Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 63 - 31. mars 2004 Nr. 63 - 31. mars 2004 11 Seinastu árini hava vit verið vitni til, hvussu stórt tilfeingi er í okkara ungu tónleikarum. Og nú hendi tað so aftur. Hesaferð vóru tað Lena og nakrir av frægu tónleikarum okkara, ið tóku okkum øll á bóli. Konsertirnar í Norður- landahúsinum sunnudagin vóru bara enn ein áminning til okkum øll um, hvussu stórt tilfeingi finst í okkara tón- listafólkum, nakað, sum vit eiga at hava stóra virðing fyri og frøðast um. Tað er ikki so langt síðani, at Eivør og Pætur tóku øll tey, ið vóru so heppin at fáa pláss í Christianskirkjuni, á bóli. Henda kirkjukonsertin var so bara dropin, sum fekk bikar- ið at flóta yvir. Undan hesi konsertini hevði hetta nýggja stjørnuskotið í føroyska tónleikaheiminum hugtikið grannatjóð okkara Ísland, og í skrivandi løtu eru hon farin at síggjast á tónleikahimmalinum á meginlandinum við. Og taka vit onnur nøvn í rúgvuni, ið hava gjørt vart við seg og sum vit fara at hoyra meira til í framtíðini, so eru har Teitur, Guðrun, Brandur, Týr og Klikkheys fyri bert at nevna nøkur av teimum, sum hava verið við til at seta dagsskránna. Nú fingu vit so eisini okkara Lenu at hoyra og síggja. Og tey hepnu, ið vóru við til konsertina, kunnu bert fegnast um at hava átt henda framíhjárætt. Ein einastandandi kon- sert við framúr góðum tónleikarum og sangi. Tað kundi eins væl verið í London, í Berlin ella í Stokkhólmi. Nakað altjóðaligt og framúr professionelt var yvir hesi kon- sertini. Tað er at fegnast um, at føroysk tónlist hevur so góðar dagar. At hon er við at lyfta seg sjálva upp á teir hægru tindarnar. Fræini, sum hava verið løgd nú í eina tíð, eru brádliga farin at spíra og vit uppliva vakran og frálíkan tónleik. Eitthvørt samfelag og fólk hevur brúk fyri tón- leiki, og grundarlagið eru tey fólkini, sum við royndum, góðum evnum og við venjing havt bygt seg upp til at vera nakað og geva nakað. Eins og vit hava sæð, hvussu okkara fótbóltslandslið hev- ur økt um áhugan fyri fótbólti millum okkara ítróttaríðk- andi ungdóm, soleiðis er eisini við okkara tónleikarum, sum eftirhondini lættliga kunnu manna eitt føroyskt tón- leikalandslið. Her eiga vit fólk, sum kunnu manna øll plássini á vølli. Lena og hennara tónleikarar hava við tón- leiki sínum fingið pláss á tónleikalandsliðnum. Og eins og okkara fótbóltslandslið er ambassadørur fyri lítlu tjóð okkara, so kunnu hesi frægu tónlistafólkini vera líknandi ambassadørar – á sín hátt. Vera við til at skapa áhuga og virðing fyri hesi fjarskotnu tjóðini úti í Atlantshavi. Í langa tíðhava høvuðtjakevnini verið fiskur og ítróttur. Einki negativt um tað, tí meðan fiskurin hevur verið við til at halda búskapinum gangandi, so hevur ítrótturin hildið lív í einum sunnum og virknum ungdómi. Men nú fer tónleikurin og tónlistamentanin kanska at vinna so mikið frama, at umframt fiskin og ítróttin verður tón- leikurin tað, sum vit eisini fara at tosa um. Tosa meira um. Vit eiga ikki at gloyma tað arbeiði, sum verður gjørt á Musikskúlunum, og nú tónleikarar hava tikið stig til eitt meginfelag fyri tónleikin, við tí rámandi og vælklingandi navninum MENTÓN, eigur alt samfelagið at taka undir við hesum og stuðla. Røddirnar hjá Lenu, Eivør, Guðrun, Teiti og Brandi og tónleikurin hjá teirra musikarum, eiga at fáa okkum øll og her ikki minst politikararnar at rakna við. Vit eiga rætt og slætt at raðfesta tónleikin hægri – og raðfesta hann sum var hann eitt Guds givið tilfeingi og ríkidømi til okkum eisini. DAGSINS MEINING Sosialurin So hendi tað