil Olsen og Malena
Arnholdsdóttir eisini við á
tinginum, har tey hildu fyri-
lestur um virðisøking av
ávíkavist vinnuni og menn-
iskjanum í samfelagnum.
Steingrím J. Sigfússon
segði millum annað, at
hann hevur altíð fylgt væl
við í sjálvstýrisgongdini í
Føroyum.
– Sjálvandi eru tað føroy-
ingar sjálvir, sum við sínum
avgerðum eiga at ráða ferð-
ini í loysingarspurninginum.
Vit politikarar og umboð
fyri onnur lond, virða sjálv-
andi fólkaræðisliga tiknar
avgerðir hjá tjóðum við
sjálvsavgerðarætti í sam-
svari við fólkarættin. Tað
gera vit íslendingar, og tað
eiga danir eisini at gera. Eg
persónliga havi ongantíð
dult fyri, hvør mín hugsan í
hesum máli er, og hon er, at
eg av heilum huga stuðli
sjálvstýrisstríði
tykkara,
segði Steingrim J. Sigfús-
son.
Hann kom eisini inn á
hetta, at komandi ár eigur
Ísland formansskapin í
Norðurlandaráðnum.
– Eg haldi, at tað hevði
verið eitt virðiligt tiltak, um
vit, meðan vit høvdu for-
mansskapin, fingu í lag, at
eitt álit varð gjørt, um á
hvønn hátt slíkur fullgildig-
ur og sjálvstøðugur lima-
skapur og luttøka kunnu fá-
ast til vega við grundarlagi í
broytingum í Helsingfors-
samtyktini. Hetta er helst
ein høgligari leið at ganga
enn at broyta donsku grund-
lógina. Eg fyri mín part er,
ið hvussu so er tilreiðar at
stríðast fyri hesum, segði
Steingrim J. Sig-fússon at
enda í røðu sínari, har hann
somuleiðis bar starvsfeløg-
um sínum í Tjóðveldis-
flokkinum góðar heilsanir.
Floksting Tjóðveldisfloksins
Nógv at arbeiða fyri í andstøðu
Eitt tamt orðaskifti og ikki so nógv fólk vóru til flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum á Tekniska skúla í Klaksvík um vikuskiftið
Formaður Tjóðveldisfloksins
Høgni Hoydal legði í for-
mansfrágreiðing sínari dent
á, at flokkurin hevur nógv at
arbeiða fyri nú hann situr í
andstøðu
Íslendski altingsmaðurin og formaðurin í Vinstri Grænir
Steingrim J. Sigfússon var gestarøðari á flokstinginum
Floksting Tjóðveldisfloksins
Øll menniskju hava
virðir og evni, sum
kunnu mennast. Eitt
menniskja hevur ikki
virði í tí, tað er, men
tí tað er. Hon mælti til
miðvíst at geva menn-
ingartarnaðum rætt
til bústað og arbeiði,
og at fáa greiningar-
miðstøð setta á stovn
FLOKSTING
Solby /Anna
solby@sosialurin.fo
ave@post.olivant.fo
Klaksvík:
Á flokstinginum hjá Tjóð-
veldisflokkinum um viku-
skiftið helt Malena Arn-
holdsdóttir, forkvinna í
Javna fyrilestur. Hon hevði
eina gjøgnumgongd av søg-
uni hjá Javna. Hon greiddi
frá, hvat Javni er, frá virk-
seminum hjá Javna og
framtíðarætlanum
og
ynskjum hjá felagnum.
Somuleiðis greiddi hon
frá, hvussu tað er at vera
foreldur at einum menning-
artarnaðum.
Heitið á flokstinginum hjá
Tjóðveldisflokkinum
var
virðisøking av tilfeinginum.
Og varð Malena hildin at
vera uppløgd til at halda
fyrilestur við atliti at teimum
menniskjaligu virðunum.
– Tjóðveldisflokkurin vil
hava eitt samfelag, har øll
hava sama rætt og møgu-
leika til at mennast, sigur
Høgni Hoydal, formaður
floksins.
Hann heldur, at Malena
kom avbera væl frá sínum
fyrilestri, og við teimum
trimum
gestarøðarunum
heldur hann, at flokkurin
megnaði væl at fáa virðis-
økingina av samfelagnum
lýsta – bæði hvat viðvíkur
vinnuni, altjóða og menn-
iskjasliga tilfeingið.
Tað vóru ikki so nógv
fólk og lýddu á, men fyri-
lesturin var áhugaverdur, og
aftaná var eitt orðaskifti,
har fólk fingu høvi til at
gera viðmerkingar og seta
spurningar.
Ikki óvæntað, kom orða-
skiftið eisini at snúgva seg
um nógv umrøddu skann-
ingarnar av downssyndromi.
Malena sjálv meinti, at
komandi foreldur áttu at
verið spard fyri at skula taka
støðu til, um tey skuldu
velja eitt brekað barn til ella
frá. Hon vísti á, at í hesum
føri kann vísundin hvørki
gera frá ella til.
– Vísundalig framstig eru
kærkomin, tá tey kunnu
verða við til at lekja ella
hjálpa uppá sjúku ella brek.
Tað kunnu tey ikki í hesum
føri.
Skanningar
fyri
downssyndrom kunnu bert
staðfesta brekið og síðani
verða við til at loyva fostur-
tøku, segði Malena.
Skeivar niðurstøður
Orðaskiftið tók eina heldur
øðrvísið vend, tá ein pápi
greiddi frá, hvussu hesar
skanningar eisini kunnu
koma til skeivar niðurstøð-
ur. Fyrsta skanningin av
teirra fostri vísti, at barnið
fór at vera fjølbrekað, um
tað yvirhøvur livdi. Ein
seinni skanning vísti hin-
vegin, at onki var galið. Og
í dag eiga tey eina fríska og
sunna dóttir.
Maðurin greiddi frá, at
um hann og konan ikki
høvdu havt orku og fíggjar-
ligar umstøður til at fara
uttanlanda at fáa eina aðra
skanning, høvdu tey uttan
iva valt fosturtøku, tí útlit-
ini fyri heilsuni hjá dóttur-
ini vóru vónleys. Hann vísti
á, at øll ikki hava somu um-
støður, at biðja um eina
aðra meting av hesum
skanningarúrslitum, tí tað
er bæði orkukrevjandi og
kostnaðarmikið.
– Í ringasta føri kann
hetta hava við sær eina
órættvísa og óhugnaliga
gongd, har tað verða sosial-
ar umstøður sum gera av,
hvørjar upplýsingar fólk
fáa at taka støðu út frá,
segði hann.
Tolsemi
Annars tóktist breið semja
at vera um, at brekað børn
eiga at sleppa at ganga í
vanligum skúla so leingi til
ber.
– Hetta snýr seg ikki bara
um tey brekaðu, men eisni
um eina hugburðsbroyting í
restini av samfelagnum. Ein
slík kemur ikki eftir einari
løtu og bara, um vit hava tey
brekaðu ímillum okkum í
gerandisdegnum, segði ein
av áhoyrarnum. Kvinnan, ið
sjálv er lærari, visti av egn-
um royndum, at í skúla-
flokkum, har brekað børn
eisini eru, er tolsemið mót-
vegis teimum, ið onkus-
vegna eru øðrvísi, munandi
størri.
Menniskjalig virði
Til seinast tók Malena
Arnoldsdóttir samanum við
at minna á, at grundleggj-
andi snýr hetta kjakið seg,
hvat slag av samfelag vit
vilja hava.
– Tað er onki at dylja yv-
ir, at tey brekaðu hava lægri
status enn onnur í okkara
nútímans samfelag. Men
tað kemst av, at samanber-
ingargrundarlagið er skeivt
frá byrjan. Tey verða mett
út frá tí, teimum vantar í
mun til onnur og ikki út frá
egnum treytum. Men vit
eiga at minnast til, at menn-
iskju hava jú ikki virði í tí,
tey eru, men tí tey eru,
segði forkvinnan í Javna at
enda.
Virði í menniskjanum
Høgni Hoydal heldur, at tingið livdi væl upp til sítt endamál
Virðisøking av tilfeinginum við teimum trimum gestarøðarun-
um, Egil Olsen við atliti til vinnuna, Steingrim J. Sigfússon til
altjóða tilfeingið og Malena Arnholdsdóttir til menniskjasliga
tilfeingið
Malena Arnholdsdóttir for-
kvinna í Javna helt fyrilestur
um virði í menniskjanum á
flokstinginum hjá Tjóðveldis-
flokkinum
Fleiri áhugaverdar viðmerk-
ingar og spurningar vóru
undir orðaskiftinum eftir
fyrilesturin hjá forkvinnuni í
Javna. Millum annað kom
fram, at breið semja tyktiskt
at vera millum fólk, at brek-
að eiga at kunna ganga í
vanligum skúla so longi sum
tilber
C
M
Y
K
9
8