aftur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjarni Djurholm Tjóðveldið hevur av- dúkað seg sjálvt. Flokk- urin hevur ongan týdning í politisku telvingini og eingin saknar hann. Farna árið hava greiðar ábendingar verið um, at vit eru ávegis lakari tíðum, har búskapargongdin við sól og undanvindi síðani seinnu helvt av nítiárunum fór at venda og væntast kundi, at nú fór at lota ímóti. At neyðugt varð at leggja á annan bógv, at reka varnari fíggjarpolitikk. Hetta visti tjóðveldið fullvæl. Umsat fíggjarmál, so eingin man ivast í, at flokkurin visti hvønn veg tað bar. Trupulleikin fyri tjóð- veldið var bara, at nú var ikki stuttligt at vera við meira. Trúttanin um, at teir vóru upprunin til fram- gongd og bjartskygni fór at verða avdúkað sum reyp, so nú var annað til ráða at taka. Øsingin Tí var skilagott at vera við í enn eini øsing, har flokk- urin skuldi umboða tað rætta og óspilta, um-boða framtíðina, meðan hini framhaldandi vóru sett at umboða ábyrgdarloysi og fortíðina. Tí var bókin til jóla, har tjóðveldismenn áttu sín leiklut, júst høvið at smoyggja sær úr sam- gonguni, at seta løgmanni og Fólkaflokkinum krøv, sum tjóðveldið visti ikki kundu vera gingin á møti. Pallurin varð settur upp, ivin var miðilin - hurlivasin endamálið. Tjóðveldið fekk durafjórðingin, men hetta var júst ætlanin. Teir tordu ikki meira. Reyp Síðani hava teir sum vant áhaldandi ákært øll hini at vera ábyrgdarleys. Ganga og fetta sær á, bringubrattir eins og smádreingir, sum við sveittabroti spæla roys- nismenn í burturbeindum bátum í onkrari sandrúgvu, har eingin vandi er á ferð, har alt er reyp, róp og ber tjóðskapan. Í veruleikanum minnir tjóðveldið mest um teir, sum altíð eru klárir til veitslu, bara onnur fyri- reika hana. Sjálvir standa teir so í durinum og ynskja øllum vælkomnum, eru í veitslu- og reypingarhýri, ynskja so øllum góða nátt á trappusteininum, men sníkja sær so burtur, tá ruddast skal av borðunum og uppvaskið er fyri stavn. Vend í Tað er lætt at verja borg, tá eingin søkir. Soleiðis hevur verið farnu tvey valskeið- ini. Løturnar hava verið sera lagaligar. Búskaparliga hevur framgongdin verið søgulig, góður fiskiskapur, góðir og støðugir avreið- ingarprísir, lækkandi rentu- støði, rímiligur orkuprísir, alingin í stórvøkstri. Ja, snøkt sagt eitt viðrák av teimum fáu. Tí hevur tað verið lagaligt at reka fíggjarpolitikk. Tað hevur verið lagaligt at sita við ábyrgd. Til fyri ári síðani, tá alsamt greiðari ábendingar vóru um, at nú fór vend at koma í, at vit fóru at nærkast normalum viður- skiftum. Ongan týdning Hetta átti ikki at komið óvart á. Men fyri tjóðveldið var hetta so nóg mikið. Nú ráddi um at sleppa sær burtur. At koma sær í and- støðu og haðani at skýra øll hini fyri ódugnaskap, sam- stundis sum flokkurin um dagarnar varp eitt neyðar- egg av fíggjarlógarupp- skoti, sum einki kjølfesti hevur í veruleikanum, og sum í stóran mun er óveru- ligt og lítið annað enn reyp. Her avdúkar flokkurin seg sjálvan. Hann avdúkar, at hann ongan týdning hevur í politisku telvingini. At hann bara situr í andstøðu, og at eingin saknar hann. Tað er ólíka lættari á landsfundi í Klaksvík, sam- an við íslendsku kommun- istunum Vinstri-Greinir, at geva fólkaflokkinum skuld- ina fyri egna ómegd, heldur enn at taka í egna barm. Forrestin sendi Vinstri- Greinir og Torbjørn Jacob- sen, vegna tjóðveldið, sam- hugafjarrit til Yasser Arafat farna heyst. Ólíka avdúk- ing. Sue Philbrow 650 Toftir Eg havi bæði í útvarpi og bløðum hoyrt fleiri út- talilsir viðvíkjandi vernd av arbeiðsplássum vegna limir tykkara, altso teir føroysku limirnar. Uttan at kasta meg út í kjakið hvørt útlending- arnir í Føroyum eru ov nógvir ella ei, so haldi eg at her er okkurt, ið treingir til at verða víst á. Rættið meg, um eg fari skeiv, men er tað ikki so- leiðis, at útlendsk tímalønt arbeiðsfólk eisini verða noydd til at gerast limir í arbeiðarafelagnum, og at betala limagjald fyri tað, altso eru útlendingarnir ikki fult rindandi limir í feløgunum við harav fylgj- andi rættindum eins og før- oyingar? Og áttu tit ikki at arbeitt fyri hesar útlend- ingar júst sum tit arbeiða fyri føroyingar? Er tað ikki vandi fyri, at tit diskrimi- nera millum limirnar? Stendur tað skrivað í fak- felagsviðtøkunum ella reglunum, at føroysk ar- beiðsfólk hava rættindi fram um útlendsk arbeiðs- fólk? Í og við at útlendingar mugu gjalda fyri at vera í fakfelag eins og øll onnur, so hava tit í veruleikanum bara eitt val, nevniliga: at arbeiða uttan mismun fyri rættindunum hjá øllum tykkara limum. Eg nevni hetta nú, áðrenn hetta mál tekur dik á seg, og verður atvold til at eitt órættvísi verður framt. Tá tjóðveldið rýmdi frá uppvaskinum Til tey føroysku arbeiðarafeløgini Kvinnuhúsfelagið í Havn hevur havt aðafund KIVNNUHÚS Tíðindaskriv Hósdagin 18. mars hevði Kvinnuhúsfelagið aðal- fund. Í nevndini í Kvinnu- húsfelagnum sita Finngerð Fríðriksdóttir, forkvinna, Eyðrith Leyni, næstfor- kvinna, Henrid Johansen, kassameistari, Sólrun Ja- cobsen og Masa Christian- sen. Eykalimir eru Ása Holm Jacobsen og Mein- hild Geyti. Roknskapurin varð góðkendur og Sonja Klein afturvald til grann- skoðara, eykagrannskoðari er Gunnvá Haldansen. Í nevndini í Kvinnuhús- grunninum sita Turið Deb- es Hentze, Brynhild Dan- ielsen og Judith Johanne- sen. 117 limir eru í Kvinnu- húsfelagnum. Av hesum hava 41 arbeitt sum sjálv- bodnar í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og ráðgev- ing. Síðani Kvinnuhúsið byrjaði sítt virksemi tann 1. oktober 1990, hava 205 kvinnur og 194 børn gist á Kreppumiðstøðini. Kvinn- ur og børn hava, áðrenn tey komu í Kvinnuhúsið, upp- livað antin sálarligan harð- skap, likamligan harðskap ella bæði. Í meðal gista á hvørjum ári 15,8 kvinnur og 14,9 børn á Kreppu- miðstøðini. Áheitaninar til Kvinnuhúsið eru í meðal 376,2 um árið. Tilsamans hava 4.890 áheitanir verið til Kvinnuhúsið hesi árini, vit hava virkað. Endamálið hjá Kvinnu- húsfelagnum er at reka Kvinnuhúsið/Kreppumiðst øðina, har kvinnur kunnu ringja ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleik- um. Ikki er neyðugt hjá kvinnuni at upplýsa navn og p-tal. Heldur ikki er neyðugt hjá henni at rætt- vísgera, hví støðan er sum hon er. Kvinnan hevur møguleikan, saman við sínum børnum, at gista á Kreppumiðstøðini eitt tíð- arskeið. Arbeiðið í Kvinnuhúsin- um er grundað á sjálvboðið arbeiði. Sjálvbodnu vaktir- nar eru virknar í meðal 2-3 ár. Ein jøvn útskifting fer fram, tí hava vit altíð tørv á nýggjum vaktum. Hevur tú hug at luttaka í hesum fjøl- broytta arbeiði, set teg í samband við Kvinnuhúsið og frætt meira. Petur S. Johannessen Fyrst nakrar viðmerkingar til landsfundin. Eftir at hava verið á landsfundi hjá Sambands- flokkinum síðsta vikuskifti var nakað tosað um at loysa ósemjurnar innanborða og ikki í fjølmiðlunum, hetta skuldi tey fornermaðu, sum stungu Johan Dahl í ryggin og avskrivaðu hann, havt hugsað um. Sum øll vita, so løgdu tey fornermaðu sam- an ráð og gott stuðlað av fjølmiðlunum og løgmanni, fingu hesi fornermaðu koyrt Johan Dahl frá. Men nú skal alt viðgerast innanborða og hyggjast má frameftir siga hesi for- nermaðu. Meina tey, at vit fara at gloyma ta beista- gerð, hesi hava gjørt ímóti tí umboð, sambandsveljarar í Suðuroy valdu at umboða okkara valdømi á tingi, virða hesi fornermaði okk- um so lítið, tað sær tað út til, men eg skal minna hesi fornermaðu á, at vit koma at krevja okkara rætt og virðing aftur og koma vón- andi at seta tykkum so dyggiliga uppá pláss. Nú vóni eg, at Sam- bandsflokkurin fer at taka trupulleikarnar í vantandi kappingaførinum hjá Suð- uroynni upp sum skjótast, tað skyldar Sambands- flokkurin okkum so sanni- liga, og Sambandsflokkurin má vísa, at hann veruliga vil loysa okkara trupul- leikar og ikki fella í somu grøv, sum nógvir av hinum flokkunum, nevniliga at tað ongar gerðir eru aftan fyri orðini ella lyftini, men veruliga vísa, at Suður- oyggin eigur onkran góðan at líta á, og eitt tað fyrsta er eftir mínum tykki at vit fáa staðfest, um Smyril gevur hall ella avlop, tað gerst best við at frá 01 – 01 – 05 verður roknskapurin hjá Smyrli á Drelnesi og ikki í Tórshavn, vit mugu nú til at desentraliserða umsiting- ina, soleiðis at vit øll fáa ein bita av kakuni. Nú mugu vit fáa at vita, um vit skulu verða verandi í Suðuroy, ella at tað eingin framtíð er til okkum her. Samgongan má taka støðu til hetta viðbrekna mál sum skjótast, um so er, mugu fortreytirnar tryggjast. VIÐMERKINGAR Nú má Sambandsflokkurin tryggja kappingarførið í Suðuroy – tað skyldar hann okkum Erling Simonsen Halló Jógvan Jacobsen, takk fyri svarið. Tú skrivar at føroysku politikararnir tæna tveimum hærrum, Føroya fólki og donsku stjórnini og gera føroyingar ikki sum danska stjórnin vil, kann tað fáa avleiðingar fyri danska stuðulin til Føroya. Her eri eg ikki samdur. Vit hava havt eina fullveldissamgongu í uml. 6 ár, hendan samgonga hevði ikki til endamáls at tæna donsku stjórnini og gjørdi tað heldur ikki, men minkaði studningurin av hesum, nei, hann vaks, teir tóku 5,6 milliardir heim til Føroya hetta tíðarskeið, so eg haldi ikki, at hatta argu- mentið hjá tær heldur. Um blokkstuðulin er korruptur veit eg ikki við vissu, men føroyingar umsita hann 100%. So skrivar tú um studn- ingsbúskapin í 80-árunum og at hann var korruptión av fúlasta slag. Studnings- búskapurin kom fyrr enn so, tað var tjóðveldisflokk- urin, sum longu í 60-unum kom við ráfiskagrunninum, tann studningurin bar kanska brá av korruptión, »meira skal meira hava«. Eitt er sikkurt, at fult sjálvstýri gevur møguleikar fyri enn størri korruptión, lít teg bara um í ymisku londunum í verðini, Italia, Rumenia, Irak, Rusland, USA, Filipsoyggjarnar osfr. So koma vit til altjóða kappingar. Har luttaka vit á jøvnum føti við aðrar tjóðir, vit eru við HM og EM kappingum í fótbólti um- boðandi Føroyar. Merkið veittrar so fagurt og frítt og føroyski tjóðsangurin ljóm- ar so fagurt hvørja ferð fót- bóltslandsliðið leikar bæði heima á landi og úti í stóru verð, og eitt kann eg siga tær Jógvan, eg syngi við av fullum hjarta, og veitst tú hví? Tí eg eri føroyingur og verði aldri annað! Nær vit fáa umboða í Olympisku leikunum veit eg ikki, men kanska er tann uppgávan heldur torfør og eg trygvi eisini, at tann ítróttarliga uppgávan er rættiliga tor- før! Men eg eri samdur við tær í, at vit eiga góð ítrótt- arfólk á nógvum økjum, men um vit eru nóg góð til olympiskar meistarar, tað ivist eg í, og eg ivist eisini í, um vit skulu hava tað sum mál! EUROVISION Song Contest er eitt ógvuliga kommersielt fyritakandi, men vit eiga nógvar góðar tónleikarar og sangarar, so reint fakliga kundu vit ver- ið væl umboðað, men kom- mersielt, tað ivist eg í! At enda skrivar tú um grønar keks og at eg vil selja meg og mínar lands- menn fyri hesar. Hetta reglubrot skilji eg ikki rættiliga. Eg havi aldri hvørki selt meg sjálvan ella mínar landsmenn til nakran, men eg eri frælsur til hvat sum helst. Annars haldi eg at tað var fullveld- issamgongan, sum kom við hasum grønu keksunum, men tær kunnu neyvan bjarga okkum í einum møguligum fullveldi. Tit høvdu møguleikan í 6 ár, men hvat hendi, tit tordu ikki! Reyp og aftur reyp!!! Annars takk fyri sam- skiftið. Tað sum sjálvstýri gevur Aftursvar til Jógvan Jacobsen Kai Vágfjall Ein, Helgi Abrahamsen, hevur í bløðunum síðstu tíðina sett einum ungum manni úr Leirvík, Knút Eysturstein, fyrispurning hvat loysingin kostar. Ikki er sørt at hann hevur hug at gera gjøldur burt- ur úr hesum unga manni, sum eg als ikki kenni, men sum á skriving síni virkar skilagóður. Hann, ið spottar annan, spottast sjálvur, sigur orðataki. Eitt annað orðatak sigur, at "ein býttlingur kann spyrja, meira enn ein vísur kann at svara". At seta slíkan spurning, er púra burturvið. Júst nú hevur landsstýrissam- gongan lagt eina fíggjar- lóg fram. Útrokningar siga, at hon fer at geva kr. 277.000.000 í halli. Hetta er sjálvandi bara ein meting. Eingin kann siga hvat úrslitið verður við árslok. Hon kann jú geva størri hall enn rokn- að hevur verið við, men kann eisini geva væl minni hall, enn roknað varð við. Tíðirnar broyt- ast alla tíðina, bæði til tað betra og til tað verra. Tað sama verður við eini fíggjarætlan, aftaná loys- ingina. Í løtuni er blokkurin umleið 600.000,- kr., harav ein partur er rindan fyri donsk áhugamál her á landi. Landsstýrið rind- ar góðar 300.000.- kr. í rentum og avdrøgum um ári. Tá undanfarna sam- gonga ráddi fyri borgum, og tjóðveldisflokkurin umsat fíggjarmál, vóru lániavdrøgini goldin nið- ur við risaferð. So tá skuldin einaferð er gold- in, er ikki langt eftir á mál. Men útlitini eru ikki bjørt, nú sambands- landsstýrið hevur tikið vil, og hevur kunngjørt at teir ætla sær at ræna pen- ingin, sum undanfarna samgonga hevur spart upp í Landsbankanum. Hetta var júst tað sum tjóðveldisflokkurin spáddi í valstríðnum. Teir eru væl stuðlaðir av fólkaflokkinum, sum alla tíðina hevur staði klárir við eini slangu aftur í landskassan, sum teir vóru við at tøma í 80-un- um. Ein armóð rættir aðrari hondina. Skrivingin hjá hesum erka sambandsmanni, er, sum ikki einaferð, ein niðurgering av føroying- um, sum einki nytta, einki duga o.s.fr. Tær milliardir, sum føroyski skattaborgarin leggur í landskassan vigar einki í teirra eygum, ímóti teim- um 600.000,- kr., sum danir rinda í blokki. Tosað verður um, at vit missa vælferðina, um vit ikki fáa danskar pengar. Mær rennur orðini hjá Ebba Rasmussen í Hesti, tá hann helt røðu á fólka- fundi úti í Koltri fyri umleið tveimum árum síðani. Hann tók nakað soleiðis til: "Tosa verður um vælferðina. Hvat er vælferð okkara?? Hon er her úti í sundinum, í bjørgunum, í bø og haga og í havinum rundan um land okkara" Hatta var orð fyri ein rættan mann, sum alt sítt lív hevur ar- beitt og bara havt hend- urnar á at líta, og sum hevur sett álit sítt á Gud, í staðin fyri á útlendskar pengar. Eg havi sæð í bløðun- um sambandsmenn skriva um sambandshug- sjónina. Eg veit ikki hvat tað er fyri nakað. Kann ikki bara mær, men má flenna, tí hvat er tað fyri ein hugsjón, at man vil hava eina fremmanda makt at hava ræði her á landi. Hetta er helst eitt serføroyskt fyribrigdi, tí hetta fyribrigdi finnist ikki í nøkrum øðrum landi í heiminum. Nei, vont man vera á annan at líta. Hvat kostar loysingin? Kvinnuhúsið fær 376 áheitanir um árið C M Y K 11 10